Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

18. desember 2008 Nr. 119

Kunngerð um skrá yvir løggildar og skrásettar grannskoðarar

Við heimild í § 5, stk. 1 og § 26, stk. 2 í løgtingslóg nr. 116 frá 11. desember 2007 um løggildar og skrásettar grannskoðarar (grannskoðaralógin) verður ásett:

Virkisøki

§ 1 Skráseting Føroya førir eina almenna skrá yvir løggildar og skrásettar grannskoðarar og…

Skráseting Føroya førir eina almenna skrá yvir løggildar og skrásettar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir, jbr. § 12, stk. 1 í grannskoðaralógini. Stk. 2. Grannskoðari, ið ikki er skrásettur á einum grannskoðanarvirki, sum er í skránni, kann ikki grannskoða og heldur ikki átaka sær váttanaruppgávur eftir § 1, stk. 2 í grannskoðaralógini. Stk. 3. Eitt grannskoðanarvirki ella skrivstova, sum ikki er skrásett í skránni, kann ikki verða valt til grannskoðara í einum virki, sum skal grannskoðast sambært § 135 í ársroknskaparlógini. Innihaldið í skránni

§ 2 Í skránni eru upplýsingar um

Í skránni eru upplýsingar um: 1) Navn og bústað hjá grannskoðanarvirkinum. 2) Slag av virki (partafelag, smápartafelag, samløgupartafelag, íognarfelag ella einstaklingavirki). 3) Slag av grannskoðanarvirki (løggilt ella skrásett). 4) Navn, bústað og postnummar fyri hvørt skrivstovustað hjá virkinum. 5) Navn og heiti (løggildur ella skrásettur) á starvandi grannskoðarum, upplýsingar um skrivstovustað hjá grannskoðarum, sum starvast á virkinum og dagfesting fyri starvsbyrjan. Skráseting

§ 3 Tey í § 1, stk. 1 nevndu grannskoðanarvirkir skulu skrásetast í skránni

Tey í § 1, stk. 1 nevndu grannskoðanarvirkir skulu skrásetast í skránni. Stk. 2. Í sambandi við at eitt virki verður skrásett og í sambandi við seinni broytingar í upplýsingum, skulu upplýsingarnar í § 2, nr. 1-5 skrásetast.

§ 4 Skyldan at skráseta tær í § 2 nevndu upplýsingar áliggur leiðsluni í grannskoðanarvirkinum

Skyldan at skráseta tær í § 2 nevndu upplýsingar áliggur leiðsluni í grannskoðanarvirkinum. Stk. 2. Grannskoðanarvirkir skráseta seg, og skráseta broytingar við at senda skrásetingarskjal til Skráseting Føroya. Freistir

§ 5 Grannskoðanarvirkir, sum eru stovnað, áðrenn henda kunngerð kemur í gildi, skulu í seinasta lagi…

Grannskoðanarvirkir, sum eru stovnað, áðrenn henda kunngerð kemur í gildi, skulu í seinasta lagi 1 mánað eftir ígildiskomuna skrásetast hjá Skráseting Føroya. Stk. 2. Grannskoðanarvirkir, sum eru stovnað eftir, at kunngerðin er komin í gildi, skulu í seinasta lagi 14 dagar eftir stovnanina skrásetast hjá Skráseting Føroya. Stk. 3. Broytingar í upplýsingum í skránni skulu skrásetast ella vera fráboðaðar í seinasta lagi 2 vikur eftir lógliga avgerð um broytingina ella í seinasta lagi 2 vikur eftir, at virksemið er byrjað ella endað. Revsi- og ígildiskomureglur

§ 6 Brot á § 5 verður revsað við bót

Brot á § 5 verður revsað við bót. Stk. 2. Feløg v.m. (løgfrøðiligir persónar) kunnu revsast eftir ásetingunum í kap. 5 í revsilógini.

§ 7 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Vinnumálaráðið, 18. desember 2008 Johan Dahl (sign.) landsstýrismaður / Arne Poulsen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙