Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
7. september 2009 Nr. 116
Kunngerð um gjald fyri CTD kanningar
Við heimild í § 5, stk. 5 í løgtingslóg nr. 64 frá 17. mai 2005 um sjúkrahúsverkið verður ásett:
§ 1 Kanningar fyri CTD sjúku (carnitin transporter defekt) eru ókeypis í sjúkrahúsverki Føroya, um so…
Kanningar fyri CTD sjúku (carnitin transporter defekt) eru ókeypis í sjúkrahúsverki Føroya, um so er, at 1) persónur við sjúkueyðkennum er ávístur av lækna til kanningar, 2) skyldfólk - í stígandi ella fallandi linju ella síðulinjuni, so nær sum systkin, børn hjá systkjum, systkinabørn ella trímenningar - hevur fingið staðfest CTD sjúku.
§ 2 Persónar, sum ikki eru nevndir í § 1, skulu gjalda fyri kanningar fyri CTD sjúku
Persónar, sum ikki eru nevndir í § 1, skulu gjalda fyri kanningar fyri CTD sjúku. Stk. 2. Gjaldið er 100 krónur og skal gjaldast áðrenn kanningin verður framd. Gjaldið verður ikki endurrindað, um persónurin seinni verður fevndur av ásetingunum í § 1 ella fær staðfest CTD sjúku.
§ 3 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Heilsumálaráðið, 8. september 2009 Aksel V. Johannesen (sign.) landsstýrismaður / Poul Geert Hansen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.