Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
16. desember 2010 Nr. 118
Kunngerð um ozonoyðandi evni
Við heimild í §§ 7, 8, 34 a, 34 d og 72 í løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvisvernd, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 128 frá 22. desember 2008 og §§ 15, 29 og § 45 í løgtingslóg nr. 59 frá 17. mai 2005 um verju av havumhvørvinum, verður ásett:
§ 1 Endamálið við hesi kunngerð er at verja ozonlagið við at steðga nýtsluni og útlátið av…
Endamálið við hesi kunngerð er at verja ozonlagið við at steðga nýtsluni og útlátið av ozonoyðandi evnum. Virkisøki
§ 2 Kunngerðin er galdandi fyri øll ozonoyðandi evni
Kunngerðin er galdandi fyri øll ozonoyðandi evni. Stk. 2. Kunngerðin er bæði galdandi fyri rein evni, blandingar, vørur og útbúnað, ið innihalda ozonoyðandi evni. Stk. 3. Kunngerðin er galdandi fyri framleiðslu, innflutning, útflutning, marknaðarføring, nýtslu, goymslu, burturbeining, endurvinning, endurnýtslu, endurvirking og fyribeining av ozonoyðandi evnum. Stk. 4. Kunngerðin er galdandi fyri persónar, virki og fyritøkur, tað verið seg á landi, umborð á skipum, skrásett í Føroyum, og havstøðum á føroyskum landgrunnsøki. Stk. 5. Ásetingar í hesi kunngerð skúgva ikki til viks møguligar ásetingar í lóggávu annars um ozonoyðandi evni. Allýsingar
§ 3 Heitini í hesi kunngerð verða nýtt á henda hátt
Heitini í hesi kunngerð verða nýtt á henda hátt: 1) Ozonoyðandi evni: Eru evni, ið bróta niður ozonlagið, og sum eru nevnd í fylgiskjali 1. 2) Blandingar: Blandingar, har innihaldið av ozonoyðandi evnum er hægri enn 1%. 3) CFC: Stytting fyri chlorfluorcarbonir, sum eru ozonoyðandi evni, sí bólk I í fylgiskjali 1. 4) Halón: Sløg av ozonoyðandi evnum, sbrt. fylgiskjali 1. 5) HCFC: Stytting fyri hydrochlorfluorcarbonir, sum eru ozonoyðandi evni, sí bólk VIII í fylgiskjali 1. 6) Nýtsla: At brúka ozonoyðandi evni til tænastu ella røkt, herundir áfylling av útbúnaði, vørum, ella til framleiðslu. 7) Neyðsynjarnýtsla: Nýtsla av ávísum ozonoyðandi evnum, ið eru alneyðug, hóast nýtslan annars ikki er loyvd. 8) Marknaðarføring: At lata ella bjóða ozonoyðandi evni, vøru ella útgerð við ozonoyðandi evni til triðjamann, annaðhvørt ókeypis ella fyri eina ávísa upphædd. 9) Endurvinning: Tá ozonoyðandi evni í sambandi við tænastu, røkt ella áðrenn fyribeining verða savnaði, eitt nú úr vørum og útbúnaði, og goymd. 10) Endurnýtsla: Tá endurvunnin ozonoyðandi evni, eftir eina grundreinsing, verða endurnýtt. 11) Endurvirking: Tá endurvunnin ozonoyðandi evni verða virkað til av nýggjum, so tey lúka ein standard, sum samsvarar við óbrúkt evni, við atliti at ætlaðu nýtsluni av evninum. Forboð
§ 4 Ikki er loyvt at framleiða, innflyta, útflyta, marknaðarføra ella nýta ozonoyðandi evni ella…
Ikki er loyvt at framleiða, innflyta, útflyta, marknaðarføra ella nýta ozonoyðandi evni ella vørur og útbúnað, ið innihalda ozonoyðandi evni, ella sum ikki kunnu virka uttan ozonoyðandi evni. Stk. 2. Ikki er loyvt at hava ozonoyðandi evni á transit-goymslu. Stk. 3. Ikki er loyvt at innflyta ozonoyðandi evni í einnýtisíløtum. Stk. 4. Tá undantøk vera givin sbrt. § 5, er ikki loyvt at innflyta ozonoyðandi evni ella útflyta ozonoyðandi evni til lond, ið ikki hava samtykt Montreal protokollina frá 1987 um evni, ið bróta niður ozonlagið, við seinni broytingum. Undantøk
§ 5 Forboðið í § 4, stk. 1 er ikki galdandi fyri fyritøkur og virki, tá talan er um
Forboðið í § 4, stk. 1 er ikki galdandi fyri fyritøkur og virki, tá talan er um: 1) Innflutning og útflutning av HCFC fram til 1. februar 2011. 2) Marknaðarføring og nýtslu av HCFC, sum er komin til Føroya innan gildiskomudagin fyri hesi kunngerð. 3) Innflutning, útflutning, marknaðarføring og nýtslu av endurvirkaðum HCFC fram til 31. desember 2014, tó einans til røkt og tænastu av verandi skipanum treytað av, at ílatið ella fløskan er merkt við upplýsingum um, at evnið er endurvirkað og við referensunummarinum hjá partínum, navni og bústaði hjá endurvirkingarverkinum. 4) Innflutning og útflutning av ozonoyðandi evnum og vørum við ozonoyðandi evnum, sum skulu endurvirkast, fyribeinast ella á annan hátt viðgerast. 5) Innflutning av halónum, tó einans í sambandi við neyðsynjarnýtslu. 6) Nýtslu av vørum og útbúnaði, sum eru fingin til vega lógliga, og áðrenn gildiskomudagin fyri hesi kunngerð, og sum ikki eru fevnd av forboðsásetingini í § 6. Nýtsluforboð o.a.
§ 6 Køliútbúnaður, vørur og annar útbúnaður, sum inniheldur CFC, og sum verður brúktur til vinnulig…
Køliútbúnaður, vørur og annar útbúnaður, sum inniheldur CFC, og sum verður brúktur til vinnulig endamál, skal vera tikin úr nýtslu innan 1. juni 2011. Stk. 2. Eldsløkkiskipanir, eldsløkkjarar og aðrar vørur og útbúnaður, sum innihalda halón, undantikið vørur og útbúnaður til neyðsynjarnýtslu, skal vera tikin úr nýtslu innan 31. desember 2013. Stk. 3. Køliútbúnaður, vørur og annar útbúnaður, sum inniheldur HCFC, og sum verður brúktur til vinnulig endamál, skal vera tikin úr nýtslu innan 31. desember 2016. Stk. 4. Tá útbúnaður, sum ikki kann virka uttan ozonoyðandi evni, verður broyttur soleiðis, at kølimegin økist, ella tá nýggjur útbúnaður verður keyptur, skal, í tann mun tað er møguligt, vera skift yvir til útbúnað, ið ikki brúkar ozonoyðandi evni ella onnur umhvørvisskaðilig evni. Loyvi og umsókn
§ 7 Innflutningur og útflutningur sbrt. § 5 kann ikki fara fram uttan loyvi frá Umhvørvisstovuni
Innflutningur og útflutningur sbrt. § 5 kann ikki fara fram uttan loyvi frá Umhvørvisstovuni. Stk. 2. Umsókn um loyvi sbrt. stk. 1 skulu sendast til Umhvørvisstovuna. Stk. 3. Umsóknir skulu í minsta lagi innihalda hesar upplýsingar: 1) Navn, bústað og V-tal hjá umsøkjara, 2) vørulýsing, herundir KN kotu, sbrt. fylgiskjali 2, 3) nøgd av evni, 4) um evni er óbrúkt, endurvunnið, endurnýtt ella endurvirkað, 5) skjalprógv um, at innflutningur av halón bert verður brúktur til neyðsynjarnýtslu, 6) navn og bústað á endurvirkingarverkinum, tá endurvirkað HCFC verður innflutt, 7) annað, sum Umhvørvisstovan metir er viðkomandi fyri innflutningin ella útflutningin. Stk. 4. Umhvørvisstovan kann í loyvinum áseta neyðugar treytir um slag, samanseting, reinleika og nøgd av ozonoyðandi evni og um nýtslu- og tíðaravmarkingar. Stk. 5. Umhvørvisstovan kann til eina og hvørja tíð broyta ella taka loyvi aftur, um so er, at reglur ella ásettar treytir sambært hesi kunngerð ikki verða hildnar, ella um tað í umsókn um loyvi eru latnar rangar ella villleiðandi upplýsingar, ella um umstøðurnar eru munandi broyttar. Stk. 6. Umhvørvisstovan kann í ítøkiligum førum sum eitt nú í sambandi við útflutning av ozonoyðandi evnum, herundir eisini sølu til skip, sum ikki eru skrásett í Føroyum, fráboða myndugleikum í viðkomandi landi. Serlig undantøk
§ 8 Í serligum føri kann Umhvørvisstovan veita treytað undantak frá § 4
Í serligum føri kann Umhvørvisstovan veita treytað undantak frá § 4. Stk. 2. Í umsókn um undantak eftir stk. 1, skal verða útgreinað, hvør ætlanin er við nýtsluni, og hví ikki ber til at nýta onnur evni, ið eru minni skaðilig fyri umhvørvið. Haraftrat skal ein ætlan leggjast fram um fyribyrgjandi tiltøk, ið gera, at minni verður latið út av hesum evnum. Burturbeining
§ 9 Vøra og útbúnaður, sum inniheldur ozonoyðandi evni, sum skal burturbeinast, skal latast til…
Vøra og útbúnaður, sum inniheldur ozonoyðandi evni, sum skal burturbeinast, skal latast til góðkendan móttakara. Stk. 2. Ikki er loyvt at viðgera, endurvirka ella fyribeina ozonoyðandi evni, uttan loyvi frá Umhvørvisstovuni sbrt. kap. 5 í løgtingslóg um umhvørvisvernd. Stk. 3. Virki, sum innflyta og selja ozonoyðandi evni, hava skyldu at taka ímóti evnunum aftur. Endurvinning og endurnýtsla
§ 10 Í sambandi við tænastuveiting, røkt ella áðrenn niðurtøku og burturbeining av vørum og útbúnaði,…
Í sambandi við tænastuveiting, røkt ella áðrenn niðurtøku og burturbeining av vørum og útbúnaði, sum innihalda ozonoyðandi evni, skulu hesi evni endurvinnast við atliti at verða burturbeind, fyribeind, endurnýtt ella endurvirkað. Hetta er eitt nú galdandi fyri sløkkiskipanir, handsløkkitól, hitapumpur, køliskipanir og køliskáp. Førleikar og útbúnaður
§ 11 Virki ella fyritøka, ið veitir tænastu ella røkir útbúnað við ozonoyðandi evnum, skal hava
Virki ella fyritøka, ið veitir tænastu ella røkir útbúnað við ozonoyðandi evnum, skal hava: a) Løggilding, góðkenning, loyvisbræv e.l. frá Sjóvinnustýrinum, Arbeiðseftirlitinum ella øðrum avvarðandi myndugleika. b) Hóskandi tól og útbúnað, egnaður til at arbeiða við ozonoyðandi evnum, herundir at endurvinna og goyma hesi evni. Útlát
§ 12 Ikki er loyvt at lata ozonoyðandi evni út í umhvørvið, eitt nú í sambandi við viðlíkahald og…
Ikki er loyvt at lata ozonoyðandi evni út í umhvørvið, eitt nú í sambandi við viðlíkahald og røkt, tá skipanir verða tiknar úr, ella undir brunavenjingum og lekakanningum. Stk. 2. Elvur leki til útlát av ozonoyðandi evnum, skal hann tettast skjótast til ber. Stk. 3. Ein og hvør, sum hevur ozonoyðandi evni, tól ella útbúnað, ið inniheldur hesi evni, um hendi, skal seta í verk øll trygdartiltøk, sum eru praktisk gjørlig, og sum kunnu fyribyrgja ella minka um útlát av ozonoyðandi evnum. Stk. 4. Útlát av ozonoyðandi evnum skulu fráboðast Umhvørvisstovuni í seinasta lagi eina viku eftir hendingina. Umhvørvisstovan kann tá biðja um nærri frágreiðing. Skráseting og innaneftirlit
§ 13 Tann, ið eigur HCFC-køliskipanir við kølifylling yvir 3 kg, skal á hvørjum ári kanna tær fyri…
Tann, ið eigur HCFC-køliskipanir við kølifylling yvir 3 kg, skal á hvørjum ári kanna tær fyri lekar. Um kølifyllingin er yvir 30 kg, skal kanning gerast í minsta lagi hvørt hálvár. Um kølifyllingin er yvir 300 kg skal kannast í minsta lagi hvønn ársfjórðing. Stk. 2. Tann, ið eigur HCFC køliskipanir, skal meta um árliga leka frá skipanini. Er lekin meiri enn 25% av fyllingini, skal Umhvørvisstovan hava frágreiðing um, hvussu lekin er íkomin, og hvørji tiltøk verða sett í verk fyri at bøta um viðurskiftini. Stk. 3. Innflytarar og útflytarar skulu skráseta innflutning, útflutning, goymslu og sølu av vørum og útbúnaði, ið kunngerðin fevnir um. Upplýsingar fyri tað farna árið skulu, eftir umbøn, latast Umhvørvisstovuni áðrenn 1. mars árið eftir. Stk. 4. Tann, ið eigur HCFC-køliskipanir við kølifylling yvir 3 kg, skal í loggbók skráseta allar áfyllingar og endurvinningar, og tilskila slag og nøgd av evni. Navnið á tí virki og persóni, sum gjørdi arbeiði, skal tilskilast. Eftirlit
§ 14 Umhvørvisstovan hevur eftirlit við, at kunngerðin verður hildin
Umhvørvisstovan hevur eftirlit við, at kunngerðin verður hildin. Stk. 2. Innflytarar, útflytarar, sølufyritøkur, farmasendarar, havnamyndugleikar ella tey, ið brúka ella hava ozonoyðandi evni á goymslu, skulu lata allar upplýsingar, sum eru neyðugar fyri, at Umhvørvisstovan kann hava eftirlit við tí virksemi, sum er fevnt av hesi kunngerð. Stk. 3. Umhvørvisstovan kann, í tann mun tað er neyðugt í sambandi við eftirlitið, áleggja innflytara ella seljara at lata inn stakroyndir og aðrar upplýsingar, eitt nú tøkniligar og fíggjarligar.
§ 15 Umhvørvisstovan hevur heimild at fáa allar neyðugar upplýsingar frá TAKS til viðgerð av málum…
Umhvørvisstovan hevur heimild at fáa allar neyðugar upplýsingar frá TAKS til viðgerð av málum eftir hesari kunngerð. Stk. 2. Ozonoyðandi evni ella vøra við slíkum evnum kunnu ikki tollavgreiðast, uttan at loyvi sbrt. § 7 er útvegað frá Umhvørvisstovuni. Kærumál
§ 16 Avgerðir hjá Umhvørvisstovuni eftir hesi kunngerð kunnu innan 4 vikur kærast til Innlendismálaráðið
Avgerðir hjá Umhvørvisstovuni eftir hesi kunngerð kunnu innan 4 vikur kærast til Innlendismálaráðið. Stk. 2. Ein kæra setir steðg fyri einum boði ella forboði, til avgerð frá kærumyndugleikanum fyriliggur ella kærumyndugleikin avgerð annað. Gjald
§ 17 Við støði í veruligu umsitingar- og eftirlitsútreiðslunum, kann Umhvørvisstovan áseta gjald fyri…
Við støði í veruligu umsitingar- og eftirlitsútreiðslunum, kann Umhvørvisstovan áseta gjald fyri eftirlit og viðgerð eftir hesari kunngerð, eitt nú fyri viðgerð av umsóknum o.ø. Revsing
§ 18 Tann, ið brýtur ásetingarnar í § 4, § 5, stk. 2, § 6, § 7, stk. 1 og §§ 9-13 í hesi kunngerð,…
Tann, ið brýtur ásetingarnar í § 4, § 5, stk. 2, § 6, § 7, stk. 1 og §§ 9-13 í hesi kunngerð, ella ikki aktar boð givin við heimild í kunngerðini, verður revsaður við bót. Stk. 2. Revsingin kann hækka til fongsul í upp til 1 ár undir umstøðum, samsvarandi teimum, nevndar í § 44, stk. 3 í løgtingslóg um verju av havumhvørvinum, ella í § 72, stk. 3 í løgtingslóg um umhvørvisvernd. Stk. 3. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapittul 5 í revsilógini. Stk. 4. Málini verða viðgjørd sum løgreglumál. Rættartiltøkini í kapittul 72 í rættargangslógini um at leggja hald á og í kapittul 73 um rannsókn, eru tó galdandi í sama mun sum í málum, sum verða viðgjørd av statsadvokatinum. Gildiskoma
§ 19 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Innlendismálaráðið, 16. desember 2010 Annika Olsen (sign.) landsstýriskvinna / Rúni Joensen (sign.) Fylgiskjal 1 Ozonoyðandi evni, sum eru fevnd av kunngerðini: Bólkur Evni Ozonoyðandi megi ([1]) Bólkur I CFCl3 CFC-11 Trichlorofluoromethan 1,0 CF2Cl2 CFC-12 Dichlorodifluoromethan 1,0 C2F3Cl3 CFC-113 Trichlorotrifluoroethan 0,8 C2F4Cl2 CFC-114 Dichlorotetrafluoroethan 1,0 C2F5Cl CFC-115 Chloropentafluoroethan 0,6 Bólkur II CF3Cl CFC-13 Chlorotrifluoromethan 1,0 C2FCl5 CFC-111 Pentachlorofluoroethan 1,0 C2F2Cl4 CFC-112 Tetrachlorodifluoroethan 1,0 C3FCl7 CFC-211 Heptachlorofluoropropan 1,0 C3F2Cl6 CFC-212 Hexachlorodifluoropropan 1,0 C3F3Cl5 CFC-213 Pentachlorotrifluoropropan 1,0 C3F4Cl4 CFC-214 Tetrachlorotetrafluoropropan 1,0 C3F5Cl3 CFC-215 Trichloropentafluoropropan 1,0 C3F6Cl2 CFC-216 Dichlorohexafluoropropan 1,0 C3F7Cl CFC-217 Chloroheptafluoropropan 1,0 Bólkur III CF2BrCl halón-1211 Bromochlorodifluoromethan 3,0 CF3Br halón-1301 Bromotrifluoromethan 10,0 C2F4Br2 halón-2402 Dibromotetrafluoroethan 6,0 Bólkur IV CCl4 CTC Tetrachloromethan (carbon tetrachlorid) 1,1 Bólkur V C2H3Cl3 ([2]) 1,1,1-TCA 1,1,1-Trichloroethan (methylchloroform) 0,1 Bólkur VI CH3Br methylbromid Bromomethan 0,6 Bólkur VII CHFBr2 HBFC-21 B2 Dibromofluoromethan 1,00 CHF2Br HBFC-22 B1 Bromodifluoromethan 0,74 CH2FBr HBFC-31 B1 Bromofluoromethan 0,73 C2HFBr4 HBFC-121 B4 Tetrabromofluoroethan 0,8 C2HF2Br3 HBFC-122 B3 Tribromodifluoroethan 1,8 C2HF3Br2 HBFC-123 B2 Dibromotrifluoroethan 1,6 C2HF4Br HBFC-124 B1 Bromotetrafluoroethan 1,2 C2H2FBr3 HBFC-131 B3 Tribromofluoroethan 1,1 C2H2F2Br2 HBFC-132 B2 Dibromodifluoroethan 1,5 C2H2F3Br HBFC-133 B1 Bromotrifluoroethan 1,6 C2H3FBr2 HBFC-141 B2 Dibromofluoroethan 1,7 C2H3F2Br HBFC-142 B1 Bromodifluoroethan 1,1 C2H4FBr HBFC-151 B1 Bromofluoroethan 0,1 C3HFBr6 HBFC-221 B6 Hexabromofluoropropan 1,5 C3HF2Br5 HBFC-222 B5 Pentabromodifluoropropan 1,9 C3HF3Br4 HBFC-223 B4 Tetrabromotrifluoropropan 1,8 C3HF4Br3 HBFC-224 B3 Tribromotetrafluoropropan 2,2 C3HF5Br2 HBFC-225 B2 Dibromopentafluoropropan 2,0 C3HF6Br HBFC-226 B1 Bromohexafluoropropan 3,3 C3H2FBr5 HBFC-231 B5 Pentabromofluoropropan 1,9 C3H2F2Br4 HBFC-232 B4 Tetrabromodifluoropropan 2,1 C3H2F3Br3 HBFC-233 B3 Tribromotrifluoropropan 5,6 C3H2F4Br2 HBFC-234 B2 Dibromotetrafluoropropan 7,5 C3H2F5Br HBFC-235 B1 Bromopentafluoropropan 1,4 C3H3FBr4 HBFC-241 B4 Tetrabromofluoropropan 1,9 C3H3F2Br3 HBFC-242 B3 Tribromodifluoropropan 3,1 C3H3F3Br2 HBFC-243 B2 Dibromotrifluoropropan 2,5 C3H3F4Br HBFC-244 B1 Bromotetrafluoropropan 4,4 C3H4FBr3 HBFC-251 B1 Tribromofluoropropan 0,3 C3H4F2Br2 HBFC-252 B2 Dibromodifluoropropan 1,0 C3H4F3Br HBFC-253 B1 Bromotrifluoropropan 0,8 C3H5FBr2 HBFC-261 B2 Dibromofluoropropan 0,4 C3H5F2Br HBFC-262 B1 Bromodifluoropropan 0,8 C3H6FBr HBFC-271 B1 Bromofluoropropan 0,7 Bólkur VIII CHFCl2 HCFC-21 Dichlorofluoromethan 0,040 CHF2Cl HCFC-22 (3) Chlorodifluoromethan 0,055 CH2FCl HCFC-31 Chlorofluoromethan 0,020 C2HFCl4 HCFC-121 Tetrachlorofluoroethan 0,040 C2HF2Cl3 HCFC-122 Trichlorodifluoroethan 0,080 C2HF3Cl2 HCFC-123 (3) Dichlorotrifluoroethan 0,020 C2HF4Cl HCFC-124 (3) Chlorotetrafluoroethan 0,022 C2H2FCl3 HCFC-131 Trichlorofluoroethan 0,050 C2H2F2Cl2 HCFC-132 Dichlorodifluoroethan 0,050 C2H2F3Cl HCFC-133 Chlorotrifluoroethan 0,060 C2H3FCl2 HCFC-141 Dichlorofluoroethan 0,070 CH3CFCl2 HCFC-141b (3) 1,1-Dichloro-1-fluoroethan 0,110 C2H3F2Cl HCFC-142 Chlorodifluoroethan 0,070 CH3CF2Cl HCFC-142b (3) 1-Chloro-1,1-difluoroethan 0,065 C2H4FCl HCFC-151 Chlorofluoroethan 0,005 C3HFCl6 HCFC-221 Hexachlorofluoropropan 0,070 C3HF2Cl5 HCFC-222 Pentachlorodifluoropropan 0,090 C3HF3Cl4 HCFC-223 Tetrachlorotrifluoropropan 0,080 C3HF4Cl3 HCFC-224 Trichlorotetrafluoropropan 0,090 C3HF5Cl2 HCFC-225 Dichloropentafluoropropan 0,070 CF3CF2CHCl2 HCFC-225ca (3) 3,3-Dichloro-1,1,1,2,2-pentafluoropropan 0,025 CF2ClCF2CHClF HCFC-225cb (3) 1,3-Dichloro-1,1,2,2,3-pentafluoropropan 0,033 C3HF6Cl HCFC-226 Chlorohexafluoropropan 0,100 C3H2FCl5 HCFC-231 Pentachlorofluoropropan 0,090 C3H2F2Cl4 HCFC-232 Tetrachlorodifluoropropan 0,100 C3H2F3Cl3 HCFC-233 Trichlorotrifluoropropan 0,230 C3H2F4Cl2 HCFC-234 Dichlorotetrafluoropropan 0,280 C3H2F5Cl HCFC-235 Chloropentafluoropropan 0,520 C3H3FCl4 HCFC-241 Tetrachlorofluoropropan 0,090 C3H3F2Cl3 HCFC-242 Trichlorodifluoropropan 0,130 C3H3F3Cl2 HCFC-243 Dichlorotrifluoropropan 0,120 C3H3F4Cl HCFC-244 Chlorotetrafluoropropan 0,140 C3H4FCl3 HCFC-251 Trichlorofluoropropan 0,010 C3H4F2Cl2 HCFC-252 Dichlorodifluoropropan 0,040 C3H4F3Cl HCFC-253 Chlorotrifluoropropan 0,030 C3H5FCl2 HCFC-261 Dichlorofluoropropan 0,020 C3H5F2Cl HCFC-262 Chlorodifluoropropan 0,020 C3H6FCl HCFC-271 Chlorofluoropropan 0,030 Bólkur IX CH2BrC BCM Bromochloromethan 0,12 Fylgiskjal 2 Bólkar, toll- og vørunummur ([3]) og vørulýsing fyri evnini, sum eru nevnd í fylgiskjali 1 Bólkur KN-kota Vørulýsing Bólkur I 2903 41 00 Trichlorfluormethan 2903 42 00 Dichlordifluormethan 2903 43 00 Trichlortrifluorethanir 2903 44 10 Dichlortetrafluorethanir 2903 44 90 Chlorpentafluorethan Bólkur II 2903 45 10 Chlortrifluormethan 2903 45 15 Pentachlorfluorethan 2903 45 20 Tetrachlordifluorethanir 2903 45 25 Heptachlorfluorpropanir 2903 45 30 Hexachlordifluorpropanir 2903 45 35 Pentachlortrifluorpropanir 2903 45 40 Tetrachlortetrafluorpropanir 2903 45 45 Trichlorpentafluorpropanir 2903 45 50 Dichlorhexafluorpropanir 2903 45 55 Chlorheptafluorpropanir Bólkur III 2903 46 10 Bromchlordifluormethan 2903 46 20 Bromtrifluormethan 2903 46 90 Dibromtetrafluorethanir Bólkur IV 2903 14 00 Tetrachlormethan (carbontetrachlorid) Bólkur V 2903 19 10 1,1,1-Trichlorethan (methylchloroform) Bólkur VI 2903 39 11 Brommethan (methylbromid) Bólkur VII 2903 49 30 Hydrobromfluormethanir, -ethanir og -propanir Bólkur VIII 2903 49 11 Chlordifluormethan (HCFC-22) 2903 49 15 1,1-Dichlor-1-fluorethan (HCFC-141b) 2903 49 19 Andre hydrochlorfluormethanir, -ethanir og -propanir (HCFC’ir) Bólkur IX ex 2903 49 80 Bromchlormethan Blandingar 3824 71 00 Blandingar, sum innihalda chlorfluorcarbonir (CFC’ir), og sum eisini innihalda hydrochlorfluorcarbonir (HCFC’ir), perfluorcarbonir (PFC’ir) ella hydrofluorcarbonir (HFC’ir) 3824 72 00 Blandingar, sum innihalda bromchlordifluormethan, bromtrifluormethan ella dibrom-tetrafluorethanir 3824 73 00 Blandingar, sum innihalda hydrobromfluorcarbonir (HBFC’ir) 3824 74 00 Blandingar, sum innihalda hydrochlorfluorcarbonir (HCFC’ir), og sum eisini innihalda perfluorcarbonir (PFC’ir) ella hydrofluorcarbonir (HFC’ir), men ikki chlorfluorcarbonir (CFC’ir) 3824 75 00 Blandingar, sum innihalda tetrachlormethan (carbontetrachlorid) 3824 76 00 Blandingar, sum innihalda 1,1,1-trichlorethan (methylchloroform) 3824 77 00 Blandingar, sum innihalda brommethan (methylbromid) ella bromchlormethan 1. Ozonoyðandi megi er tann megi, ið ozonoyðandi evni hava at bróta niður ozonlagið, í mun til megina, ið triklorfluormetan (CFC-11) hevur. 2. Hesin frymil vísir ikki til 1,1,2-trichlorethan 3. “Ex” framman fyri eitt nummar merkir, at onnur evni enn tey, sum eru við í teiginum “Vørulýsing”, kunnu hoyra undir nummarið.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.