Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
31. juli 2017 Nr. 118
Kunngerð um broyting í kunngerð um fyriskipanir í sambandi við jarðhitaskipan
§ 1 Í kunngerð nr. 101 frá 15. oktober 2012 um fyriskipanir í sambandi við jarðhitaskipan, verða…
Í kunngerð nr. 101 frá 15. oktober 2012 um fyriskipanir í sambandi við jarðhitaskipan, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Heitið á kunngerðini verður orðað soleiðis: “Kunngerð um skipanir til upphiting við hitapumpum”. 2. Í § 1, stk. 1, nr. 1 verður “sbr.” broytt til: “sbrt.” 3. Í § 1, stk. 1, nr. 5 verður “hitapumpuni, og” broytt til: “hitapumpuni og”. 4. § 1, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Umsóknin, undirskrivað av góðkendum hitapumpuinnstallatøri, skal sendast kommununi.” 5. Í § 2, stk. 1 verður “§ 1, stk. 1” broytt til: “§ 1, stk. 1,”. 6. Í § 3, stk. 1 verður “nr. 1-6 og” broytt til: “nr. 1-6, og”. 7. Í § 4, stk. 1 verður “§ 1, stk. 1” broytt til: “§ 1, stk. 1,”. 8. Í § 4, stk. 1, nr. 1 verður “slangurnar” broytt til: “slangurnar,”. 9. Í § 5, stk. 1 verður “arbeiði” broytt til: “arbeiðið”. 10. Í § 5, stk. 2, nr. 1 verður “18 mánaðirnar,” broytt til: “18 mánaðirnar”. 11. Í § 5, stk. 3, nr. 2 verður “hydrogeologi,” broytt til: “hydrogeologi”. 12. Í § 5, stk. 5 verður “Jarðfeingi” broytt til: “Umhvørvisstovan”. 13. Yvirskiftin yvir § 6 verður orðað soleiðis: “Góðkenning av hitapumpuinstallatøri”. 14. Í § 6, stk. 1 verður “installatøri” broytt til: “hitapumpuinnstallatøri”. 15. Í § 6, stk. 1, nr. 3 verður “hitapumpu,”broytt til: “hitapumpu”. 16. Í § 6, stk. 2 verður “jarðhitaskipanum” broytt til: ”elriknum hitapumpuskipanum”. 17. Í § 6, stk. 3 verður “Installatørurin ella virkið” broytt til: “Hitapumpuinnstallatørurin ella virkið,”. 18. Í § 6 verður aftan á stk. 1 sum nýtt stk. sett: “Stk. 2. Ásetingarnar í stk. 1, nr. 3 og nr. 4 viðvíkjandi boriholi galda bert fyri jarðhitaskipanir.” Stk. 2-4 verður eftir hetta stk. 3-5. 19. Í § 10 verður ”Eftirlit á jarðhitaskipanina skal gerast einaferð um árið og umfatar:” broytt til: “Eftirlit á hitapumpuskipanina skal gerast eina ferð um árið og fevnir um:” 20. Í § 11 verður “Jarðfeingi” broytt til: “Umhvørvisstovan” og ”installatøri” broytt til: “hitapumpuinstallatøri”.
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Heilsu- og innlendismálaráðið, 31. juli 2017 Sirið Stenberg (sign.) landsstýrismaður / Turid Arge (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.