Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

19. desember 2008 Nr. 120

Kunngerð um áseting av afturberingsprosenti til reiðaravirkir, sum hava skip, ið eru skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránni FAS, sum broytt við kunngerð nr. 131 frá 10. desember 2013

Við heimild í § 63 a, stk. 7 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommuskatt við seinni broytingum verður ásett:

§ 1 1) Reiðaravirkir, sum lúka treytirnar í § 63 a í skattalógini, og sum rinda persónum,…

1) Reiðaravirkir, sum lúka treytirnar í § 63 a í skattalógini, og sum rinda persónum, skattskyldugum í Føroyum, løn, eftirløn, samsýning o.tíl. fyri tænastu umborð á skipum, ið eru skrásett í FAS, fáa ein part av útgoldnu lønunum, eftirlønunum, samsýningunum o.tíl. afturbornan. Stk. 2. Reglurnar um afturbering eru eisini galdandi fyri tænastur umborð á skipi, sum eftir § 63 a í skattalógini verða javnmett við skip skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránni FAS. Stk. 3. Landsstýrismaðurin hevur ásett afturberingprosentið at vera 35% árliga.

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2009

Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2009. Fíggjarmálaráðið, 19.desember 2008 Jóannes Eidesgaard (sign.) landsstýrismaður / Petur Alberg Lamhauge (sign.) 1) Broytt við kunngerð nr. 131 frá 10. desember 2013, har § 2 ljóðar soleiðis: “Hendan kunngerð kemur í gildi 1. januar 2014.”

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙