Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

14. september 2011 Nr. 120

Kunngerð um broyting í kungerð um veterinert eftirlit í sambandi við samhandil, inn- og útflutning av djóraúrdráttum og øðrum úrdráttum, sum ikki eru ætlaðir til matna

Í kunngerð nr. 58 frá 30. apríl 2002 um veterinert eftirlit í sambandi við samhandil, inn- og útflutning av djóraúrdráttum og øðrum úrdráttum, sum ikki eru ætlaðir til matna, verða gjørdar hesar broytingar:

1) Í § 5, stk. 1, verður sett sum nýtt 3. punkt: ”Fyri innflutning av hoyggi ella agni skal fylgiskjal 1a nýtast.”

2) Í § 12 verður sett sum nýtt stk. 5:

”Stk. 5. § 12 er ikki galdandi fyri hoyggj, sum verður innflutt úr Íslandi, og agn, sum bert verður nýtt í Føroyum, sbr. tó ásetingarnar í § 13, stk. 5-7.”

3) Aftaná § 13, stk. 4, verða sett sum nýggj stk. 5-7:

”Stk. 5. Fyri hoyggj, sum verður innflut úr Íslandi at nýta í Føroyum, er umframt ásetingarnar í § 5 og í § 13, stk. 1-4, galdandi, at heilsuváttan sbrt. ásetingunum í fylgiskjali 4 skal fylgja við vøruni, tá ið hon kemur til Føroya, og at bingjan skal vera seglað og segl- og bingjunummar skulu standa á heilsuváttanini.

Stk. 6. Fyri agn, sum verður innflutt at nýta í Føroyum, er, umfrmt ásetingarnar í § 5 og í § 13, stk. 1-4, galdandi, at upprunaváttan sbrt. fylgiskjali 2 skal fylgja við vøruni, at bingjan skal vera seglað og segl- og bingjunummar skulu standa á upprunaváttanini, at vøran skal vera merkt ”for bait only” ella ”not fit for human consumption”, og at vøran skal lúka treytirnar fyri innfluningi til ES.

Stk. 7. Fyri innflutning eftir stk. 5 og 6 er ásetingin í § 9, stk. 1, galdandi samsvarandi.”

Stk. 5-6 verða síðani stk. 8-9.

4) Aftaná fylgiskjal 1 verður sett sum nýtt fylgiskjal 1a:

“Fylgiskjal 1a

Fráboðanarskjal í samband við innflutning av hoyggi úr Íslandi og agni til nýtslu í Føroyum sambært § 13, stk. 5-6 í kunngerð nr. 58 frá 30. apríl 2002 um veterinert eftirlit í sambandi við samhandil, inn- og útflutning av djóraúrdráttum og øðrum úrdráttum, sum ikki eru ætlaðir til matna

1.1 Sendari (navn og bústaður):

1.2 Nummar á heilsuváttan/upprunaváttan:

1.3 Eftirlitsmyndugleikin í Føroyum:

HEILSUFRØÐILIGA STARVSSTOVAN

FALKAVEGUR 6, 2. HÆDD

FO-100 TÓRSHAVN

1.4 Móttakari (navn og bústaður):

1.5 Upprunaland á vøruni:

1.6 Nær kemur vøran til Føroyar:

1.7 Vøruframleiðari (navn og bústaður):

Løggildingarnummar:

1.8 Bingjunummar:

Seglnummar:

1.9 Flutningseind :

1.10 Flutningsfyritøka (navn og bústaður):

1.11 Slag av hoyggi ella agni :

1) 1.12 Nettovekt (kg):

1.13 Tal av kolli:

Undirritaði innflytari váttar, at innflutningurin fer fram sambært reglunum í kunngerð nr. 58 frá 30. apríl 2002 um veterinert eftirlit í samband við samhandil, inn- og útflutning av djóraúrdráttum og øðrum úrdráttum, sum ikki eru ætlaðir til matna.

______________________________

Staður

____________________

Dagfesting

_________________________________

Undirskrift hjá innflytara/ábyrgdarpersóni

________________________

(Navn við spjaldrastavum)

”

5) Aftaná fylgiskjal 2 verður sett sum nýtt fylgiskjal 3:

”Fylgiskjal 3

Model commercial document for import of fish or fishery products

to be used as bait to Faroe Islands from third countries

Consignor:

Name:

Adress:

Postal code:

Consignee:

Name:

Adress:

Postal code:

Country Origin

ISO code

Region of origion

Code

Country of destination:

ISO code

Place of origin – establishment of origin:

Name:

Adress:

Registration number:

Place of loading:

Date of departure:

Means of transport:

Aeroplane Ship Railway wagon

Road vehicle Other

Identification:

Documentary references:

Entry BIP in Faroe Islands

Name and adress:

Description of commodity / Identification of the commodities:

Species (scientific name):

Catching area and period:

Commody code (custom tariff)

Quantity:

Temperature of product:

Ambient Chiled Frozen

Number of packages:

Identification of container/sela number:

Type of packaging:

Commodities certified for:

Non human consumption – for use as bait:

I, the undersigned person responsible for the load detailed above, certify that to the best of my knowledge and belief the statements made in this document are true and complete.

Place and date of declaration:

Name and function (in capitals):

Signature:________________________________________________________________________

”

6) Aftaná fylgiskjal 3 verður sett sum nýtt fylgiskjal 4:

“Fylgiskjal 4

Krøv til heilsuváttanir í sambandi við innflutning av hoyggi úr Íslandi:

Íslendski embætisdjóralækni skal vátta:

· Úr hvørjum øki hoyggið er

· At bøurin ikki er taðaður við tøðum frá húsdjórum

· At eingi djór hava verið á beiti á bønum

· At ongar veterinerar avmarkingar, sum eru grundaðar á djórasjúkur, eru í økinum, har hoyggið er hoyggjað

· At sjúkurnar rinderpest og munn- og kleyvsjúku ikki hava verið í økinum seinastu 12 mánaðirnar, og at eingin koppseting fyri hesar sjúkur hevur verið seinastu 12 mánaðirnar

· At eingin fráboðan um sjúkur, sum skylda er at fráboða, hava verið í økinum ella innan fyri ein radius upp á 10 km frá økinum seinastu 30 dagarnar

· At hoyggj frá hesum bøi verður roknað frítt fyri paratuberkulosu, ridluskriða og aðar smittandi djórasjúkur

Hoyggið skal verða flutt í bingju ella í aðrari flutningseind, sum skal verða seglað. Nnummar á flutningseind og seglnummar skulu standa á váttanini. Váttanin skal vera dagfest og undirskrivað av embætisdjóralækna.”

7) Fylgiskjal 3 og 4 verða hereftir fylgiskjal 5 og 6.

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Vinnumálaráðið, 14. september 2011 Johan Dahl (sign.) landsstýrismaður / Arne Poulsen (sign.)

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙