Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
22. november 2023 Nr. 122
Kunngerð um lendisskrá
Við heimild í § 7 a, stk. 3 og 4, í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum broytt við løgtingslóg nr. 81 frá 25. mai 2009, verður ásett:
§ 1 Í lendisskránni eru skrásettar allar góðkendar byggisamtyktir. Lendisskráin skal vísa øll…
Í lendisskránni eru skrásettar allar góðkendar byggisamtyktir. Lendisskráin skal vísa øll byggi-samtyktini viðkomandi kort og tekstskjøl. Stk. 2. Í lendisskránni eru eisini frámerki um allar ætlaðar byggisamtyktir ella broytingar í byggi-samtyktum, tá hesar eru lýstar við kunngerð sbrt. § 6, stk. 1, í løgtingslógini. Frámerki skal setast í lendisskránna í seinasta lagi dagin eftir, at Umhvørvisstovan hevur fingið boð frá kommununi sbrt. § 3, stk. 2.
§ 2 Umhvørvisstovan umsitur lendisskránna
Umhvørvisstovan umsitur lendisskránna. Stk. 2. Lendisskráin er atkomulig hjá almenninginum uttan kostnað.
§ 3 Kommunan skal senda Umhvørvisstovuni byggisamtyktir, heruppií broyttar byggisamtyktir, í seinasta…
Kommunan skal senda Umhvørvisstovuni byggisamtyktir, heruppií broyttar byggisamtyktir, í seinasta lagi 4 vikur eftir, at hesar eru góðkendar av landsstýrismanninum sbrt. § 7 a, stk. 2, í løgtingslógini. Stk. 2. Í seinasta lagi sama dag, sum kommunan kunnger ætlaða byggisamtykt ella broyting í byggisamtykt, skal kommunan boða Umhvørvisstovuni frá hesum, á tann hátt, sum Umhvørvisstovan ásetir sbrt. § 4.
§ 4 Umhvørvisstovan ásetir í reglugerð, í hvørjum líki kort og tekstskjøl skulu latast…
Umhvørvisstovan ásetir í reglugerð, í hvørjum líki kort og tekstskjøl skulu latast Umhvørvisstovuni, umframt reglur fyri, hvussu fráboðan sbrt. § 3, stk. 2, skal latast inn. Stk. 2. Kommunan skal fylgja teimum til eina og hvørja tíð galdandi ásetingum sbrt. stk. 1.
§ 5 Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2024
Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2024. Umhvørvismálaráðið, 22. november 2023 Ingilín D. Strøm (sign.) landsstýriskvinna / Pól E. Egholm (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.