Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
29. august 2022 Nr. 122
Kunngerð um broyting í kunngerð um grind og annan smáhval (Grindakunngerðin)
(Møguleiki fyri bráðfeingis banni og áseting av mest loyvdari veiðu av skjórutum springara o.a.)
§ 1 Í kunngerð nr. 9 frá 26. januar 2017 um grind og annan smáhval (Grindakunngerðin) verða gjørdar…
Í kunngerð nr. 9 frá 26. januar 2017 um grind og annan smáhval (Grindakunngerðin) verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 7, stk. 1, 3. pkt., § 22, § 49, stk. 2 og 3 og § 51, stk. 3 verður “Náttúrugripasavninum” broytt til: “Havstovuni”. 2. Í § 7, stk. 1 verður aftan á 2. pkt. sum nýtt pkt. sett: “Sýslumaðurin skal somuleiðis gera vart við, hvussu nógvir skjórutir springarar eru veiddir í árinum og møguligt forboð fyri at veiða fleiri skjórutar springarar sambært § 50, stk. 2.” 3. § 12 verður orðað soleiðis: “§ 12. Landsstýrismaðurin kann loyva sýslumanni at lýsa bráðfeingis bann fyri grindadrápi í ávísari hvalvág í upp til 3 mánaðir, um nóg mikið av grind er í grindaumdøminum, sum hoyrir til hvalvágna. Bráðfeingis bann skal lýsast í Kringvarpi Føroya.” 4. Í § 25, stk. 1 verður “Náttúrugripasavnið” broytt til: “Havstovan”. 5. Í § 50 verður sum stk. 2 sett: “Stk. 2. Loyvt er at taka og veiða í mesta lagi 500 skjórutar springarar hvørt álmanakkaár í ávikavist 2022 og 2023. Frá 2024 verður veiðan ásett eftir tilmæli frá NAMMCO um burðardygga veiðu. Landsstýrismaðurin kunnar skrivliga sýslumenn og grindaformenn um samlaða talið av veiddum skjórutum springarum í árinum.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Fiskimálaráðið, 29. august 2022 Árni Skaale (sign.) landsstýrismaður / Rógvi Reinert (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.