Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
20. juni 1997 Nr. 122
Kunngerð um landssvegaskrá
Við heimild í § 1, stk. 3 í løgtingslóg nr. 51 frá 25. juli 1972 um landsvegir verður fyrisett:
Skrá yvir landsvegir
§ 1 A. Suðuroyggin
A. Suðuroyggin 1. Frá Stórá í Sumba eftir nýggja vegnum vestan fyri Lopra til vegamótið við Báraldabakka í Vági við teymum: a) Til mótið millum lendingarvegin og vegin yvir í Hamrabyrgi í Víkarbyrgi. b) Sunnanífrá um Lopra til áraka Akratanga á Økrum. d) Vestanífrá til marknagarðin í Ónavík í Lopra. 2. Frá markinum millum Tofta- og Neshaga í Vági um Øravík, Trongisvág og Hvalba til Ánna í Hvilvt í Sandvík við teymum: a) Til Nes, Vági. b) Sunnanífrá til vestara hornið á kirkjugarðinum í Porkeri. d) Norðanífrá til vegamótið við kirkjuna í Hovi. e) Til Kirkjuá í Fámjin. f) Til portrið í Fitjabyrgi í Nesi, Hvalba. 3. Frá grótbrotinum á Tvøroyri út á Bø til ánna á Hamri í Froðba. B. Sandoyggin 1. Frá havnini í Skopun um Sand og Húsavík til Dalsá í Dali við teymum: a) Til vendiplássið við skúlan á Skarvanesi. b) Til vegin niðan í Gerðabrekku í Skálavík. d) Vestanífrá til nýggju brúnna um Stórá í Húsavík. D. Vágarnar 1. Frá Skarðsá vestan fyri Bø oman fyri bygdina til vestara endan á nýggja skúlavegnum í Sørvági við teymi eystanífrá til vendiplássið á vegnum oman til Bíggjar. 2. Frá Blindtarminum í Sørvági til Lambá í Miðvági við teymum: a) Til parkeringsøkið framman fyri farstøðina á Vága Floghavn b) Inn til gamla landsvegin í Vatnsoyrum. 3. Frá vestara vegnum til havnarlagið í Miðvági um Sandavág til ferjuleguna við Oyrargjógv. E. Streymoyggin 1. Frá Vestara Ringvegnum í Havn til vendiplássið niðri á Dunga í Kirkjubø við teymum: a) Úr svinginum norðuri á Heyggi gjøgnum Velbastað til niðaru brúnna um Syðradalsá í Syðradali. b) Til ferjuleguna á Gomlurætt. 2. Frá Eystara Ringvegnum í Havn eftir Hvítanesvegnum um Sund gjøgnum Kollfjarðartunnilin um Kollafjørð, Hósvík, Áirnar, Hvalvík, Streymnes, Nesvík, Langasand og Haldarsvík til Stórá í Tjørnuvík við teymum: a) Til túnið við gomlu royndarstøðina í Hoyvík. b) Til vegristina í vegnum oman á Hvítanes. d) Um Kaldbaksbotn til vestara hornið á garðinum um hús Johan Mohr Reinerts á Bø í Kaldbak. e) Um Oyrareingir til Tríggjaráir á Signabø. f) Gjøgnum Hvalvík til vendiplassið heiman fyri húsini á Kvíggjarhamri í Saksun og frá hesum teymi til vendiplássið á endanum á vegnum við Svartá. 3. Oyggjarvegurin frá Norðara Ringvegnum í Havn til vegamótið við Hvilvt í Kollfjarðardali við teymi til ánna norðan fyri bygdina í Norðradali og frá hesum teymi til Marknaá á Ytri Fløtum. 4. Frá rundkoyringini í Kollfjarðardali um Leynar og Stykkið til Fossá í Vestmanna við teymum: a) Gjøgnum Leynar til Mataránna á Skælingi. b) Sunnanífrá til Úlvsá í Kvívík. d) Til vendiplássið uttan fyri skúlan á Válinum. E.-F. Streymoy - Eysturoy 1. Frá vegnum í Nesvík eftir Sundabrúnni og gjøgnum Norðskálatunnilin oman til vegin millum Fjarða við teymum: a) Til Djúpagarðsá sunnanfyri Oyri. b) Til íbindingina við Mýraveg við Norðskála. F. Eysturoyggin 1. Frá rundkoyringini oman fyri Norðskála um Ljósá til vestara hornið á kirkjugarðinum á Eiði við teymi til íbindingina í vegin til býlingin á Svínánesi í Svínáum. 2. Frá vegnum oman fyri Eiði um Funning til vegamótið í Funningsfirði við teymum: a) til Dalá við Gjógv. b) til niðaru brúnna um Stórá í Funningi. 3. Frá Sandá á Selatrað um Morskranes, Kolbanargjógv og eftir nýggja vegnum um Strendur til Gjógvará á Skála. 4. Frá ovaru brúnni um Kumlá á Skála eftir ovara vegnum um bygdina Skálafjørð til vegin millum Fjarða. 5. Frá Stórá í Elduvík um Funningsfjørð, Undir Gøtueiði, Skipanes, Søldarfjørð, Lambareiði og til Glyvragjógv á Glyvrum við teymum: a) Til endan á vegnum norðri á Forum í Oyndarfirði og frá hesum teymi til vendiplássið úti á Høvdini á Hellunum. b) Til Stórá í Lamba. 6. Frá gilinum á Líðarenda á Nesi eftir niðaru vegunum um Toftir, Saltnes og Runavík til Skøtá í Æðuvík við teymum: a) Til skúlan í Rituvík. b) Til vegin á Nesi. 7. Frá vegamótinum á Krossi innan fyri Søldarfjørð um Gøtugjógv og Kambsdal til Gjógvará í Fuglafirði við teymum: a) Norðanífrá til buss-steðgiplássið í Syðrugøtu. b) Sunnanífrá til Eiðisá í Norðragøtu. d) Gjøgnum Leirvíkartunnilin eftir niðara vegi til kirkjugarðsvegin í Leirvík. G. Kalsoyggin 1. Frá gjónni á Syðradali um Húsar til parkeringsøkið við skúlan á Trøllanesi við teymi til brúnna um Áargil undir Brekku í Mikladali. H. Borðoy, Kunoy og Viðoy 1. Frá havnarmerkinum eystanfyri í Klaksvík um Ánir og Strond eftir byrgingini um Haraldssund gjøgnum Kunoyartunnilin til Myllá í Kunoyar bygd við teymi til Myllá í Haraldssunds bygd. 2. Frá mótinum millum Geilina og Gerðagøtu í Klaksvík til vendiplássið úti á Norðoyri. 3. Frá Ánavegnum í Ánunum um Depil, Norðdepil og Hvannasund og eftir Nýggjavegi um Heygar til Løksá á Viðareiði við teymum: a) Til Stórá í Árnafirði. b) Til Toftá á Norðtoftum. d) Til Matará í Múla. I. Svínoyggin 1. Frá brúnni um Eiðisá á Svínoyareiðinum til SEV-tornið í Svínoyar bygd. J. Fugloyggin 1. Frá túninum á Veggi á Kirkju til Húsá í Hattarvík. Stk. 2. Endar landsvegur við á, gil ella gjógv, hoyrir brúgvin við til landsvegin.
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð…
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 81 frá 28. apríl 1993 um landsvegaskrá.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.