Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
8. mars 2006 Nr. 12
Kunngerð um broyting í kunngerð um veterinert eftirlit í sambandi við samhandil, inn- og útflutning av djóraúrdráttum og øðrum úrdráttum, sum ikki eru ætlaðir til matna v.m.
§ 1 Í kunngerð nr. 58 frá 30. apríl 2002 um veterinert eftirlit í sambandi við samhandil, inn- og…
Í kunngerð nr. 58 frá 30. apríl 2002 um veterinert eftirlit í sambandi við samhandil, inn- og útflutning av djóraúrdráttum og øðrum úrdráttum, sum ikki eru ætlaðir til matna, verða hesar broytingar gjørdar: 1) Í § 12 verður aftaná stk. 1, sum nýtt stykki sett: “Stk. 2. Tó kann embætisdjóralæknin á BIP-støðini geva loyvi til, at vørur úr djórum úr triðjalandi verða lossaðar í Tórshavnar havn við hesum treytum: 1) Loyvið skal verða tíðaravmarkað til í mesta lagi 1 ár í senn. Tað skal verða galdandi fyri ein ávísan innflytara, fyri ein ella fleiri ávísar vørubólkar og fyri innflutning frá einum ella fleiri ávísum triðjalondum, 2) vøran skal koma til Føroya í innsiglaðari bingju, kassa ella tílíkum. Seglið skal verða veterinert myndugleikasegl, sum skal svara til seglið á heilsuváttanini, ið skal fylgja við vøruni, 3) embætisdjóralæknin skal gera skjala- og samleikaeftirlit í havnini, har sendingin verður lossað, 4) sendingar, sum lúka skjala- og samleikaeftirlitið, sbr. nr. 3, skulu beinan vegin verða sendar nærmastu BIP-støð til fysiskt eftirlit, 5) flutningstíðin til nærmastu BIP-støð skal ikki verða longri enn 1 tíma, 6) á nærmastu BIP-støð skal embætisdjóralæknin gera fysiskt eftirlit við sendingini, og 7) bert sendingar, sum lúka fysiska eftirlitið, sbr. nr. 6, skulu verða latnar leysar.” Stk. 2-3 verða hereftir stk. 3-4. 2) § 39, stk. 1, nr. 2 verður orðað soleiðis: “ikki ger eftir boðunum eftir § 12, stk. 4, § 32, stk. 1-2, § 34, stk. 1, § 35, stk. 1-3 ella § 36, stk. 2, ella” 3) § 39, stk. 1, nr. 3 verður orðað soleiðis: “ikki heldur treytir samsvarandi § 12, stk. 2, § 14, stk. 2, § 20, stk. 1 ella 3, § 21, stk. 1, 2 ella 5, § 22, stk. 1 ella stk. 5, 1. pkt. ella stk. 6-7 ella stk. 9-11, § 23, stk. 1-2, § 28, stk. 5 ella § 30, stk. 1 ella 6.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Vinnumálaráðið, 8. mars 2006 Bjarni Djurholm (sign.) landsstýrismaður / Arne Poulsen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.