Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
22. september 2009 Nr. 117
Kunngerð um broyting í kunngerð um forskriftir og forskriftaskyldu v.m.
§ 1 Í kunngerð nr. 52 frá 4. juni 2008 um forskriftir og forskriftaskyldu v.m. verður § 8, stk. 3…
Í kunngerð nr. 52 frá 4. juni 2008 um forskriftir og forskriftaskyldu v.m. verður § 8, stk. 3 orðað soleiðis: ”Stk. 3. Á forskrift til dýr skal umframt slag av dýri tilskilast navn, føðingardagur og nágreiniligur bústaður hjá eigaranum. Tá ið talan er um partafeløg verður kravt, at V-tal eisini verður tilskilað.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Heilsumálaráðið, 22. september 2009 Aksel V. Johannesen (sign.) landsstýrismaður / Poul Geert Hansen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.