Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

26. juli 2021 Nr. 121

Kunngerð um prístalsjavning av lestrarstuðli í tíðarskeiðnum 1. august 2021 til 1. august 2022

Við heimild í § 19, stk. 2 í løgtingslóg nr. 36 frá 3. mai 2007 um lestrarstuðul, sum broytt við løgtingslóg nr. 76 frá 25. mai 2009, verður ásett:

§ 1 Prosentvísa broytingin í miðalprístalinum fyri undanfarna ár 2020 í mun til miðalprístalið fyri…

Prosentvísa broytingin í miðalprístalinum fyri undanfarna ár 2020 í mun til miðalprístalið fyri árið frammanundan 2019 er 0,3%.

§ 2 Studningurin til teirra, ið taka hægri lestur ella førleikagevandi útbúgving er kr. 4.484…

Studningurin til teirra, ið taka hægri lestur ella førleikagevandi útbúgving er kr. 4.484 mánaðarliga, sbr. § 7, stk. 2 í løgtingslógini. Stk. 2. Studningurin til teirra, ið lesa á miðnámi ella í fólkaskúla er kr. 3.966 mánaðarliga, um tann lesandi er forsyrgjari ella kann skjalprógva útreiðslur av egnum bústaði, sbr. § 7, stk. 3 í løgtingslógini. Stk. 3. Studningurin til teirra, ið ikki eru fevnd av § 7, stk. 2 ella 3 í løgtingslógini, og annars lúka treytirnar fyri at fáa lestrarstuðul, er kr. 1.910 mánaðarliga, sbr. § 7, stk. 4 í løgtingslógini.

§ 3 Lestrarlán sbrt. § 8 í løgtingslógini kann í mesta lagi vera kr. 2.515 um mánaðin

Lestrarlán sbrt. § 8 í løgtingslógini kann í mesta lagi vera kr. 2.515 um mánaðin.

§ 4 Bókastudningur sbrt. § 10 í løgtingslógini er kr. 3.785

Bókastudningur sbrt. § 10 í løgtingslógini er kr. 3.785.

§ 5 Vistarhaldsstudningur sbrt. § 11 í løgtingslógini er kr. 2.645

Vistarhaldsstudningur sbrt. § 11 í løgtingslógini er kr. 2.645.

§ 6 Barnastudningurin sbrt. § 12, stk. 2 í løgtingslógini er mánaðarliga kr. 1.039 fyri hvørt barnið…

Barnastudningurin sbrt. § 12, stk. 2 í løgtingslógini er mánaðarliga kr. 1.039 fyri hvørt barnið undir 18 ár. Stk. 2. Studningurin til einsamallar uppihaldarar sbrt. § 12, stk. 4 í løgtinglógini er kr. 1.593 um mánaðin.

§ 7 Henda kunngerð kemur í gildi 1. august 2021

Henda kunngerð kemur í gildi 1. august 2021. Uttanríkis- og mentamálaráðið, 26. juli 2021 Jenis av Rana (sign.) landsstýrismaður / Poul Geert Hansen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙