Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

19. juli 2019 Nr. 118

Kunngerð um broyting í kunngerð um gymnasialar miðnámsútbúgvingar (Undirvísingarkunngerðin)

(Breytarlærugrein á hugbreytini)

§ 1 Í kunngerð nr. 9 frá 22. januar 2013 um gymnasialar miðnámsútbúgvingar (Undirvísingarkunngerðin),…

Í kunngerð nr. 9 frá 22. januar 2013 um gymnasialar miðnámsútbúgvingar (Undirvísingarkunngerðin), sum broytt við kunngerð nr. 33 frá 7. apríl 2014, kunngerð nr. 58 frá 11. mai 2016, kunngerð nr. 67 frá 16. juni 2016 og kunngerð nr. 37 frá 31. mars 2017, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 4, stk. 4, nr. 1 verður strikað. Nr. 2-5 verða eftir hettar nr. 1-4. 2. Í § 8 verður sum stk. 2 sett: “Stk. 2. Um valið sbrt. § 8, stk. 1, nr. 2 ikki er danskt A, verður ein felagslærugrein, ein breytarlærugrein ella lærugreinin tónleikur, lyft frá B til A.”

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi fyri teir næmingar,…

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi fyri teir næmingar, sum byrja útbúgvingina í 1. august 2020 ella seinni. Mentamálaráðið, 19. juli 2019 Hanna Jensen (sign.) landsstýrismaður / Poul Geert Hansen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙