Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
21. november 1986 Nr. 120
Kunngerð um serliga fuglaveiðu
Vísandi til § 16, 2. stk. og § 21 í løgtingslóg nr. 27 frá 9. september 1954 um fuglaveiðu v.m. við seinni broytingum hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1 Heimild landsstýrisins eftir § 21 í løgtingslógini um í vitskapligum ella almennnyttugum endamáli…
Heimild landsstýrisins eftir § 21 í løgtingslógini um í vitskapligum ella almennnyttugum endamáli at geva ávís tíðarfreistað undantaksloyvi frá reglunum í §§ 17 og 18 sbr. § 19 verður løgd til Føroya Náttúrugripasavn. 2. stk. Heimild landsstýrisins eftir § 16, 2. stk. at veita undantaksloyvi til at draga lunda verður eisini løgd til Føroya Náttúrugripasavn.
§ 2 Gongur avgerðin hjá náttúrugripasavninum umsøkjaranum ímóti, kann hann skjóta málið inn fyri…
Gongur avgerðin hjá náttúrugripasavninum umsøkjaranum ímóti, kann hann skjóta málið inn fyri landsstýrið innan 4 vikur eftir, at avgerðin er komin umsøkjaranum í hendi. 2. stk. Málið verður at stíla til landsstýrið, men sent náttúrugripasavninum, sum sendir landsstýrinum málið við ummæli og tilfarinum, sum nýtt er í málinum.
§ 3 Kunngerðin kemur í gildi dagin eftir kunngerð
Kunngerðin kemur í gildi dagin eftir kunngerð.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.