Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
26. juli 2019 Nr. 122
Kunngerð um broyting í kunngerð um loðsing, gjøld o.a.
(Gjald fyri loðs og loðsflutning)
§ 1 Í kunngerð nr. 153 frá 21. desember 2012 um loðsing, gjøld o.a., verða gjørdar hesar broytingar
Í kunngerð nr. 153 frá 21. desember 2012 um loðsing, gjøld o.a., verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 3, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Loðsskyldug skip, sum eru ávegis til havn ella red, skulu í seinasta lagi 18 tímar áðrenn ETA biðja um loðsing frá avvarðandi loðsstøð, sum útvegar neyðugu loðstænastuna.” 2. § 13, stk. 3, 2. pkt. verður strikað. 3. Í § 13 verður sum stk. 4 sett: “Stk. 4. Umboðsmaður hjá skipinum ella avvarðandi reiðarí rindar kommununi fyri loðs og loðsbát. Kommunan rindar eigara av loðsbáti fyri brúk av loðsbáti.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 26. juli 2019 Poul Michelsen (sign.) landsstýrismaður / Herálvur Joensen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.