Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

21. desember 2006 Nr. 121

Kunngerð um útbúgvingarstuðul

Kapittul 1 Rætt til stuðul

Kapittul 2 Stuðulstíðin

Kapittul 3 Stuðul og lán

Kapittul 4 Afturgjaldingartreytir fyri lestrarlán

Kapittul 5 Upplýsingarskylda

Kapittul 6 Gildiskoma

Við heimild í § 2, stk. 1, nr.1 og stk. 3, § 2 a, stk. 3, § 3, stk.4, § 4, stk. 4, § 5, stk. 4, § 7, stk. 4 og § 9, stk. 1 og 3 í løgtingslóg nr. 45 frá 23. apríl 1999 um útbúgvingarstuðulsskipan, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 114 frá 15. desember 2006, verður ásett:

Kapittul 1

Rætt til stuðul

Kapittul 1 Rætt til stuðul

Stuðul verður eftir umsókn veittur fólki í útbúgving, um tey: 1) eru lestrarvirkin sbrt. § 2 ella eru í barnsburðar-/ættleiðingarfarloyvi sbr. § 2, stk. 3 í lógini 2) og eru í útbúgving, sum gevur rætt til stuðul sbrt. § 3.

Lesandi er lestrarvirkin, um hann ikki er meira enn eitt ár afturúr í lesnaðinum í mun til ásettu lestrartíðina. Harafturat skal tann lesandi møta til undirvísingina, lata inn kravdar uppgávur og fara til próvtøkurnar eftir teimum reglum, sum eru galdandi á útbúgvingarstovninum.

Ein útbúgving í Føroyum gevur rætt til at fáa stuðul, tá ið hon: 1) er ein hægri úbúgving, 2) er ein viðurkend styttri vinnuførleikagevandi útbúgving, 3) er ein viðurkend miðnámsútbúgving ella partur av eini viðurkendari miðnámsútbúgving, ella 4) er ein útbúgving á framhaldsdeildarstigi fyri fólk eldri enn 18 ár. Stk. 2. Útbúgvingin skal verða skipað sum heiltíðarlestur og verða ólønt, sbr. tó § 5. Stk. 3. Hægri útbúgvingar eru: Útbúgvingar á Fróðskaparsetri Føroya, lærara-, námsfrøðilig-, sjúkrasystra-, maskinmeistara-, skipsførara- og teldustøðisútbúgving. Stk. 4. Styttri vinnuførleikagevandi útbúgvingar eru: Heilsuhjálpara- og heilsurøktara-, Skipara-, heimaskipara-, motorpassara-, maskinist-, kokka-, og sjóvinnuútbúgving. Stk. 5. Viðurkendar miðnámsútbúgvingar eru: Students-, HF-, HH-, fiskivinnu- og HT-útbúgving. Viðurkendir partar av eini miðnámsútbúgving eru: FHS-, SIT- og atstøðisútbúgving. Stk. 6. Styttri vinnuførleikagevandi útbúgvingar verða bólkaðar undir hægri útbúgvingar. Stk. 7. Landsstýrismaðurin tekur avgerð um, hvussu úttbúgvingar, ið ikki eru nevndar í hesi kunngerð verða bólkaðar.

Fyri at koma undir heiltíðarlestur sum nevnt í § 3 stk. 2 krevst, tá talan er um tær í § 3 stk. 1 nr. 2, 3, 4, at tann lesandi hevur minst 20 lestrartímar um vikuna. Tó kunnu lesandi við heimabúgvandi børnum undir 10 ár koma undir reglurnar um heiltíðarlestur, um tey hava í minsta lagi 16 tímar um vikuna. Stk. 2. Fyri aðrar útbúgvingar verður farið eftir reglunum í § 2 tá metast skal um heiltíðarlestur. Í ivamálum tekur Stuðulsstovnurin avgerð.

Fólk í útbúgving, sum fáa løn ein part av útbúgvingartíðini, kunnu fáa stuðul í tí ólønta tíðarskeiðinum.

Rætt til stuðul sum útibúgvandi hevur persónur, ið kann skjalprógva útreiðslur av egnum bústaði. Stuðulsstovnurin ásetir nærri krøv til skjalprógvan av nevndu útreiðslum. Stk. 2. Lesandi á hægri útbúgvingum og forsyrgjarar verða roknað sum útibúgvandi. Stk. 3. Persónur, ið býr á sama matr. nr. sum foreldur/verjar, verður roknaður at búgva heima. Stk. 4. Stuðulsstovnurin kann gera undantak frá regluni í stk. 3.

Barnsburðarfarloyvisstuðul verður veittur í mesta lagi 11 mánar fyri hvønn barnsburð. Stuðulin verður vanliga veittur frá terminsdagfesting, men kann veitast kvinnum 1 mánað áðrenn og í serstøkum førum 2 mánar áðrenn termin. Stk. 2. Stuðulsupphæddin er hin sama sum tann fyri útibúgvandi sbrt. § 4, stk. 2 og stk. 3. í lógini um útbúgvingarstuðul. Stk. 3. Bæði foreldrini kunnu ikki samstundis fáa barnsburðarfarloyvisstuðul úr skipanini, og fyri at fáa stuðulin, skal tann lesandi búgva saman við barninum. Stk. 4. Barnsburðarfarloyvisstuðulin er ein útbúgvingarstuðul, sum er óheftur av teimum rættindum vunnum úr øðrum skipanum. Stk. 5. Rætturin kann verða varðveittur um tann lesandi skiftir útbúgving í barnsburðarfarloyvistíðini treytað av, at tann lesandi er innskrivaður á eini útbúgving. Stk. 6. Um barnsburður ella ættleiðing fer fram áðrenn útbúgvingin byrjar, hevur tann lesandi rætt til at fáa barnsburðarfarloyvisstuðul samsvarandi tíðarskeiðnum, sum restar í av teim 11 mánunum. Stk. 7. Um barn/fostur doyr, verður rætturin til barnsburðarfarloyvisstuðulin til kvinnuna varðveittur, tá ið føðing er farin fram. Kapittul 2 Stuðulstíðin

Kapittul 2 Stuðulstíðin

Stuðulsárið er frá 1. august til 30. juni árið eftir. Stk. 2. Stuðul fæst frá tí lestrarhálvuni, tá ið søkt verður.

Næmingar á miðnámsútbúgvingum sbrt. § 3, stk. 5 fáa í mesta lagi útbúgvingarstuðul upp til eitt ár, eftir at ásetta lestrartíðin er lokin. Stk. 2. Næmingar á hægri útbúgvingum sbrt. § 3, stk. 3 og 6 fáa í mesta lagi útbúgvingarstuðul upp til eitt ár, eftir at ásetta lestrartíðin er lokin. Upp í lestrartíðina verða roknaðar áður loknar ella steðgaðar hægri útbúgvingar, har umsøkjarin hevur fingið vanligan mánaðarligan útbúgvingarstuðul frá Stuðulsstovinum ella frá Statens Uddannelsesstøtte. Stuðul verður í mesta lagi latin í 6 ár til hægri útbúgvingar. Stk. 3. Stuðulsstovnurin kann gera undantak frá regluni um áramál í stk. 1 og 2 um lestrartíðin er vorðin longd vegna ráðsarbeiði, sjúku, barnsburð, ættleiðing, vísindaligt arbeiði o.a. Stk. 4. Stuðulsstovnurin kann longja stuðulstíðina í stk. 2 við tveimum árum, um tann lesandi ikki hevur miðnámsútbúgving. Stk. 5. Er stuðulstíðin styttri enn eitt ár, verður stuðulsupphæddin lækkað lutfalsliga. Kapittul 3 Stuðul og lán

Kapittul 3 Stuðul og lán

Lesandi, ið eftir vanligu reglunum hevur fingið tann stuðul, sum hann kann fáa frá stuðulsstovninum, kann søkja um at fáa endalán í upp til 11 mánaðir. Lánsupphæddin er í mesta lagi tann sama, sum kann verða veitt til vanlig lestrarlán. Treytin fyri at fáa endalán er, at tann lesandi tekur eina hægri útbúgving, er lestrarvirkin og at avvarandi lærustovnur kann vátta, at tann lesandi er førur fyri at gera útbúgvingina lidna innan 1 ár.

Ískoytisstuðul til ferðing verður latin næmingum, ið nýta Strandfaraskip Landsins til og frá skúla. Umsókn verður latin Strandfarskipum Landsins og avrit av umsókn verður sent Stuðulsstovninum. Stk. 2. Ískoytisstuðul til ferðing sbrt. stk. 1 verður eisini latin næmingum til og frá starvsvenjingarstaði, um so er, at starvsvenjingartíðarskeiðið er samanhangandi og varar í minsta lagi 4 vikur. Stk. 3. Treytin fyri at fáa ískoytisstuðul til ferðing er, at útbúgvingin uppfyllir treytirnar í § 3 og at næmingurin uppfyllir treytirnar í § 1 og § 2. Stk. 4. Næmingurin kann fáa ískoytisstuðul til ferðing á eini farleið aftur og fram til skúlan einaferð um dagin. Stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetir kostnaðin, ið næmingarnir skulu gjalda. Stk. 6. Stuðulsstovnurin kann gera undantak frá regluni um eina farleið í stk. 3. um næmingur er undir 18 ár og fær vistarhaldsstuðul og kann í serligum førum gera untantak frá regluni í stk. 1 um at nýta Strandfaraskip Landsins.

Eftir umsókn verður ískoytisstuðul til keyp av undirvísingartilfari latin næmingum, ið fylla 18 ár eftir 31. desember í stuðulsárinum. Næmingar, ið fylla 18 ár innan 1. januar í stuðulsárinum fáa hálvan ískoytisstuðul til keyp av undirvísingartilfari. Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir upphæddina fyri ískoytisstuðul til keyp av undirvísingartilfari.

Eftir umsókn verður ískoytisstuðul til vistarhald latin næmingum, ið eru undir 18 ár og sum noyðast at flyta til útbúgvingarstaðið. Stk. 2. Treytirnar fyri at fáa stuðul sbrt. stk. 1 eru, at sjóvegis farleið er millum heimabústað og skúlan ella at vegalongdin millum heimstaðarbýin/ bygdini og skúlabýin/ bygdina er longri enn 50 km. sambært almennu ásetingunum hjá Landsverkfrøðinginum. Stk. 3. Mánaðarligi ískoytisstuðulin til vistarhald er 11/2 ferð munin á upphæddini, ið ein heimabúgvandi og ein útibúgvandi yvir 18 ár fær í útbúgvingarstuðli. Ískoytisstuðul til vistarhald verður í mesta lagi útgoldin í 11 mánaðir í einum skúlaári. Stk. 4. Stuðulsstovnurin kann í serligum førum gera undantak frá regluni í stk 2. Kapittul 4 Afturgjaldingartreytir fyri lestrarlán

Kapittul 4 Afturgjaldingartreytir fyri lestrarlán

Tann lesandi byrjar vanliga at gjalda aftur lestrarlán og rentur eitt ár aftaná, at tað stuðulsárið er endað, har ið útbúgvingin er lokin. Stk. 2. Útbúgvingin verður ikki søgd at verða lokin, um tann lesandi innan 15 mánaðir eftir hesa útbúgving byrjar eina aðra útbúgving. Tað sama er galdandi, um ein fyribils steðgað útbúgving verður tikin uppaftur innan fyri somu tíðarfreist. Stuðulsstovnurin kann gera undantak frá hesum ásetingum. Stk. 3. Stuðulsstovnurin kann gera av, at lestrarlánið skal verða goldið aftur, hóast útbúgvingin ikki er lokin, um lántakarin ikki longur er lestrarvirkin.

Afturgjalding av lestrarláni við rentum fer fram við líka stórum gjøldum hvønn mánað. Stk. 2. Gjaldsupphæddin verður ásett av Stuðulsstovninum í mun til skuldina. Afturgjaldstíðin er í mesta lagi 15 ár. Hvørt gjaldið skal í minsta lagi verða 300 kr. Kapittul 5 Upplýsingarskylda

Kapittul 5 Upplýsingarskylda

Fólk í útbúgving, sum fáa stuðul eftir løgtingslóg um útbúgvingarstuðulsskipan, skulu beinanvegin skrivliga boða Stuðulsstovninum frá, tá ið tey: 1) steðga ella verða liðug við útbúgvingina, um hetta ikki sæst í umsóknini, 2) steðga við eini útbúgving fyri at byrja uppá eina aðra útbúgving í sama stuðulsári, 3) fáa farloyvi, 4) fáa løn eina tíð sum lið í útbúgvingini, og hetta ikki sæst í umsóknini, sbrt. tó § 5, 5) fáa annan almennan stuðul, ið er ætlaður til at gjalda livikostnað, 6) flyta heim at búgva, 7) ikki longur eru í heiltíðarútbúgving. Stk. 2. Fólk í útbúgving, ið hava fingið lán, hava skyldu til skrivliga at boða Stuðulsstovninum frá, tá ið: 1) útbúgvingin er lokin, 2) tey gevast at lesa, 3) farið verður uttanlands, ella 4) steðgur annars verður í lestrinum. Kapittul 6 Gildiskoma

Kapittul 6 Gildiskoma

Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2007. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 103 frá 26. juli 2000 um útbúgvingarstuðul, sum seinast broytt við kunngerð nr. 44 frá 2. juli 2004. Mentamálaráðið, 21. desember 2006 Jógvan á Lakjuni (sign.) landsstýrismaður / Petur Petersen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
útbúgvingarstuðul, sum seinast broytt við kunngerð nr. 44 frá 2. juli 2004 · innanhýsis
Áður galdandi · 26. juli 2000
Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙