Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
24. oktober 2005 Nr. 116
Kunngerð um broyting í kunngerð um námsfrøðiliga útbúgving
§ 1 Í kunngerð nr. 13 frá 24. januar 1990 um námsfrøðiliga útbúgving verður gjørd henda broyting
Í kunngerð nr. 13 frá 24. januar 1990 um námsfrøðiliga útbúgving verður gjørd henda broyting:
§ 17 verður orðað soleiðis:
“§ 17. Við dømingina verða givin próvtøl eftir 13 stiganum, Staðið/ Ikki staðið ella Góðkent/Ikki góðkent, sbr. Kunngerð um próvtalsstiga og aðra døming. Stk. 2. Tá ið mett verður um starvslæruna og serlestraruppgávuna, verða bara støðismetini Staðið/ Ikki staðið ella Góðkent/ Ikki góðkent nýtt. Stk. 3. Tann lesandi kann bert fara upp til endaligu royndina eftir at hava staðið allar aðrar kravdar royndir í útbúgvingini. Ein roynd er staðin, tá próvtøkuúrslitið er Staðið, Góðkent ella próvtalið er 6 ella meira.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Mentamálaráðið, 24. oktober 2005 Jógvan á Lakjuni (sign.) landsstýrismaður / Petur Petersen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.