Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

28. september 2009 Nr. 120

Kunngerð um broyting í kunngerð um skráseting av motorakførum o.ø

§ 1 Í kunngerð nr. 34 frá 14. apríl 1983 um skráseting av motorakførum o.ø., sum seinast broytt við…

Í kunngerð nr. 34 frá 14. apríl 1983 um skráseting av motorakførum o.ø., sum seinast broytt við kunngerð nr. 81 frá 2. september 2008, verður í § 1 sum stk. 2 og stk. 3 sett: “Stk. 2. Motoramboð, ið er gjørt og verður nýtt til flutning av farmi, ið ikki er neyðugur fyri, at motoramboðið skal virka, skal skrásetast og hava nummarspjaldur, áðrenn tað verður tikið í nýtslu á øki, sum ferðslulógin fevnir um. Slíkt motoramboð kann tó uttan skráseting verða nýtt á privatum øki, heruppií privatum vegi, ið ikki er at meta sum privatur felagsvegur, og kann eisini í lítlan mun verða nýtt á privatum felagsvegi og almennum vegi, t.d. fara tvørtur um veg. Stk. 3. Ásetingin í stk. 2, 1. pkt. er ikki galdandi fyri: 1) Eitt motoramboð, ið er ætlað at vera ført av persóni til gongu. 2) Ein gaffiltrukk. Ein gaffiltrukkur er eitt lastberandi og lastlyftandi akfar, hvørs eginvekt virkar sum mótvekt hjá lastini.”

§ 2 Kunngerðin kemur í gildi 1. oktober 2009

Kunngerðin kemur í gildi 1. oktober 2009. Innlendismálaráðið, 28. september 2009 Annika Olsen (sign.) landsstýriskvinna / Rúni Joensen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙