Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
24. august 2001 Nr. 123
Kunngerð um barsilsgjald
Við heimild í § 19, stk. 3 í løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001 um barsilsskipan, verður ásett:
§ 1 Áðrenn inntøka, sum er gjaldsskyldug eftir § 18 í lógini, verður útgoldin persóni, sum er…
Áðrenn inntøka, sum er gjaldsskyldug eftir § 18 í lógini, verður útgoldin persóni, sum er gjaldsskyldugur eftir § 17 í lógini, skal barsilsgjaldið eftir § 19 í lógini avroknast gjøgnum eitt av landsstýrismanninum góðkent stað til avrokningar av lønum. Avrokningarstaðið avroknar barsilsgjaldið til Toll- og Skattstovu Føroya. Stk. 2. Tá A-inntøka verður rindað av gjaldsskyldugum eftir § 17, stk. 2, nr. 2 í lógini, skulu hesi avrokna sín part av barsilsgjaldinum til Toll- og Skattstovu Føroya: 1) Við at geva Toll- og Skattstovu Føroya fulltrú til at taka barsilsgjaldið av peningastovnskonto hjá viðkomandi, ella 2) við at rinda barsilsgjaldið eftir rokning frá Toll- og Skattstovu Føroya. Barsilsgjaldið eftir rokning frá Toll- og Skattstovu Føroya skal gjaldast innan 20 dagar eftir, at Toll- og Skattstova Føroya hevur sent rokningina.
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð…
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 108 frá 5. juli 2001 um barsilsgjald. Fíggjarmálastýrið, 24. august 2001 Karsten Hansen (sign.) landsstýrismaður / Petur Alberg Lamhauge (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.