Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

18. desember 2008 Nr. 118

Kunngerð um grannskoðaravirksemi

Kapittul 1 Felags ásetingar

Kapittul 2 Partafeløg

Kapittul 3 Samløgupartafeløg (partnarafeløg)

Kapittul 4 Íognarfeløg

Kapittul 5 Einstaklingavirki

Kapittul 6 Revsi -, gildiskomu – og skiftireglar

Við heimild í § 5, stk. 1, § 12, stk. 7 og § 26, stk. 2 í løgtingslóg nr. 116 frá 11. desember 2007 um løggildar og skrásettar grannskoðarar (grannskoðaralógin) verður ásett:

Kapittul 1

Felags ásetingar

Virkisøki

Kapittul 1 Felags ásetingar

Henda kunngerð er galdandi fyri grannskoðaravirksemi sambært § 1, stk. 2 í grannskoðaralógini, sum bert kann fara fram á einum grannskoðanarvirki, ið er einstaklingavirki, íognarfelag, partafelag, smápartafelag ella samløgupartafelag (partnarafelag), jbr. § 12, stk. 1 í grannskoðaralógini. Navn

Grannskoðanarvirki, ið ikki verður rikið sum einstaklingavirki, skal nýta heitið íognarfelag, partafelag, smápartafelag ella samløgupartafelag (partnarafelag) í navninum. Stk. 2. Grannskoðanarvirkir skulu týðiliga í navninum tilskila, um virkið er løggilt ella skrásett grannskoðanarvirki. Grannskoðanarvirkir hava skyldu til og einkarætt til í navninum at nýta heitið løggilt ella skrásett grannskoðanarvirki. Stk. 3. Broytingar í navninum á einum grannskoðanarvirki skulu fráboðast Skráseting Føroya í seinasta lagi tvær vikur eftir, at broytingin er gjørd. Viðurskifti í sambandi við undirskrift

Tá ein grannskoðari váttar eitthvørt sambært § 1, stk 2 í grannskoðaralógini, skal umframt navnið og heitið á grannskoðaranum eisini navnið á grannskoðanarvirkinum síggjast týðiliga í sambandi við undirskriftina hjá grannskoðaranum. Eigarayvirlit

Eitt grannskoðanarvirki skal til eina og hvørja tíð hava dagført eigarayvirlit yvir allar íognarar, partaeigarar og lutaeigarar, har fult navn og starvsheiti er tilskilað, og harumframt eigara- og atkvøðupartarnir hjá grannskoðarunum eru tilskilaðir. Yvirlitið skal vera alment atkomuligt. Stk. 2. Skráseting Føroya og Grannskoðaraeftirlitið skulu til eina og hvørja tíð hava atgongd til dagførdar upplýsingar um eigara- og atkvøðupartar hjá hvørjum einstøkum luttakara. Stk. 3. Upplýsingarnar sambært stk. 1, 1. pkt. og stk. 2 skulu hjá einum parta-, smáparta - ella partnarafelagi vera í leiðslufrágreiðingini hjá felagnum. Stk. 4. Hjá likamligum persónum skal viðmerkjast, um teir eru løggildir ella skrásettir grannskoðarar, um teir eru í starvi hjá einum grannskoðanarvirki, ella um teir eru grannskoðarar, ið eru góðkendir at røkja ítøkilig grannskoðarastørv sambært § 4, stk. 2 í grannskoðaralógini. Stk. 5. Løgfrøðiligir persónar skulu hava eitt dagført eigara- ella limayvirlit, har fult navn eins og eigara- og atkvøðupartur hjá hvørjum einstøkum limi verður tilskilað. Skráseting Føroya og Grannskoðaraeftirlitið skulu til eina og hvørja tíð hava atgongd til eigara- og limayvirlitið. Stk. 6. Ásetingarnar í partafelagslógini og smápartafelagslógini eru galdandi við teimum ískoytum, sum fylgja av ásetingunum í stk. 1–5. Fráboðan um uppathald

Lýkur eitt grannskoðanarvirki ikki longur krøvini í § 12 í lógini, skal virkið ella tann, sum tekur avgerðir vegna virkið, geva Skráseting Føroya fráboðan um hesa broyting við teimum freistum, sum ganga fram av hesi kunngerð. Stk. 2. Gevst eitt grannskoðanarvirki við virkseminum av øðrum orsøkum, skal grannskoðanarvirkið ella viðkomandi, ið tekur avgerðir vegna virkið, beinanvegin fráboða hetta til Skráseting Føroya, sum síðani strikar grannskoðanarvirkið av skrásetingarlistanum yvir grannskoðanarvirkir. Kapittul 2 Partafeløg Partabrøv ella lutir latnir av hondum

Kapittul 2 Partafeløg

Partabrøv ella lutir í einum grannskoðanarvirki kunnu bert latast til ognar ella sum trygd, um leiðslan frammanundan hevur givið sítt samtykki, sí tó §§ 9 og 10. Stk. 2. Grannskoðanarvirkið skal í sínum viðtøkum áseta reglur um treytirnar fyri samtykki. Stk. 3. Tann, ið fær eitt partabræv ella lut, kann ikki nýta keypsrætt, tekningarrætt, konverteringsrætt ella líknandi, fyrr enn samtykki er fingið. Atkvøðurættur

Bert tann, ið eigur eitt partabræv ella ein lut kann nýta atkvøðurættin, ið hartil hoyrir. Stk. 2. Partaeigari ella lutahavari kann hóast ásetingina í stk. 1 lata fulltrúa umboða seg á aðalfundinum hjá grannskoðanarvirkinum. Hjá einum løggildum grannskoðara skal fulltrúin vera løggildur grannskoðari. Hjá einum skrásettum grannskoðara skal fulltrúin vera skrásettur grannskoðari. Fráboðan um uppathald

Um eitt grannskoðanarvirki ikki longur lýkur krøvini í § 12, stk. 3 í grannskoðaralógini, tí eitt ella fleiri partabrøv ella lutir eru latnir av hondum, og freistin upp á 8 vikur í § 12, stk. 6 í grannskoðaralógini ikki er lokin, skal leiðslan beinanvegin tvingsilsinnloysa partabrøvini ella lutirnar, ella taka aðra avgerð fyri at uppfylla treytirnar í grannskoðaralógini. Avgerð um at leggja um til annað virksemi enn grannskoðaravirksemi, kann bert verða tikin á aðalfundi. Tekur grannskoðanarvirkið ikki ta neyðugu avgerðina í seinasta lagi 3 mánaðir eftir, at viðurskiftini eru komin í stríð við § 12, stk. 3 í grannskoðaralógini, ella avger grannskoðanarvirkið at broyta grannskoðaravirksemið til annað virksemi, skal grannskoðanarvirkið ella viðkomandi, ið tekur avgerðir vegna virkið, beinanvegin fráboða hetta til Skráseting Føroya, sum síðani tekur grannskoðanarvirkið av skrásetingarlistanum yvir grannskoðanarvirkir. Stk. 2. Eru viðurskiftini á grannskoðanarvirkinum á annan hátt komin í stríð við § 12, stk. 3 í grannskoðaralógini, eru reglurnar í stk.1 galdandi, sí tó § 9, stk. 6 og § 10, stk. 5. Stk. 3. Lýkur grannskoðanarvirkið ikki ásetingarnar í § 12, stk. 4 í grannskoðaralógini um, at meirilutin av nevndarlimunum skulu vera løggildir ella skrásettir grannskoðarar, skal grannskoðanarvirkið innan 4 vikur hava fingið viðurskiftini í rættlag. Eru viðurskiftini ikki fingin í rættlag, tá freistin er úti, skal leiðslan beinanvegin fráboða hetta til Skráseting Føroya, sum síðani strikar grannskoðanarvirkið av skrásetingarlistanum yvir grannskoðanarvirkir. Andlát og húsagangur

Um ein partaeigari ella lutaeigari doyr, ella fer á húsagang, og grannskoðanarvirkið tí ikki longur lýkur krøvini í § 12, stk. 3 í grannskoðaralógini, hevur deyðsbúgvið ella trotabúgvið møguleika til at eiga partabrøvini ella lutirnar við teimum hartil hoyrandi atkvøðurættindum. Verður hesin møguleiki nýttur, eru ásetingarnar í stk. 3- 6 galdandi. Stk. 2. Grannskoðanarvirkið kann í sínum viðtøkum avgera, at deyðsbúgvið ella trotabúgvið ikki kann eiga partabrøv ella lutir. Stk. 3. Í deyðsbúgvum skal búgvið skiftast eftir reglunum um alment skifti. Skiftirætturin fær sær serkøna hjálp, í tann mun hetta er neyðugt, fyri at umsita ognarlutirnar hjá tí deyða í samsvari við grannskoðaralóggávuna. Stk. 4. Í trotabúgvum skal bústjórin eftir ásetingunum í konkurslógini fáa sær serkøna hjálp, í tann mun hetta er neyðugt, fyri at umsita ognarlutirnar hjá tí, sum er farin á húsagang í samsvari við grannskoðaralóggávuna. Stk. 5. Ognarrætturin sambært stk. 1 kann varðveitast, inntil trotabúgvið er skift ella endað, tó í mesta lagi í eitt ár eftir andlátið ella fútarrættaravgerðina um húsagang. Grannskoðanarvirkið skal skjótast gjørligt skipa soleiðis fyri, at krøvini í § 12, stk. 3 í grannskoðaralógini verða yvirhildin. Stk. 6. Lýkur grannskoðanarvirkið ikki krøvini í § 12, stk. 3 í grannskoðaralógini, eftir at trotabúgvið er skift ella endað, ella eftir at eitt ára freistin er farin, skal grannskoðanarvirkið ella tann, sum tekur avgerðir vegna grannskoðanarvirkið, beinanvegin fráboða hetta til Skráseting Føroya, sum síðani strikar grannskoðanarvirkið av skrásetingarlistanum yvir grannskoðanarvirkir. Verja

Kemur ein partaeigari ella lutaeigari undir verju, og grannskoðanarvirkið tí ikki longur lýkur krøvini í § 12, stk. 3 í grannskoðaralógini, hevur tann tilnevndi verjin møguleika til at røkja áhugamálini hjá partaeigaranum ella lutaeigaranum í grannskoðanarvirkinum eftir ásetingunum í stk. 3-5 í hesi grein. Stk. 2. Grannskoðanarvirkið kann í viðtøkunum áseta, at tann tilnevndi verjin ikki kann røkja áhugamálini hjá partaeigaranum ella lutaeigaranum í grannskoðanarvirkinum. Stk. 3. Um verjin ikki er grannskoðari, skal serkøn hjálp fáast til vega í tann mun tað er neyðugt fyri at røkja áhugamálini hjá partaeigaranum ella lutaeigaranum eftir grannskoðaralóggávuni. Stk. 4. Verji kann í mesta lagi røkja áhugamálini hjá partaeigara ella lutaeigara í eitt ár frá tí, at verjumálið er komið í gildi. Grannskoðanarvirkið skal skjótast gjørligt skipa soleiðis fyri, at krøvini í § 12, stk. 3 í grannskoðaralógini verða yvirhildin. Stk. 5. Lýkur grannskoðanarvirkið ikki krøvini í § 12, stk. 3 í grannskoðaralógini eftir, at eitt ára freistin er farin, skal grannskoðanarvirkið ella tann, sum tekur avgerðir vegna grannskoðanarvirkið, beinanvegin fráboða hetta til Skráseting Føroya, sum síðani strikar grannskoðanarvirkið av skrásetingarlistanum yvir grannskoðanarvirkir. Varðveitsla

Ein grannskoðari, sum letur sína tilnevning í varðveitslu, kann í mesta lagi eiga 5 prosent av kapitalpørtunum og atkvøðunum, jbr. § 12, stk. 3, 2. pkt. í grannskoðaralógini. Stk. 2. Avmarkingin í stk. 1 er tó ikki galdandi, um grannskoðarin er í starvi hjá grannskoðanarvirkinum, ella grannskoðarin hevur fingið partabrøvini ella lutirnar sum liður í einari starvsfólkaskipan, sí § 12, stk. 3, 3. pkt. í grannskoðaralógini. Kapittul 3 Samløgupartafeløg (partnarafeløg)

Kapittul 3 Samløgupartafeløg (partnarafeløg)

Ásetingarnar í kapittul 2 og 4 eru við neyðugari tillaging galdandi fyri samløgupartaeigarar (partnarafelag) og íognarar. Kapittul 4 Íognarfeløg Partur latin av hondum

Kapittul 4 Íognarfeløg

Partur í einum grannskoðaraíognarfelagi kann bert latast av hondum, um íognarfelagið frammanundan samtykkir hesum, sí tó §§ 16 og 17. Stk. 2. Grannskoðaraíognarfelagið skal í sáttmálanum fyri íognarfelagið áseta nærri reglur um treytirnar fyri samtykki. Atkvøðurættur

Bert eigarin kann nýta atkvøðurættin, ið er knýttur at einum parti. Stk. 2. Ein íognari kann hóast orðaljóðið í stk. 1 lata ein fulltrúa umboða seg. Hjá einum løggildum grannskoðara skal fulltrúin vera løggildur grannskoðari. Hjá einum skrásettum grannskoðara skal fulltrúin vera skrásettur grannskoðari. Fráboðan um uppathald

Eitt grannskoðaraíognarfelag skal í seinasta lagi 3 mánaðir eftir, at viðurskiftini í íognarfelagnum eru komin í stríð við § 12, stk. 2 í grannskoðaralógini, lúka treytirnar ella taka avgerð um, at grannskoðaravirkið fer at reka annað virksemi enn grannskoðaravirksemi. Um grannskoðaraíognarfelagið ikki tekur ta neyðugu avgerðina í seinasta lagi, tá freistin er úti, ella um grannskoðaraíognarfelagið tekur avgerð um at fara í gongd við annað virksemi, skal grannskoðaraíognarfelagið ella tann, ið tekur avgerðir vegna grannskoðaraíognarfelagið, beinanvegin fráboða hetta til Skráseting Føroya, sum síðani strikar grannskoðaraíognarfelagið av skrásetingarlistanum yvir grannskoðanarvirkir. Stk. 2. Um eitt grannskoðaraíognarfelag ikki lýkur krøvini í § 18, stk. 2, viðvíkjandi krøvum um meiriluta í leiðsluni, skal grannskoðaraíognarfelagið í seinasta lagi 4 vikur eftir fáa viðurskiftini í rættlag. Eru viðurskiftini ikki fingin í rættlag innan hesa freist, skal grannskoðaraíognarfelagið ella tann, sum tekur avgerðir vegna grannskoðaraíognarfelagið, beinanvegin fráboða hetta til Skráseting Føroya, sum síðani strikar grannskoðaraíognarfelagið av skrásetingarlistanum yvir grannskoðanarvirkir. Andlát og húsagangur

Um ein íognari doyr ella fer á húsagang, og grannskoðaraíognarfelagið tí ikki longur lýkur treytirnar í § 12, stk. 2 í grannskoðaralógini, hevur deyðsbúgvið ella trotabúgvið møguleika til at útinna rættindini hjá íognaranum í grannskoðaraíognarfelagnum. Stk. 2. Ásetingarnar í § 9 verða at nýta samsvarandi. Verja

Um ein íognari verður settur undir verju, og grannskoðaraíognarfelagið tí ikki longur lýkur krøvini í § 12, stk. 2 í grannskoðaralógini, hevur tann tilnevndi verjin møguleika til at røkja áhugamálini hjá íognaranum í grannskoðaraíognarfelagnum. Stk. 2. Ásetingarnar í § 10 verða at nýta samsvarandi. Sjálvræði

Bert íognarar, ið eru løggildir grannskoðarar í einum løggildum grannskoðaraíognarfelagi ella skrásettir grannskoðarar í einum skrásettum grannskoðaraíognarfelagi kunnu hava eftirlit við, hvussu grannskoðanar – og váttanaruppgávur verða gjørdar, jbr. § 1, stk. 2 í grannskoðaralógini. Stk. 2. Hevur grannskoðaraíognarfelagið eina leiðslu, skal meirilutin vera ávíkavist løggildir ella skrásettir grannskoðarar. Brævpappír

Fer grannskoðaravirksemi fram í einum íognarfelagi, skal tað tilskilast á brævpappírinum, hvør er íognari, ella hvar upplýsingar um íognararnar hjá felagnum kunnu fáast. Navnið á løgfrøðiligum persónum skal tilskilast á brævpappírinum. Íognarsáttmálin

Í einum grannskoðaraíognarsáttmála kunnu reglur m.a. ásetast um 1) hvussu grannskoðaraíognarfelagið sleppur undan at koma í stríð við § 12, stk. 2 í grannskoðaralógini, um ein íognari kemur inn í felagið, fer úr felagnum, úrloysn, doyr, fer á húsagang eller kemur undir verju, 2) innkalling til íognarafund í teimum førum, har eigaratreytirnar í § 12, stk. 2 í grannskoðaralógini ikki eru hildnar, 3) hvør kann halda fram við grannskoðaravirksemi í teimum førum, har ein íognari fer úr virkinum, loysist úr virkinum v.m., 4) fráboðan av freist í sambandi við, at ein íognari fer úr felagnum, 5) freist fyri aftursvari í sambandi við áheitan um samtykki til at avhenda ein part, 6) nær ein tvingsilsúrloysn kann fara fram, og 7) at skuldarbinding hjá einum íognara ikki kann avmarkast. Kapittul 5 Einstaklingavirki

Kapittul 5 Einstaklingavirki

Um tann, ið eigur eitt grannskoðaraeinstaklingavirki, doyr ella fer á húsagang, hevur deyðsbúgvið ella trotabúgvið møguleika til at koma í eigarans stað í virkinum. Ásetingarnar í § 9 verða at nýta samsvarandi. Stk. 2. Um tann, ið eigur eitt grannskoðaraeinstaklingavirki, kemur undir verju, hevur tann tilnevndi verjin møguleika til at røkja áhugamálini hjá eigaranum í grannskoðanarvirkinum. Ásetingarnar í § 10 verða at nýta samsvarandi. Kapittul 6 Revsi -, gildiskomu – og skiftireglar Revsing

Kapittul 6 Revsi -, gildiskomu – og skiftireglar

Brot á §§ 2- 6, § 8, stk. 1 og 3, § 9, stk. 1, 5 og 6, § 10, stk. 1, 4 og 5, § 11, stk. 1, § 13, § 15, § 18 og § 19 í hesi kunngerð verður revsað við bót. Stk. 2. Virkir v.m. (løgfrøðiligir persónar) kunnu revsast eftir ásetingunum í kap. 5 í revsilógini. Gildiskoma

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Skiftisásetingar

Grannskoðari í einum grannskoðarapartafelagi ella smápartafelagi, sum hevur latið sína tilnevning í varðveitslu, áðrenn kunngerðin kemur í gildi, kann sambært áður galdandi reglum varðveita síni partabrøv ella lutir í grannaskoðanarvirkinum í eitt 3 ára tíðarskeið innanfyri tey seinast 5 árini. Vinnumálaráðið, 18. desember 2008 Johan Dahl (sign.) landsstýrismaður / Arne Poulsen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
grannskoðaravirksemi · innanhýsis
Galdandi · 6. september 2010

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙