Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
18. november 2005 Nr. 119
Kunngerð um útflutning av viðgjørdum seyðaskinnum og neytahúðum til Evropeiska Samveldið (ES), sum broytt við kunngerð nr. 161 frá 20. sesember 2005
1) Við heimild í § 17, § 39, stk. 1 og § 48, stk. 2 og stk. 3 í løgtingslóg nr. 16 frá 23. februar 2001 um djórasjúkur (um fyribyrging og niðurberjing av sjúkum hjá djórum og um marknaeftirlit við djórum og djóraúrdráttum) verður ásett:
§ 1 Kunngerðin ásetur reglur fyri veterinert eftirlit við viðgjørdum seyðaskinnum og neytahúðum, sum…
Kunngerðin ásetur reglur fyri veterinert eftirlit við viðgjørdum seyðaskinnum og neytahúðum, sum ætlanin er at útflyta til ES.
§ 2 Viðgjørd seyðaskinn og neytahúðir, sum ætlanin er at útflyta til ES, skulu verða viðgjørd á ein…
Viðgjørd seyðaskinn og neytahúðir, sum ætlanin er at útflyta til ES, skulu verða viðgjørd á ein av fylgjandi háttum: 1) turkað, 2) turr- ella vátsaltað í minsta lagi í 14 dagar, áðrenn tey verða send, 3) saltað í 7 dagar í havsalti, har 2% natriumcarbonat er tilsett, ella 4) turkað í 42 dagar við í minsta lagi 20o C. Stk. 2. Viðgjørd seyðaskinn og neytahúðir, sum ætlanin er at útflyta til ES, skulu ikki stava frá: 1) seyði ella neytum, sum hava klinisk tekin um sjúku, ið kann smitta dýr ella menniskju, 2) seyði ella neytum, sum eru slátrað í sambandi við niðurberjing av epizootiskari sjúku, 3) seyði, sum stavar frá garði ella hagaparti, har klinisk tekin hava verið um ridluskriða (scrapie) seinastu 3 árini, ella 4) neytum, sum stava frá garði ella fenaði, har klinisk tekin hava verið um neytaøði (BSE) seinastu 3 árini. Stk. 3. Undir og eftir viðgerðina í stk. 1 skulu viðgjørd seyðaskinn og neytahúðir verða goymd í læstum høli ella bingju, so samband við livandi dýr ikki er møguligt.
§ 3 Tá viðgjørd seyðaskinn og neytahúðir verða latin góðkendari skinnmóttøku, ella tá sending við…
Tá viðgjørd seyðaskinn og neytahúðir verða latin góðkendari skinnmóttøku, ella tá sending við viðgjørdum seyðaskinnum og neytahúðum verður innsiglað, skal eigarin undirskriva eina váttan sambært fylgiskjali 1. Stk. 2. Skinnmóttøkan skal goyma váttanina, nevnd er í stk. 1, í 3 ár.
§ 4 Skinnmóttøkan skal halda skil á seyðaskinnum og neytahúðum, sum tikið verður ímóti, hvaðani tey…
Skinnmóttøkan skal halda skil á seyðaskinnum og neytahúðum, sum tikið verður ímóti, hvaðani tey koma, hvat slag talan er um, og hvussu nógvum skinnum ella húðum tikið verður ímóti. Stk. 2. Í sambandi við útflutning av viðgjørdum seyðaskinnum og neytahúðum skal skinnmóttøkan geva eina útflutningsváttan sambært fylgiskjali 2 fyri hvørja sending. Stk. 3. Skinnmóttøkan skal goyma útflutningsváttanina, nevnd er í stk. 2, í 3 ár.
§ 5 Viðgjørd seyðaskinn og neytahúðir, sum ætlanin er at útflyta til ES, skulu verða goymd í læstari…
Viðgjørd seyðaskinn og neytahúðir, sum ætlanin er at útflyta til ES, skulu verða goymd í læstari bingju, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan skal innsigla. Stk. 2. Tíðarfreistirnar í § 2, stk. 1, nr. 2-4 eru galdandi frá tí degi, tá Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur innsiglað bingjuna. Stk. 3. Innsiglað bingja skal í fyrsta lagi verða send av landinum 21 dagar eftir, at hon er innsiglað. Tó kann flutningstíðin úr Føroyum til viðkomandi ES-land verða roknað við í teir 21 dagarnar, um so er, at flutningsfelagið hevur boðað frá, hvussu long flutningstíðin verður.
§ 6 Í sambandi við innsigling av bingjum við viðgjørdum seyðaskinnum og neytahúðum, skal…
Í sambandi við innsigling av bingjum við viðgjørdum seyðaskinnum og neytahúðum, skal Heilsufrøðiliga starvsstovan hava eftirlit við, at samsvar er millum váttanina í § 3, stk. 1 og útflutningsváttanina í § 4, stk. 2.
§ 7 Grundað á váttanina í § 3, stk. 1 og útflutningsváttanina í § 4, stk. 2 skal Heilsufrøðiliga…
Grundað á váttanina í § 3, stk. 1 og útflutningsváttanina í § 4, stk. 2 skal Heilsufrøðiliga starvsstovan geva eina almenna váttan sambært fylgiskjali 3 til hvørja sending við viðgjørdum seyðaskinnum ella neytahúðum, sum verður útflutt til ES-land. Stk. 2. Almenna váttanin skal fylgja við sendingini við viðgjørdum seyðaskinnum og neytahúðum, tá hon verður útflutt úr Føroyum. Stk. 3. Eitt avrit av almennu váttanini skal verða goymt á skinnmóttøkuni í 3 ár. Stk. 4. Eitt avrit av almennu váttanini við tilhoyrandi útflutningsváttan og eigaraváttan skal verða goymt á Heilsufrøðiligu starvsstovuni í 3 ár.
§ 8 Heilsufrøðiliga starvsstovan skal hava eftirlit við heilsufrøðiligum viðurskiftum á skinnmóttøkum
Heilsufrøðiliga starvsstovan skal hava eftirlit við heilsufrøðiligum viðurskiftum á skinnmóttøkum.
§ 9 Heilsufrøðiliga starvsstovan kann krevja eitt gjald, sum dekkar veruligu útreiðslurnar í sambandi…
Heilsufrøðiliga starvsstovan kann krevja eitt gjald, sum dekkar veruligu útreiðslurnar í sambandi við góðkenning og eftirlit við skinnmóttøku, og fyri at almennar játtanir verða givnar í sambandi við viðgerð av seyðaskinnum og neytahúðum.
§ 10 Við bót verður tann revsaður, sum brýtur reglarnar í §§ 2-4, § 5, stk. 1 og 3 og § 7, stk. 2-3
Við bót verður tann revsaður, sum brýtur reglarnar í §§ 2-4, § 5, stk. 1 og 3 og § 7, stk. 2-3. Stk. 2. 1) Fyri brot, sum verða framd av løgfrøðiligum persóni, sum t.d. partafelag ella lutafelag, kann tann løgfrøðiligi persónurin verða sektaður sum slíkur.
§ 11 Hendan kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Hendan kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Vinnumálaráðið, 18. november 2005 Bjarni Djurholm (sign.) landsstýrismaður / Arne Poulsen (sign.) Fylgiskjal 1 Eigaraváttan í sambandi við at seyðaskinn og oksahúðir verða latin skinnmóttøku ella í sambandi við innsigling av sending (sbr. § 3, stk. 1) Verður útfylt av skinnmóttøkuni Nummar á eigaraváttan: Verður útfylt av seyða- og/ella neytaeigara Upprunaskipan (besætning): navn, bústaður og telefonnummar eigarans: matrikkulnummar á garðinum: navn á hagapartinum (bert um talan er um seyðaskinn): Nøgd á skinnum og húðum: nøgd av seyðaskinnum: nøgd av neytahúðum: Hvussu eru skinnini og húðirnar viðgjørd? (set kross): turkað: turr- ella vátsaltað: saltað í havsalti við 2 % natriumcarbonat: turkað í í minsta lagi 20o C: Dato, tá viðgerin byrjaði: Undirritaði eigari av áðurnevndu seyðaskinnum og neytahúðum vátti við hesum: 1) at skinnini/húðirnar stava frá áðurnevndu skipan, flokki og/ella hagaparti, 2) at skinnini/húðirnar eru viðgjørd, sum áður nevnt, 3) at skinnini/húðirnar, eftir at viðgerin byrjaði, hava verið goymd, har dýr ikki sleppa framat, 4) at skinnini/húðirnar ikki stava frá seyði ella neytum, sum, tá tey vóru slátrað, høvdu tekin um kliniska sjúku, sum kann smitta dýr ella menniskju, 5) at skinnini/húðirnar ikki stava frá seyði ella neytum, sum eru slátrað í sambandi við niðurberjing av epizootiskari sjúku, 6) at klinisk tekin um ridluskriða (scrapie) í áðurnevndu seyðaskipan ikki eru ávíst seinastu 3 árini, og 7) at klinisk tekin um neytaøði (BSE) ikki eru ávíst í áðurnevnda neytahaldi seinastu 3 árini. Staður Dato Undirskrift eigarans Fylgiskjal 2 Útflutningsváttan í sambandi við viðgjørd seyðaskinn og neytahúðir, sum ætlanin er at útflyta til ES-land (sbr. § 4, stk. 2) Verður útfylt av Heilsufrøðiligu starvsstovuni Tilvísingarnummar á almennu útflutningsváttanini: Nummar á innsigli: Verður útfylt av skinnmóttakara Seyðaskinn Neytahúðir Nummar á eigaraváttan: Tal av seyðaskinnum: Nummar á eigaraváttan: Tal av neytahúðum: Íalt: Íalt: Staður Dato Undirskrift og stempul skinnmóttøkunnar Fylgiskjal 3 Almenn váttan í sambandi við viðgerð av skinnum og húðum av jóturdýrum, sum verða send ES-landi og sum hava verið goymd í 21 dagar ella alla tíðina hava verið undir flutningi í 21 dagar áðrenn innflutningin (sbr. § 7, stk. 1) Viðmerking til innflytaran: endamálið við hesi vátta er heilsufrøðiligt, og skal váttanin fylgja við sendingini, til hon kemur til marknaeftirlitið. Tilvísingarnummar á almennu útflutningsváttanini: Hvaðar vøran ætlandi skal (navn á ES-limalandinum): Sendaraland: Ábyrgdarráð: Vinnumálaráðið Ministry of Trade and Industry FO-100 Tórshavn Ábyrgdarmyndugleiki: Food, Veterinary and Environmental Agency Heilsufrøðiliga starvsstovan Falkavegur 6, 2 sal FO-100 Tórshavn Færøerne I. Eyðmerking av skinnum og húðum: skinn og húðir av (dýraslag): slag av pakkitilfari: tal av pakkitilfari: nettovekt: innsiglingarnummar á viðkomandi bingju: II: Uppruni á skinnum og húðum: adressan, har virkið liggur: alment skrásetingarnummar hjá virkinum: III. Hvar skinnini og húðirnar ætlandi skulu: skinnini og húðirnar verða send frá: skinnini og húðirnar verða send til: skinnini og húðirnar verða send við: navn og bústaður sendarans: navn og bústaður móttakarans: IV. Heilsuváttan: Undirritaði embætisdjóralækni vátti við hesum, at áðurnevndu skinn og húðir: 1. stava frá dýrum, sum: a) ikki hava klinisk tekin um sjúku, sum kann smitta menniskju ella dýr, b) ikki eru slátrað fyri at berja niður nakra epizooti 2. eru: a) turkað, b) turr- ella vátsaltað í minsta lagi í 14 dagar, áðrenn tey vóru send, c) saltað í 7 dagar í havsalti tilsett 2 % natriumkarbonat ella d) turkað í 42 dagar í minsta lagi í 20oC, 3. ikki hava havt samband við aðra animalska vøru ella livandi dýr, sum eru ein vandi fyri spreiðing av smittandi sjúku og 4. a) beint undan at tey verða send, hava verið goymd undir almennum eftirliti separat í 21 dagar eftir viðgerð, b) eftir váttan frá flutningsfelagnum vilja verða undir flutningi í minsta lagi í 21 dagar. Skrivað hin (stað) (dato) (undirskrift embætisdjóralæknans) (navn, tittul og starv við spjaldrastavum) 1) Broytt við kunngerð nr. 161 frá 20. desember 2005.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.