Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
4. desember 2012 Nr. 116
Kunngerð um gjald fyri heilsukanningar í sambandi við vinnubrøv v.m.
Við heimild í § 5, stk. 5 í løgtingslóg nr. 64 frá 17. mai 2005 um sjúkrahúsverkið við seinni broytingum verður ásett:
§ 1 Sjúkrahúsverkið kann krevja gjald fyri kanningar, ið ikki eru grundaðar á sjúkuillgruna, men eru…
Sjúkrahúsverkið kann krevja gjald fyri kanningar, ið ikki eru grundaðar á sjúkuillgruna, men eru krøv í sambandi við vinnubrøv, innfararloyvir, luttøku í ítróttarkappingum o.l. Stk. 2. Gjaldið skal samsvara við samlaðu útreiðslurnar, ið standast av kanningini. Stk. 3. Í fylgiskjali 1 eru ásett gjøld fyri ávísar kanningar. Stk. 4. Fyri aðrar kanningar sbrt. stk. 1 skal gjaldið ásetast eftir DRG/DAGS-skipanini, sum lýst hjá danska Heilsustýrinum.
§ 2 Gjaldið skal gerast upp og gjaldast í sambandi við kanningina
Gjaldið skal gerast upp og gjaldast í sambandi við kanningina. Stk. 2. Bíleggjandi læknin skal tilskila, at talan er um egingjald. Stk. 3. Gjaldið verður ikki afturgoldið persóni, um viðkomandi fær staðfest sjúku, og ikki kann fáa ávísu váttanina.
§ 3 Sjúkrahúsini kunnu hvør sær gera av, um trygd skal veitast fyri gjaldinum
Sjúkrahúsini kunnu hvør sær gera av, um trygd skal veitast fyri gjaldinum.
§ 4 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Heilsumálaráðið, 4. desember 2012 Karsten Hansen (sign.) landsstýrismaður / Jóanis Erik Køtlum (sign.) Fylgiskjal 1 MRSA-screeninng: 550,- kr. MRSA-screeninng: 500,- kr. Rutinuroynd útvíðkaðar (incl. EKG, HIV, HbsAg, HCV, blóðflokk): 1000,- kr. Prísirnir eru íroknað prøvatøku og útskriving av rokning.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.