Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
5. desember 2016 Nr. 119
Kunngerð um broyting í kunngerð um umsiting av Barsilsskipan
§ 1 Í kunngerð nr. 91 frá 31. mai 2001 um umsiting av Barsilsskipan verða gjørdar hesar broytingar
Í kunngerð nr. 91 frá 31. mai 2001 um umsiting av Barsilsskipan verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 1, stk. 2 verður 2. pkt. strikað. 2. Í § 3, stk. 3, nr. 1 verður “Læknaváttan” broytt til: “Váttan”. 3. Í § 3, stk. 3, nr. 2 verður “13 vikur” broytt til: “8 vikur”. 4. Í § 3, stk. 3, nr. 6 verður “lønarkontu” broytt til: “lønarkontu og eftirlønarkontu”. 5. Í § 4, stk. 2 verður “35.000” broytt til: “25.000”. 6. Í § 4, stk. 3 verður 2. pkt. strikað. 7. § 4, stk. 7, nr. 7 verður strikað. 8. Í § 6 verður tvær staðni “Arbeiðsloysisskipanini” broytt til: “TAKS”.
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samferðslumálaráðið, 5. desember 2016 Henrik Old (sign.) landsstýrismaður / Rúni Joensen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.