Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

27. november 2023 Nr. 123

Kunngerð um broyting í kunngerð um stovnan og sjúkufyribyrgjandi rakstur av alibrúkum

(Sóttreinsing av vatni, sjógvi, o.a., flyta fisk millum alifirðir og djóravælferð)

§ 1 Í kunngerð nr. 80 frá 14. juni 2019 um stovnan og sjúkufyribyrgjandi rakstur av alibrúkum, verða…

Í kunngerð nr. 80 frá 14. juni 2019 um stovnan og sjúkufyribyrgjandi rakstur av alibrúkum, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 2 verður aftan á nr. 8 sum nýggj nr. sett: “9) Alifjørður: Ein vík, eitt sund, ein fjørður og onnur geografiskt avmarkað sjóøki og landaøki, sum eru ásett sum alifirðir í skjali 1 og 2 í kunngerð um tillutan av aliloyvum, har tað er ella tað kann verða givið loyvi til aling. 10) Aliøki: Geografiskt avmarkað øki á einum alifirði, sbr. skjal 1 og 2 í kunngerð um tillutan av aliloyvum, har tað er ella kann verða givið loyvi til aling á landi ella á sjónum.” Nr. 9-29 verða eftir hetta nr. 11-31. 2. Í § 8 verður sum stk. 3 sett: “Stk. 3. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann eftir váðameting geva undantaksloyvi frá kravinum í stk. 1 og 2.” 3. § 13, stk. 2 og 3, verða orðað soleiðis: “Stk. 2. Alibrúk og hartil hoyrandi støðir skulu verða merkt við skrásetingarnummari saman við bókstavum sbrt. § 3, stk. 2, við inngongdina til alibrúkið ella tilhoyrandi landstøð. Stk. 3. Hvør alieind á flótandi aliverklagi skal verða merkt við skrásetingarnummari við serstøkum nummarspjaldri frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni.” 4. § 59, stk. 4, verður orðað soleiðis: “Stk. 4. Undir serligum umstøðum og eftir ítøkiliga váðameting, kann landsdjóralæknin eftir umsókn geva undantak frá stk. 1, soleiðis at fiskur kann verða fluttur frá einari alistøð á sjónum til aðrar alistøðir á sama ella øðrum alifirðum, t.d.: 1) Í sambandi við samskipan av rakstrarætlanum, soleiðis at brakklegging av alistøðum verður framd samstundis, ella 2) í sambandi við uppbygging og endurnýggjan av lívstovnum og kynbótaarbeiði í hesum sambandi, ella 3) í førum, har tað hevur heilsuligan ella djóravælferðarligan fyrimun, at hava samskipaðan rakstur á fleiri alistøðum, soleiðis at fiskur verður aldur á einari alistøð fyri seinni at verða fluttur eina ella fleiri aðrar alistøðir.” 5. § 60, stk. 4 verður orðað soleiðis: “Stk. 4: Undir serligum umstøðum og eftir ítøkiliga váðameting, kann landsdjóralæknin eftir umsókn geva undantak frá stk. 1 og 3, soleiðis at fiskur verður fluttur frá einari alistøð á sjónum til aðrar alistøðir á sama ella øðrum alifirðum, t.d.: 1) í sambandi við samskipan av rakstrarætlanum, soleiðis at brakklegging av alistøðum verður framd samstundis, 2) í sambandi við uppbyggjan og endurnýggjan av lívstovnum og kynbótararbeiði í hesum sambandi, 3) í samband við at dýr ella algur verða nýtt sum hjálparamboð í samband við aðra aling, ella 4) í førum, har tað hevur heilsuligan ella djóravælferðarligan fyrimun, at hava samskipaðan rakstur á fleiri alistøðum, soleiðis at fiskur verður aldur á einari alistøð fyri seinni at verða fluttur til eina ella fleiri aðrar alistøðir.” 6. Í § 61, stk. 3, verður sum nr. 4 sett: “4) Fiskur í lokaðum eindum á sjónum er undantikin krøvunum í nr. 1-3.” 7. § 65, stk. 5 verður orðað soleiðis: “Stk. 5. Landsdjóralæknin kann eftir ítøkiliga váðameting stytta brakkleggingartíðina við í mesta lagi 30 samdøgrum fyri alibrúk ella rakstrareindir, nevnd í stk. 1, nr. 2, um so er, at: 1) fiskurin undanfarna umfar hevur verið á sjónum í mesta lagi 365 samdøgur frá tí, at fyrsta smoltið varð sett út, til seinasti fiskurin varð tikin, 2) loyvishavarin kann vísa á sera góðan ráðiligan rakstur viðvíkjandi heilsu og vælferð hjá fiski og dýrum, íroknað viðurskifti um umhvørvi og tøkni sbr. § 32, og 3) felli ikki er økt í undanfarnu setu orsakað av sjúku ella at fellisorsøkin ikki er staðfest.” 8. Í § 65 verður sum stk. 6 sett: “Stk. 6. Fyri aðra aling enn aling av fiski kann landsdjóralæknin í ítøkiligum førum eftir eini meting geva undantak frá § 65, stk. 1 og 2, ella seta onnur krøv fyri hvørt slag.” 9. § 71, stk. 2, verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Áir og vøtn at sleppa í, skulu lúka somu krøv til frástøðu við atliti at smittuskilnaði, sum verða sett sjóbúningarstøðum, sbr. § 9, stk. 1, nr. 2.” 10. § 72, stk. 4 og 5, verða strikað. Stk. 6 verður eftir hetta stk. 4. 11. § 72, stk. 6, sum verður stk. 4, verður orðað soleiðis: “Stk. 4. Áðrenn góðkenning sbrt. § 70 verður givin ella endurnýggjað, og áðrenn flutningsloyvi sbrt. § 72, stk. 3, verður givið, skal loyvishavarin søkja um góðkenning av skrivligari innanhýsis mannagongd ella skrásetingarskipan, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan góðkennir og hevur eftirlit við.” 12. § 85 verður orðað soleiðis: “§ 85. Um ikki harðari revsing er uppiborin eftir løgtingslóg um aling av fiski v.m. ella aðrari lóggávu, verður við sekt ella fongsli í upp í 1 ár revsaður tann, sum tilætlað ella av grovum ósketni brýtur ásetingarnar í § 23, stk. 3, nr. 4 og stk. 6, § 38, § 41, § 69, stk. 1, ella ikki fylgir boðum og forboðum.” 13. § 86 verður orðað soleiðis: “§ 86. Um ikki harðari revsing kann áleggjast eftir djóravælferðarlógini ella aðrari lóg, kann tann, sum brýtur § 4, stk. 5-10, § 7, §§ 10-12, §§ 14, 15 og 19, §§ 21-24, §§ 32-34, §§ 37 og 38, § 40, stk. 2 og 3, §§ 41 og 42, § 57, stk. 2-4, §§ 61, 66, 70, 72 og 73 í hesi kunngerð ella ikki fylgir boðum og forboðum, givin sbrt. nevndu ásetingum, verða revsaður við sekt.” 14. Skjal 1 í kunngerð nr. 80 frá 14. juni 2019 um sjúkufyribyrgjandi rakstur av alibrúkum verður orðað sum ásett í skjali 1.

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 27. november 2023 Høgni Hoydal (sign.) landsstýrismaður / Herálvur Joensen (sign.) Skjal 1 “Skjal 1 Rakstrarætlan Rakstrarætlan fyri øll sløg av aling á øllum sløgum av alibrúkum skal, tá tað í mun til tað ítøkiliga slagið av aling er viðkomandi, sbr. § 22, stk. 9 og 10, hava hesar upplýsingar fyri 2 framleiðsluumfør: A. Lívstøðir, sjóbúningarstøðir og aðrar alistøðir: 1) Nummar á støðini og ella eintýðug og nágreinilig eyðmerking av samsvarandi øki. 2) Nummar á rakstrareindini. 3) Tíðarskeið fyri rakstrarætlanina. 4) Yvirlit yvir framleiðslugongd eisini nevnt flowdiagram. 5) Slag av fiski, dýrum ella algum. 6) Fyri allar serstakar tilgongdir, t.d. flutning, sølu, móttøku, strúking, gitnað, innlegging, skiljing, kleking, byrjanarfóðring, viðsetu, framleiðslu, tøku og brakklegging: a) Nær hvør av hesum tilgongdum væntandi byrjar, fer fram og endar, b) Uppruni, t.e. nummar á lívstøð ella eyðmerking av samsvarandi upprunaøki, c) væntað tal ella mongd av hvørjum kyni, tá tilgongdin byrjar, d) ætlað hitamørk undir kleking og byrjanarfóðring, e) hvussu ætlanin er at fylgja við, stýra og skráseta tey í skjali 2, undir J nevndu tøl, f) væntað ella ætlað stødd við móttøku, sølu, setan í vatn ella á sjógv og við tøku, g) væntað felli í hvørjari tilgongd, h) væntað tal, mongd og samlaði biomassi, tá tilgongdin endar, i) hægst væntaði samlaði biomassi í framleiðsluskeiðinum, j) hægst væntaði tættleiki, t.e. kg. pr. m3, k) móttakari, t.e. nummar á móttøkustøð ella navn og staðseting á virki.”

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙