Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

19. juli 2019 Nr. 120

Kunngerð um broyting í kunngerð um upptøku í gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar (Upptøkukunngerðin), sum broytt við kunngerð nr. 14 frá 2. mars 2020

(Týskt sum upptøkukrav)

§ 1 Í kunngerð nr. 7 frá 22. januar 2013 um upptøku í gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar…

Í kunngerð nr. 7 frá 22. januar 2013 um upptøku í gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar (Upptøkukunngerðin), sum broytt við kunngerð nr. 21 frá 7. apríl 2014, kunngerð nr. 19 frá 23. mars 2015, kunngerð nr. 60. frá 11. mai 2016 og kunngerð nr. 14 frá 5. mars 2019, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 4, stk. 1, nr. 4, litra a og b verða orðað soleiðis: “a) Á búskaparbreytini: Umsøkjarin skal hava fingið royndarfyrireikandi undirvísing í minsta lagi 2 ár í týskum. b) Á hugbreytini: Umsøkjarin skal hava fingið royndarfyrireikandi undirvísing í minsta lagi 2 ár í týskum.” 2. Í § 7, stk. 1, nr. 2 verður aftan á “enskum” sett: “, týskum”

§ 2 1) Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi fyri umsøkjarar,…

1) Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi fyri umsøkjarar, sum søkja um upptøku at byrja útbúgvingina í august 2023 og seinni. Mentamálaráðið, 19. juli 2019 Hanna Jensen (sign.) landsstýrismaður / Poul Geert Hansen (sign.) 1) Broytt við kunngerð nr. 14. frá 2. mars 2020.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙