Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
14. december 2000 Nr. 117
Kunngerð um avmarking í frádrátti í inntøku frá fiskiskapi
Við heimild í § 60, stk. 1, nr. 9, í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, við seinri broytingum, verður ásett:
§ 1 Sambært § 60, stk. 1, nr. 9, 1. punktum, í skattalógini, verða fiskipartar o.a.m gjørdir upp…
Sambært § 60, stk. 1, nr. 9, 1. punktum, í skattalógini, verða fiskipartar o.a.m gjørdir upp sambært § 25a, stk. 3-7, tá hesir eru lækkaðir við 15%.
§ 2 Fyri tær inntøkur, sum nevndar eru í § 1 í hesi kunngerð, verður lækkingin avmarkað til 15% av í…
Fyri tær inntøkur, sum nevndar eru í § 1 í hesi kunngerð, verður lækkingin avmarkað til 15% av í mesta lagi kr. 500.000,- um árið, ella til í mesta lagi kr. 75.000,- um árið.
§ 3 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi fyri inntøku av…
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi fyri inntøku av fiskiskapi, sum er vunnin frá og við 1. januar 2001. Fíggjarmálastýrið, 14. desember 2000 Karsten Hansen (sign.) landsstýrismaður / Petur Alberg Lamhauge (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.