Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
20. juli 2021 Nr. 117
Kunngerð um broyting í kunngerð um at friða ávísar leiðir í føroyskum sjógvi fyri veiðu við troli og øðrum reiðskapi
(Lata upp stongdar leiðir fyri botntroli við skiljirist og broyta øki B)
§ 1 Í kunngerð nr. 30 frá 11. apríl 2018 um at friða ávísar leiðir í føroyskum sjógvi fyri veiðu við…
Í kunngerð nr. 30 frá 11. apríl 2018 um at friða ávísar leiðir í føroyskum sjógvi fyri veiðu við troli og øðrum reiðskapi, sum broytt við kunngerð nr. 164 frá 9. desember 2020, verður § 3 orðað soleiðis: “§ 3. Veiða við troli er ikki loyvd í teimum í stk. 2-24 nevndu leiðum og tíðarskeiðum. Stk. 2. Alt árið innan fyri linjur drignar 12 fjórðingar úr grundlinjunum, undantikið fiskifør, ið hava serstakt loyvi til veiðu við troli. Stk. 3. Í øki B í tíðarskeiðinum frá 1. desember til 1. mars, báðir dagar íroknaðir, innan fyri linjur drignar millum hesi støð: 1) 61°40,000'N 09°10,000'V 2) 61°40,000'N 09°40,000'V 3) 61°15,000'N 09°40,000'V 4) 61°15,000'N 09°25,000'V 5) 61°30,000'N 09°15,000'V 6) 61°40,000'N 09°10,000'V Stk. 4. Í øki C alt árið 12 fjórðingar úr grundlinjunum og innan fyri linjur drignar millum hesi støð: 1) 61°44,800'N 07°43,300'V 2) 61°32,800'N 08°20,500'V 3) 61°49,000'N 08°41,800'V 4) 61°57,000'N 08°16,500'V 5) 61°57,000'N 07°59,500'V Stk. 5. Í øki D alt árið 12 fjórðingar úr grund-linjunum og innan fyri linjur drignar millum hesi støð: 1) 62°26,083'N 07°30,000'V 2) 62°30,000'N 07°30,000'V 3) 62°30,000'N 08°00,000'V 4) 62°35,000'N 08°00,000'V 5) 62°47,000'N 07°12,083'V 6) 62°47,000'N 06°30,000'V 7) 62°35,000'N 06°30,000'V Stk. 6. Hóast ásetingina í stk. 5 er, í øki d, loyvt fiskiskapi við botntroli, sum hevur innsetta skiljirist, sambært kunngerð um skiljirist í sambandi við fiskiskap við botntroli í føroyskum sjógvi, innan fyri linjur drignar millum hesi støð: 1) 62°34,000'N 08°00,000'V 2) 62°44,500'N 07°09,500'V 3) 62°45,800'N 06°47,000'V 4) 62°45,000'N 06°37,000'V 5) 62°44,000'N 06°30,000'V 6) 62°47,000'N 06°30,000'V 7) 62°47,000'N 07°12,000'V 8) 62°35,000'N 08°00,000'V 9) 62°34,000'N 08°00,000'V Stk. 7. Í øki E í tíðarskeiðinum frá 1. apríl til 31. januar, báðir dagar íroknaðir, 12 fjórðingar úr grundlinjunum og innan fyri linjur drignar millum hesi støð: 1) 62°25,000'N 05°52,000'V 2) 62°25,000'N 05°16,000'V 3) 62°03,000'N 05°18,000'V 4) 62°03,000'N 05°50,000'V 5) 62°00,000'N 05°50,000'V 6) 62°00,000'N 05°57,083'V Stk. 8. Í øki F alt árið 12 fjórðingar úr grundlinjunum og innan fyri linjur drignar millum hesi støð: 1) 61°12,000'N 06°22,000'V 2) 61°03,000'N 06°17,000'V 3) 61°00,000'N 06°07,000'V 4) 60°42,000'N 06°11,000'V 5) 60°45,000'N 06°17,000'V 6) 60°45,000'N 06°36,000'V 7) 61°27,000'N 07°30,000'V 8) 61°32,500'N 07°27,000'V Stk. 9. Hóast ásetingina í stk. 8 er, í øki f, loyvt fiskiskapi við botntroli, sum hevur innsetta skiljirist, sambært kunngerð um skiljirist í sambandi við fiskiskap við botntroli í føroyskum sjógvi, innan fyri linjur drignar millum hesi støð: 1) 61°12,000'N 06°22,000'V 2) 61°03,000'N 06°17,000'V 3) 61°00,000'N 06°07,000'V 4) 60°42,000'N 06°11,000'V 5) 60°45,000'N 06°17,000'V 6) 60°45,000'N 06°13,000'V 7) 60°56,000'N 06°09,000'V 8) 61°00,000'N 06°22,000'V 9) 61°12,000'N 06°22,000'V Stk. 10. Í øki G alt árið 12 fjórðingar úr grundlinjunum og innan fyri linjur drignar millum hesi støð: 1) 61°37,000'N 07°33,000'V 2) 61°30,000'N 07°45,000'V 3) 61°26,000'N 07°45,000'V 4) 61°26,800'N 07°49,200'V 5) 61°27,300'N 08°04,000'V 6) 61°29,000'N 08°10,000'V 7) 61°30,500'N 08°13,000'V 8) 61°34,500'N 08°15,000'V 9) 61°36,000'N 08°10,000'V 10) 61°31,500'N 07°56,000'V 11) 61°41,000'N 07°38,500'V Stk. 11. Í øki H alt árið millum 12 og 19 fjórðingar úr grundlinjunum millum breiddarstigið 61°57,000'N og 315° rættvísandi úr Barðinum 62°08,800'N 07°26,000'V. Stk. 12. Í øki I, fyri fiskifør við 500 HK maskinorku ella meiri, í tíðarskeiðinum frá 1. januar til 31. desember, báðir dagar íroknaðir, millum 12 og 19 fjórðingar úr grundlinjunum millum 315° rættvísandi úr Barðinum 62°08,800'N 07°26,000'V og innan fyri linjur drignar millum hesi støð: 1) 62°30,000'N 07°45,000'V 2) 62°30,000'N 07°30,000'V 3) 62°26,083'N 07°30,000'V Stk. 13. Í øki J, fyri fiskifør við 500 HK maskinorku ella meiri, í tíðarskeiðinum frá 1. januar til 31. desember, báðir dagar íroknaðir, millum 12 og 16 fjórðingar úr grundlinjunum og eystan fyri longdarstigið 06°30,000'V og norðan fyri breiddarstigið 62°25,000'N. Stk. 14. Í øki K í tíðarskeiðinum frá 1. januar til 31. desember, báðir dagar íroknaðir, innan fyri linjur drignar millum hesi støð: 1) 60°54,000'N 06°04,000'V 2) 60°51,000'N 06°04,000'V 3) 60°51,000'N 05°56,000'V 4) 60°54,000'N 05°56,000'V 5) 60°54,000'N 06°04,000'V Stk. 15. Í øki L í tíðarskeiðinum frá 1. januar til 31. desember, báðir dagar íroknaðir, innan fyri linjur drignar millum hesi støð: 1) 60°26,000'N 06°32,000'V 2) 60°35,000'N 06°35,000'V 3) 60°35,000'N 06°09,000'V 4) 60°26,000'N 06°10,000'V 5) 60°26,000'N 06°32,000'V Stk. 16. Í øki M í tíðarskeiðinum frá 1. februar til 1. juni, báðir dagar íroknaðir, millum longdarstigið 006°30,000' V og longdarstigið 006°00,000' V frá 16 fjórðingum úr grundlinjunum og út á eina linju drigin millum 62°44,000' N - 006°30,000' V og 62°37,000' N - 006°00,000' V. Stk. 17. Í øki P alt árið innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju: 1) 61°37,000'N 007°33,000'V 2) 61°30,000'N 007°45,000'V 3) 61°26,000'N 007°45,000'V 4) 61°25,416'N 008°01,000'V 5) 61°32,800'N 008°20,500'V 6) 61°36,000'N 008°10,000'V 7) 61°31,500'N 007°56,000'V 8) 61°41,000'N 007°38,500'V 9) 61°37,000'N 007°33,000'V Stk. 18. Í øki R, fyri fiskifør við 500 HK maskinorku ella meiri, alt árið innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju: 1) 61°36,000'N 008°10,000'V 2) 61°31,500'N 007°56,000'V 3) 61°41,000'N 007°38,500'V 4) 61°44,800'N 007°43,300'V 5) 61°36,000'N 008°10,000'V Stk. 19. Í øki S, fyri fiskifør við 500 HK maskinorku ella meiri, alt árið sunnan fyri Skeivabanka innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju: 1) 61°37,000'N 007°33,000'V 2) 61°30,000'N 007°45,000'V 3) 61°26,000'N 007°45,000'V 4) 61°27,000'N 007°30,000'V 5) 61°32,500'N 007°27,000'V 6) 61°37,000'N 007°33,000'V Stk. 20. Í øki T alt árið innan fyri linjur drignar millum hesi støð: 1) 62°38,000'N 08°00,000'V 2) 62°29,800'N 08°00,000'V 3) 62°12,000'N 08°34,500'V 4) 62°12,000'N 08°46,000'V 5) 62°18,000'N 08°45,000'V 6) 62°38,000'N 08°00,000'V Stk. 21. Veiðibannið í stk. 20 fevnir ikki um fiskiskap við botntroli, sum hevur innsetta skiljirist, sambært kunngerð um skiljirist í sambandi við fiskiskap við botntroli í føroyskum sjógvi. Stk. 22. Í øki U alt árið innan fyri linjur drignar millum hesi støð: 1) 62°24,000'N 05°00,000'V 2) 62°30,000'N 05°06,000'V 3) 62°32,000'N 05°20,000'V 4) 62°28,000'N 05°20,000'V 5) 62°27,000'N 05°10,000'V 6) 62°24,000'N 05°06,000'V 7) 62°24,000'N 05°00,000'V Stk. 23. Veiðibannið í stk. 22 fevnir ikki um fiskiskap við botntroli, sum hevur innsetta skiljirist, sambært kunngerð um skiljirist í sambandi við fiskiskap við botntroli í føroyskum sjógvi. Stk. 24. Í øki I, sambært stk. 12, øki J, sambært stk. 13, øki R, sambært stk. 18, og øki S, sambært stk. 19, er partrol ella dupulttrol ikki loyvt. Stk. 25. Veiðibannið í stk. 2-24 fevnir ikki um royndir, sum Havstovan skipar fyri.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi 1. september 2021
Henda kunngerð kemur í gildi 1. september 2021. Fiskimálaráðið, 20. juli 2021 Jacob Vestergaard (sign.) landsstýrismaður / Rógvi Reinert (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.