Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
22. august 2022 Nr. 119
Kunngerð frá Sjóvinnustýrinum um lastalinjur og fríborð
Við heimild í § 2, stk. 2 , § 7, stk. 1 og § 49, stk. 2 í løgtingslóg nr. 165 frá 21. desember 2001 um trygd á sjónum, sum broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 30. mai 2011, løgtingslóg nr. 61 frá 17. mai 2013 og løgtingslóg nr. 122 frá 15. desember 2014, verður ásett:
Virkisøki o.a.
§ 1 Kunngerðin er galdandi fyri skip í heimasigling og altjóða sigling. Hesi skip skulu lúka…
Kunngerðin er galdandi fyri skip í heimasigling og altjóða sigling. Hesi skip skulu lúka treytirnar í altjóða Lastalinju-sáttmálanum frá 1966, við seinni broytingum, sbrt. skjal 1, uttan so annað er ásett í hesi kunngerð, sbr. tó stk. 3. Stk. 2. Skip, ið eru undir 24 m skulu lúka treytirnar í §§ 4-6 í hesi kunngerð ístaðin fyri Lastalinju-sáttmálan. Stk. 3. Skip, ið eru 24 m til longdar ella meira, har kjølurin er strektur áðrenn 1. januar 2002 og sum einans sigla í heimasigling, skulu halda higartil galdandi reglur. Stk. 4. Skip, ið eru undir 24 m til longdar, har kjølurin er strektur áðrenn 1. januar 2002, skulu halda higartil galdandi reglur. Hesi skip skulu harafturat lúka ásetingarnar í § 6, stk. 7 ella stk. 8, í hesi kunngerð. Allýsingar
§ 2 Í hesi kunngerð merkir
Í hesi kunngerð merkir: 1) Longd: Sum allýst í art. 3 í Lastalinju-sáttmálanum í skjali 1. 2) Altjóða sigling: Ferð frá landi við skipi, sum er fevnt av SOLAS-sáttmálanum, til eina útlendska havn ella umvent. Ferðir millum Danmark og Føroyar, og millum Danmark og Grønland og eisini millum Føroyar og Grønland ella millum tvær útlendskar havnir eru at rokna sum altjóða sigling. 3) Heimasigling: Sigling sum ikki er altjóða sigling. 4) Góðkent klassafelag: Eitt felag, sum Sjóvinnustýrið hevur góðkent til at fremja sýn av skipum. Undantøk
§ 3 Útyvir tey undantøk, ið eru nevnd í art. 6 í Lastalinju-sáttmálanum í skjali 1, kann…
Útyvir tey undantøk, ið eru nevnd í art. 6 í Lastalinju-sáttmálanum í skjali 1, kann Sjóvinnustýrið geva undantøk frá ásetingum, um tað fyri einstaka skipið er galdandi: 1) at skipið einans er í heimasigling, og 2) at sigling í tillutaðum siglingarøki er í so mikið vardum øki, at full nýtsla av reglunum vil vera órímilig ella óneyðug. Merking
§ 4 Lastalinjumerkið kann frámerkja við bókstavum tann, ið hevur útgivið altjóða…
Lastalinjumerkið kann frámerkja við bókstavum tann, ið hevur útgivið altjóða lastalinjuloyvisbrævið soleiðis: 1) Tá Sjóvinnustýrið útgevur loyvisbrævið, verður tað merkt F-L (Føroysk Lastalinja). 2) Tá eitt góðkent klassafelag útgevur loyvisbrævið, verður tað merkt við bókstavunum hjá felagnum. 3) Á skipum, sum skifta flagg ella góðkent klassafelag kann verða góðtikið, at verandi bókstavir verða varðveittir. Stk. 2. Á framstavni og hekku verða sett djúpgangsmerki í desimetrum á báðum síðum. Merkini verða sett so nær perpendikulærunum sum møguligt. Sýn og loyvisbræv
§ 5 Viðurskifti viðvíkjandi fríborði verða sýnað sbrt. art. 14 í Lastalinju-sáttmálanum í skjali 1
Viðurskifti viðvíkjandi fríborði verða sýnað sbrt. art. 14 í Lastalinju-sáttmálanum í skjali 1. Stk. 2. Loyvisbræv verður útskrivað skipum, sum eru sýnað og merkt í samsvari við Lastalinju-sáttmálan, og sum lúka treytirnar í hesi kunngerð. Stk. 3. Gildi og gildistíð eru sum ásett í art. 19 í Lastalinju-sáttmálanum í skjali 1. Fríborðsviðurskifti fyri skip undir 24 m til longdar
§ 6 Skip sum eru undir 24 m til longdar skulu hava eitt trygdarstøði, sum lýkur treytirnar í…
Skip sum eru undir 24 m til longdar skulu hava eitt trygdarstøði, sum lýkur treytirnar í Lastalinju-sáttmálanum. Stk. 2. Fríborð verður lutað út frá treytum í Lastalinju-sáttmálanum við fyriliti fyri skrokkstyrkini á skipinum, stabiliteti, flótievni og siglingarøki. Stk. 3. Fríborð verður ásett út frá einum tabelfríborði á 200 mm og verður rættað við teimum viðkomandi parametrunum í Lastalinju-sáttmálanum. Har parameturvirði ikki beinleiðis kunnu úrleiðast úr Lastalinju-sáttmálanum, verða virði fyri skip á 24 m ella longri brúkt. Stk. 4. Fríborð eigur fyri farmaskip vanliga ikki at vera minni enn 150 mm. Tó kann, undir serligum umstøðum og við atliti til árstíð og longd á ferðini, loyvast eitt minni fríborð, men má hetta ongantíð vera minni enn 50 mm. Stk. 5. Dekslinja og fríborðmerki verða merkt sum ávíst í Lastalinju-sáttmálanum fyri eitt lastalinjumerki, men uttan bókstavir sum vísa til tann, ið hevur útgivið fríborðsloyvisbrævið. Á minni skipum kann fríborðsmerkið hava ein minni diametur, tó ikki minni enn 200 mm í diametri uttaná. Stk. 6. Á framstavni og hekku verða sett djúpgangsmerki í desimetrum á báðum síðum. Merkini verða sett so nær perpendikulærunum sum møguligt. Stk. 7. Sjóvinnustýrið ella eitt góðkent klassafelag tilskila góðkenda fríborðið á National Cargo Ship Safety Certificate fyri farmaskip, tá tað við einum nøktandi sýni er tryggjað, at hendan fyriskipanin er hildin. Fríborðsviðurskifti verða annars sýnað í sambandi við endurnýggjan av National Cargo Ship Safety Certificate fyri farmaskip. Stk. 8. Á ferðamannaskipum tilskilar Sjóvinnustýrið ella eitt góðkent klassafelag góðkenda fríborðið í fríðborðsloyvisbrævið, tá tað við einum nøktandi sýni er tryggjað, at hendan fyriskipan er hildin. Fríborðsviðurskifti verða annars sýnað í sambandi við endurnýggjan av Passenger Ship Safety Certificate fyri ferðamannaskip. Revsiásetingar o.a.
§ 7 Brot á §§ 1 og 6 verður revsað við sekt ella fongsli í upp til 1 ár
Brot á §§ 1 og 6 verður revsað við sekt ella fongsli í upp til 1 ár. Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
§ 8 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Konstruktiónskrøvini í teimum higartil galdandi ásetingunum eru framvegis galdandi fyri verandi skip, um ikki annað er ásett í hesi kunngerð. Sjóvinnustýrið, 22. august 2022 Hans Johannes á Brúgv (sign.) / Gunnvá S. á Lofti (sign.) Skjal 1 1) Den Internationale Konvention om Lastelinier fra 1966, som ændret ved protokollen af 1988 med senere ændringer (Lasteliniekonventionen) 1) Skjal 1 er ikki lagt út á logir.fo, men er at finna í Kunngerðablaðnum, sí vinstra bredda á logir.fo, og á Regluportalinum hjá Sjóvinnustýrinum.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.