Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
21. november 2005 Nr. 120
Kunngerð um ymsar eftirlitsuppgávur v.m., sum Arbeiðseftirlitið útinnir, sum broytt við kunngerð nr. 88 frá 20. juni 2011
Við heimild í § 39, stk. 1, nr. 2, 3 og 4, § 35, stk. 1 , nr. 3 og 56, stk. 1 í løgtingslóg nr. 70 frá 11. mai 2000 um arbeiðsumhvørvi verður ásett:
§ 1 Arbeiðseftirlitið hevur eftirlit við og ger royndir av lyftum v.m. sbr. kunngerð nr. 78 frá 11.…
Arbeiðseftirlitið hevur eftirlit við og ger royndir av lyftum v.m. sbr. kunngerð nr. 78 frá 11. august 1999 um lyftir. Stk. 2. Arbeiðseftirlitið kann, fyri at røkja sínar uppgávur, eftir tí í stk. 1 nevndu kunngerð, lata onnur virki, sum skulu góðkennast av Arbeiðseftirlitinum, gera royndir viðvíkjandi nevndu lyftum v.m.
§ 2 Arbeiðseftirlitið hevur eftirlit við og ger royndir av lyftiútgerð og spølum sbr. § 1, stk. 1 í…
Arbeiðseftirlitið hevur eftirlit við og ger royndir av lyftiútgerð og spølum sbr. § 1, stk. 1 í kunngerð nr. 128 frá 4. september 1995 um lyftiútgerð og spøl (kranar).
§ 3 Arbeiðseftirlitið kann, fyri at røkja sínar uppgávur viðvíkjandi dampketlum v.m. sbr. § 1, stk.…
Arbeiðseftirlitið kann, fyri at røkja sínar uppgávur viðvíkjandi dampketlum v.m. sbr. § 1, stk. 1, nr. 3 og 4 í kunngerð nr. 79 frá 17. august 1999 um dampketlar og nýtslu av asbesti, lata onnur virki, sum skulu góðkennast av Arbeiðseftirlitinum, gera royndir o.l. av nevndu dampketlum v.m.
§ 4 Arbeiðseftirlitið hevur eftirlit við og ger royndir av tekniskum hjálpartólum v.m., sbr. § 1,…
Arbeiðseftirlitið hevur eftirlit við og ger royndir av tekniskum hjálpartólum v.m., sbr. § 1, stk. 1 í kunngerð nr. 129 frá 4. september 1995 um innrætting av tekniskum hjálpartólum. Stk.2. Arbeiðseftirlitið kann, fyri at røkja sínar uppgávur eftir tí í stk. 1 nevndu kunngerð, lata onnur virki, sum skulu góðkennast av Arbeiðseftirlitinum, gera royndir o.l. av nevndu tekniskum hjálpartólum.
§ 5 1) Arbeiðseftirlitið hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni útskrivar loyvisbrøv sbr. § 7, stk. 3 í…
1) Arbeiðseftirlitið hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni útskrivar loyvisbrøv sbr. § 7, stk. 3 í kunngerð um loyvisbræv til kranar, gaffiltrukkar og onnur lyfti og flutningstól.
§ 6 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Vinnumálaráðið, 21. november 2005 Bjarni Djurholm (sign.) landsstýrismaður / Arne Poulsen (sign.) 1) Broytt við kunngerð nr. 88 frá 20. juni 2011.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.