Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

14. desember 2015 Nr. 129

Kunngerð um áseting og javning av almannaveitingum

Við heimild í § 6 í løgtingslóg nr. 107 frá 22. desember 1999 um áseting og javning av almannaveitingum, sum broytt við løgtingslóg nr. 4 frá 25. januar 2001, løgtingslóg nr. 113 frá 11. desember 2007 og løgtingslóg nr. 139 frá 6. oktober 2011, § 9, stk. 6, § 32, stk. 1 og 4 og § 32 e, stk. 3 í lovbekendtgørelse nr. 100 frá 2. marts 1988 om offentlig forsorg, sum broytt við lov nr. 393 af 20. maj 1992, lov nr. 1075 af 23. desember 1992, løgtingslóg nr. 76 frá 23. mai 1997, løgtingslóg nr. 31 frá 30. apríl 2007 og løgtingslóg nr. 147 frá 20. desember 2012, § 12, stk. 5 í løgtingslóg nr. 63 frá 15. mai 2012 um arbeiðsfremjandi tiltøk, sum broytt við løgtingslóg nr. 142 frá 20. desember 2012, og § 29, stk. 4 í løgtingslóg nr. 18 frá 8. mars 2005 um barnavernd, verður ásett:

§ 1 Upphæddirnar sambært hesi kunngerð eru galdandi fyri 2016

Upphæddirnar sambært hesi kunngerð eru galdandi fyri 2016. Upphæddir sbrt. løgtingslóg um almannapensjónir o.a.

§ 2 Upphæddir sbrt. løgtingslóg um almannapensjónir o.a eru hesar

Upphæddir sbrt. løgtingslóg um almannapensjónir o.a eru hesar. Stk. 2. Fólkapensjón er árliga: 1) Grundupphædd til støk er kr. 50.028,00. 2) Viðbót til støk er kr. 43.452,00. 3) Grundupphædd til gift er kr. 39.756,00. 4) Viðbót til gift er kr. 34.572,00. Stk. 3. Hægsta fyritíðarpensjón er árliga: 1) Grundupphædd til støk er kr. 72.360,00. 2) Viðbót til støk er kr. 71.928,00. 3) Grundupphædd til gift er kr. 57.492,00. 4) Viðbót til gift er kr. 64.944,00. Stk. 4. Miðal fyritíðarpensjón er árliga: 1) Grundupphædd til støk er kr. 72.360,00. 2) Viðbót til støk er kr. 23.340,00. 3) Grundupphædd til gift er kr. 57.492,00. 4) Viðbót til gift er kr. 20.280,00. Stk. 5. Lægsta fyritíðarpensjón er árliga: 1) Grundupphædd til støk er kr. 72.360,00. 2) Viðbót til støk er kr. 22.032,00. 3) Grundupphædd til gift er kr. 57.492,00. 4) Viðbót til gift er kr. 17.688,00. Stk. 6. Avlamisveiting er árliga kr. 33.768,00. Stk. 7. Avlamisviðbót er árliga kr. 33.768,00. Stk. 8. Eyka viðbót er árliga kr. 34.080,00. Stk. 9. Barnaviðbót er árliga kr. 12.996,00. Stk. 10. Hjálparviðbót er árliga kr. 36.096,00. Stk. 11. Røktarviðbót er árliga kr. 72.060,00. Stk. 12. Frádráttarfrí inntøkuupphædd er árliga: 1) Fyri fólkapensjonistar kr. 61.900,00. 2) Fyri fyritíðarpensjonistar kr. 92.900,00. Upphædd sbrt. løgtingslóg um viðbót til ávísar pensiónistar v.fl.

§ 3 Upphædd sbrt. løgtingslóg um viðbót til ávísar pensiónistar v.fl. er árliga kr. 7.608,00

Upphædd sbrt. løgtingslóg um viðbót til ávísar pensiónistar v.fl. er árliga kr. 7.608,00. Upphæddir sbrt. løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl.

§ 4 Upphæddir sbrt. løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl. eru hesar

Upphæddir sbrt. løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl. eru hesar. Stk. 2. Barnagjald sbrt. § 5 er árliga kr. 12.996,00. Stk. 3. Barnagjald sbrt. § 15, stk. 1 og 2 er árliga kr. 12.996,00. Stk. 4. Barnagjald sbrt. § 15, stk. 3 er árliga kr. 25.992,00. Stk. 5. Barnaískoyti sbrt. § 19 a er kr. 2.500,00 um ársfjórðingin. Stk. 6. Gjald í sambandi við føðing er ein eingangsupphædd á kr. 750,91. Stk. 7. Gjald til uppihald tveir mánaðir áðrenn og ein mánað aftaná føðing er kr. 1.284,89 um mánaðin. Upphæddir sbrt. kunngerð um serlig bútilboð

§ 5 Upphæddir sbrt. kunngerð um serlig bútilboð eru hesar

Upphæddir sbrt. kunngerð um serlig bútilboð eru hesar. Stk. 2. Egingjald fyri serligt bútilboð sbrt. § 11, stk. 2, 1. pkt. er mánaðarliga kr. 1.840,00. Stk. 3. Egingjald fyri serligt bútilboð sbrt. § 11, stk. 3, 1. pkt. er mánaðarliga kr. 2.198,00. Stk. 4. Fevnir gjaldið sbrt. § 11, stk. 2 og 3 eisini um kost, kann bútilboðið í mesta lagi krevja kr. 2.032,00 afturat ásetta egingjaldinum. Upphæddir sbrt. kunngerð um ískoyti til høgar bústaðarútreiðslur

§ 6 Upphæddir sbrt. kunngerð um ískoyti til høgar bústaðarútreiðslur eru hesar

Upphæddir sbrt. kunngerð um ískoyti til høgar bústaðarútreiðslur eru hesar. Stk. 2. Bústaðarútreiðslan sbrt. § 3, nr. 1, 1. pkt. er kr. 6.555,00. Stk. 3. Bústaðarútreiðslan sbrt. § 3, nr. 1, 2. pkt. er kr. 4.034,00. Stk. 4. Bústaðarútreiðslan sbrt. § 3, nr. 2, 1. pkt. er kr. 4.034,00. Stk. 5. Bústaðarútreiðslan sbrt. § 3, nr. 2, 2. pkt. er kr. 2.521,00. Stk. 6. Bústaðarútreiðslan sbrt. § 3, nr. 3, 1. pkt. er kr. 2.521,00. Stk. 7. Bústaðarútreiðslan sbrt. § 3, nr. 3, 2. pkt. er kr. 2.521,00. Stk. 8. Bústaðarútreiðslan sbrt. § 3, nr. 4, 1. pkt. er kr. 6.555,00. Stk. 9. Bústaðarútreiðslan sbrt. § 3, nr. 4, 2. pkt. er kr. 4.034,00. Upphæddir sbrt. kunngerð um samsýning til fosturforeldur

§ 7 Upphæddir sbrt. kunngerð um samsýning til fosturforeldur eru hesar

Upphæddir sbrt. kunngerð um samsýning til fosturforeldur eru hesar. Stk. 2. Samsýning til fosturforeldur til hvørt barnið er kr. 120,06 um samdøgrið. Stk. 3. Gjald fyri vistarhald o.a. til børn undir 10 ár er kr. 158,09 um samdøgrið fyri hvørt barnið, tá upp til 2 børn er í somu fosturfamilju. Stk. 4. Gjald fyri vistarhald o.a. til børn 10 ár og eldri er kr. 166,41 um samdøgrið fyri hvørt barnið, tá upp til 2 børn eru í somu fosturfamilju. Stk. 5. Gjald fyri vistarhald o.a. til hvørt barnið er kr. 147,39 um samdøgrið, tá fleiri enn 2 børn eru í somu fosturfamilju. Stk. 6. Gjald til lummapengar til børn 3-10 ár er kr. 23,77 um vikuna. Stk. 7. Gjald til lummapengar til børn 11-13 ár er kr. 55,87 um vikuna. Stk. 8. Gjald til lummapengar til børn 14-15 ár er kr. 114,11 um vikuna. Stk. 9. Gjald til lummapengar til børn 16 ár og eldri er kr. 227,03 um vikuna. Stk. 10. Útreiðslur til stovnan og útbúnað í sambandi við fosturuppihald er eingangsupphædd upp til kr. 8.304,01. Kunngerðir at seta úr gildi

§ 8 Kunngerð nr. 95 frá 16. desember 2002, kunngerð nr. 127 frá 15. desember 2003 og kunngerð nr. 80…

Kunngerð nr. 95 frá 16. desember 2002, kunngerð nr. 127 frá 15. desember 2003 og kunngerð nr. 80 frá 14. desember 2004 um áseting og javning av almannaveitingum verða settar úr gildi. Gildiskoma og virknaður

§ 9 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá og við…

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá og við útgjalding av veitingum fyri januar mánað 2016. Stk. 2. Samstundis sum henda kunngerð kemur í gildi, fer úr gildi kunngerð nr. 105 frá 5. desember 2014 um áseting og javning av almannaveitingum. Almannamálaráðið, 14. desember 2015 Eyðgunn Samuelsen (sign.) landsstýriskvinna / Eyðun Mohr Hansen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙