Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

23. oktiber 1996 Nr. 120

Kunngerð um tænastugjøld uttanfyri avgreiðslutíð

Við heimild í § 23, stk. 1 í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll verður ásett:

§ 1 Fyri avgreiðslur av skipum millum kl. 16:30 - 08:00 mánadag til fríggjadag og leygardag og sunnu-…

Fyri avgreiðslur av skipum millum kl. 16:30 - 08:00 mánadag til fríggjadag og leygardag og sunnu- og halgidagar er avgreiðslugjaldið kr. 197,00 um tíman fyri hvørt tolleftirlitsfólkið. Minsta gjald er fyri 2 tímar til hvønn. Stk. 2. Skip, sum kemur til aðra havn enn tær jbr. § 6, stk. 2 í kunngerðini um tolleftirlit nevndu havnir, skulu umframt avgreiðslugjald jbr. § 1, stk. 1, rinda tíma- og dagpening og koyripening eftir regluni um hesi. Stk. 3. Skip, sum ikki kemur at bryggju, skal bera kostnaðin av teimum útreiðslum, sum eru í samband við avgreiðsluna.

§ 2 Fyri avgreiðslur av flogførum millum kl. 18:00 - 08:00 mánadag til leygardag og sunnu- og…

Fyri avgreiðslur av flogførum millum kl. 18:00 - 08:00 mánadag til leygardag og sunnu- og halgidagar, er avgreiðslugjaldið kr. 197,00 um tíman fyri hvørt tolleftirlitsfólkið. Minsta gjald er fyri 2 tímar til hvønn.

§ 3 Fyri aðrar avgreiðslur millum kl. 16:30 - 08:00 mánadag til fríggjadag og leygardag og sunnu- og…

Fyri aðrar avgreiðslur millum kl. 16:30 - 08:00 mánadag til fríggjadag og leygardag og sunnu- og halgidagar, er avgreiðslugjaldið kr. 197,00 um tíman fyri hvørja avgreiðslu. Minsta gjald er fyri 2 tímar.

§ 4 Er neyðugt at seta tollvakt við skip ella flogfør, skal skipið ella flogfarið rinda kostnaðin av…

Er neyðugt at seta tollvakt við skip ella flogfør, skal skipið ella flogfarið rinda kostnaðin av hesum. Gjaldið er kr. 197,00 um tíman. Minsta gjald er fyri 2 tímar.

§ 5 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi § 47 í…

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi § 47 í kunngerð nr. 44 frá 18. september 1958 við seinni broytingum um uppkrevjing av gjøldum v.m. eftir løgtingslóg nr. 23 frá 11. februar 1950 við seinni broytingum.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
tænastugjøld uttan fyri avgreiðslutíð · innanhýsis
Áður galdandi · 19. november 1999

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙