Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

14. september 2011 Nr. 119

Kunngerð um broyting í kunngerð um veterinert eftirlit við innflutningi av matvørum úr djórum

§ 1 Í kunngerð nr. 24 frá 16. mars 2001 um veterinert eftirlit við innflutningi av matvørum úr djórum…

Í kunngerð nr. 24 frá 16. mars 2001 um veterinert eftirlit við innflutningi av matvørum úr djórum verða gjørdar hesar broytingar: 1) Aftaná § 1, stk. 2, verður sett sum nýtt stk. 3: ”Stk. 3. Vøra, sum verður innflutt úr teimum í fylgiskjali 18 nevndu londum, er undantikin tí veterinera eftirliti, sum annars er galdandi eftir stk. 2. Vøran skal koma frá ES-góðkendum virkjum ella frá virkjum, ið eru góðkend av íslendskum myndugleikum. Fráboðan um vøruna skal latast Heilusfrøðiligu starvsstovuni á fylgiskjali 19. Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur myndugleika at gera stakeftirlit av vøruni, t.d. um illgruni er um vanda fyri fólka- ella djóraheilsu.” Stk. 3-18 verða hereftir stk. 4-19. 2) § 2 verður orðað soleiðis: ”§ 2. Meklarar, flogfeløg, linjuagentar, flutningsfeløg, boðberafeløg o.o. skulu senda marknaeftirlitsstøðini (BIP-inum) farmayvirlit (cargomanifest) fyri eitt og hvørt skip ella flogfar, sum kemur til Føroya. Hetta er galdandi uttan mun til, um lastin ella partar av lastini verða verandi umborð, umskipað, løgd upp, innflutt ella eru í gjøgnumferð. Fráboðanin, sum týðiliga skal eyðmerkja skipið ella flogfarið og hvørja last, talan er um, skal vera marknaðeftirlitsstøðini í hendi í seinasta lagi 24 tímar áðrenn skipið ella flogfarið væntandi kemur. Stk. 2. Matvørur, sum eru partur av lastini, nevnd í stk. 1, skulu frammanundan fráboðast, sbr. § 7, uttan so, at tær verða verandi umborð. Stk. 3. Havnir, har marknaeftirlitsstøð er staðsett, skulu senda marknaeftirlitsstøðini fráboðan um, nær væntað verður, at skipini koma á havnina. Í fráboðanini skulu skipini eyðmerkjast við navni, og upplýsast skal, hvaðani skipini koma.” 3) Aftaná fylgiskjal 18 verður sett sum nýtt fylgiskjal 19: ”Fylgiskjal 19 Lond, hvørs vøra er undantikin veterinerum eftirliti eftir § 1, stk. 3 Ísland New Zealand” 4) Aftaná fylgiskjal 19 verður sett sum nýtt fylgiskjal 20: “Fylgiskjal 20 Fráboðanarskjal til innflutning av matvørum til nýtslu í Føroyum sambært § 1, stk. 3 í kunngerð nr. 24 frá 16. mars 2001 um veterinert eftirlit við innflutningi av matvørum úr djórum 1.1 Sendari (navn og bústaður): 1.2 Nummar á heilsuváttan/upprunaváttan: 1.3 Eftirlitsmyndugleikin í Føroyum: HEILSUFRØÐILIGA STARVSSTOVAN FALKAVEGUR 6, 2. HÆDD FO-100 TÓRSHAVN 1.4 Móttakari (navn og bústaður): 1.5 Upprunaland á vøruni: 1.6 Nær kemur vøran til Føroyar: 1.7 Vøruframleiðari (navn og bústaður): Løggildingarnummar: 1.8 Bingjunummar: Seglnummar: 1.9 Flutningseind: 1.10 Flutningsfyritøka (navn og bústaður): 1.11 Slag av matvørum: 1) 1.12 Nettovekt (kg): 1.13 Goymsluháttur: Fryst Kølivøra Stovuhiti 1.14 Tal av kolli: Undirritaði innflytari váttar, at innflutningurin fer fram sambært reglunum í kunngerð nr. 24 frá 16. mars 2001 um veterinert eftirlit við innflutningi av matvørum úr djórum _________________________ Staður _________________ Dagfesting _________________________________ Undirskrift hjá innflytara/ábyrgdarpersóni _________________________________ (Navn við spjaldrastavum) ”

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Vinnumálaráðið, 14. september 2011 Johan Dahl (sign.) landsstýrismaður / Arne Poulsen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙