Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

16. september 2011 Nr. 123

Kunngerð um serstaka uppgerð í samband við tilfeingis-/loyvisskatt

Við heimild í § 30 b, stk. 3 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum verður ásett:

Fyribilsskráseting

§ 1 Tey, sum hava skattskylduga inntøku eftir skattalógini § 30 b, stk. 1, skulu fyribilsskráseta seg…

Tey, sum hava skattskylduga inntøku eftir skattalógini § 30 b, stk. 1, skulu fyribilsskráseta seg við inntøku frá fiski- og alivinnu í seinasta lagi 1. oktober i inntøkuárinum samsvarandi skattalógini § 30 b, stk. 2. Stk. 2. Fyribilsskrásetingin skal gerast á serligum skjali, sum TAKS letur gera. Stk. 3. Um skattskyldugi er samskattaður við onnur, verður latin serstøk fyribilsuppgerð fyri tey samskattaðu hvør sær, og ein samantald uppgerð fyri tey samskattaðu. Stk. 4. Um ein, sum hevur skyldu at lata inn fyribilsuppgerð, ikki hevur gjørt hetta í seinasta lagi 1. oktober í inntøkuárinum, er hetta tað sama sum at hann hevur latið inn fyribilsuppgerð á 0 kr. Serstøk uppgerð fyri tilfeingis-/loyvisskattin

§ 2 Tey, sum hava skattskylduga inntøku eftir skattalógini § 30 b, stk. 1 skulu saman við…

Tey, sum hava skattskylduga inntøku eftir skattalógini § 30 b, stk. 1 skulu saman við sjálvuppgávuni lata inn serstaka uppgerð fyri tilfeingis-/loyvisskattin, tó sbt. skattalógin § 30 b, stk. 4. Stk. 2. Serstaka uppgerðin skal gerast á serligum skjali, sum TAKS letur gera. Stk. 3. Fyri samskattaði verður latin serstøk uppgerð fyri tey samskattaðu hvør sær, og somuleiðis verður latin ein samantalt uppgerð fyri tey samskattaðu. Stk. 4. Hjá teimum, sum skulu lata inn serliga uppgerð, skal uppgerðin verða býtt í trý: Eina uppgerð fyri inntøku frá fiski- og alivinnu, eina fyri aðra inntøku, og eina samanteljing. Viðgerð av ymsum skattligum viðurskiftum í serstøku uppgerðini

§ 3 Framflutt hall skal vera býtt millum inntøkuna frá fiski- og alivinnu og aðra inntøku í…

Framflutt hall skal vera býtt millum inntøkuna frá fiski- og alivinnu og aðra inntøku í samsvarandi eftir hvørt hallið stavar frá fiski- og alivinnu ella ikki. Stk. 2. Útreiðslur til felagsumsiting o.t., ið ikki eintýðugt kunnu markast til antin inntøku frá fiskivinnu- og alivinnu ella øðrum virksemi, verður býtt eftir bruttosølu sambært roknskapinum. Gildiskoma

§ 4 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Fíggjarmálaráðið, 16. september 2011 Aksel V. Johannesen (sign.) landsstýrismaður / Atli Suni Leo (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙