Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
18. august 2017 Nr. 121
Kunngerð um broyting í kunngerð um lestrarstuðul
(Broyta ásetingina um skúlagjaldsstuðulin til lesandi í Norðurlondum og stuðul til aspirantskipanina)
§ 1 Í kunngerð nr. 107 frá 25. august 2011 um lestrarstuðul, sum broytt við kunngerð nr. 97 frá 2.…
Í kunngerð nr. 107 frá 25. august 2011 um lestrarstuðul, sum broytt við kunngerð nr. 97 frá 2. juli 2013, kunngerð nr. 91 frá 29. august 2014 og kunngerð nr. 83 frá 16. august 2016 verða gjørdar hesar broytingar: 1. Inngangurin verður orðaður soleiðis: “Við heimild í § 2, stk. 3, § 4, stk. 3, § 5, stk. 2, § 7, stk. 5, § 8 a, stk. 3, § 9, stk. 2, § 12, stk. 5, § 16, § 20, stk. 5 og § 22, stk. 4 í løgtingslóg nr. 36 frá 3. mai 2007 um lestrarstuðul, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 74 frá 29. mai 2017, verður ásett:” 2. Í § 1, stk. 1 verður “skiparaaspirantur” broytt til: “aspirantur”. 3. Í § 4 verður stk. 5 strikað. Stk. 6 verður eftir hetta stk. 5. 4. § 14, stk. 2 verður orðað soleiðis : ”Stk. 2. Studni veitir bert stuðul til livikostnað í Norðurlondum í serstøkum førum sbrt. § 5 í løgtingslógini, og bert tá talan er um hægri heiltíðarlestur, og tá SU ikki veitir stuðul. Stuðul til lesandi í Danmark verður veittur í samráð við ráðgevandi nevndina hjá Studna. Í hinum Norðurlondunum verður stuðulin veittur, um útbúgvingin er góðkend sum stuðulsheimilað av lestrarstuðulsstovninum í norðurlandinum, har tann lesandi lesur, og lestrarstuðulsstovnurin í norðurlandinum veitir stuðul til livikostnað til teirra borgarar.” 5. § 14, stk. 3 verður orðað soleiðis: “Stk. 3. Studni veitir bert stuðul til skúlagjald í Norðurlondum í serstøkum førum sbrt. §§ 5 og 13 stk. 3 í løgtingslógini, og bert tá talan er um hægri heiltíðarlestur, og tá SU ikki veitir stuðul. Stuðul til lesandi í Danmark verður veittur í samráð við ráðgevandi nevndina hjá Studna, og kann í ávísum førum veitast, hóast SU partvís veitir stuðul. Í hinum Norðurlondunum verður stuðulin veittur, um útbúgvingin er góðkend sum stuðulsheimilað av lestrarstuðulsstovninum í norðurlandinum, har tann lesandi lesur, og lestrarstuðulsstovnurin í norðurlandinum veitir stuðul til skúlagjald til teirra borgarar.” 6. Í § 14 verður sum stk. 4 sett: “Stk. 4. Studni kann í serligum førum eftir at hava ráðført seg við Ráðgevandi nevndina hjá Studna gera undantøk frá ásetingum í hesi grein.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virkna frá 1. august 2017
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virkna frá 1. august 2017. Mentamálaráðið, 18. august 2017 Rigmor Dam (sign.) landsstýrismaður / Poul Geert Hansen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.