Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

7. september 2009 Nr. 115

Kunngerð um broyting í kunngerð um sjóvinnubrøv og útbúgvingarkrøv til sjófólk

§ 1 Í kunngerð nr. 50 frá 12. mai 1999 um sjóvinnubrøv og útbúgvingarkrøv til sjófólk, sum seinast…

Í kunngerð nr. 50 frá 12. mai 1999 um sjóvinnubrøv og útbúgvingarkrøv til sjófólk, sum seinast broytt við kunngerð nr. 102 frá 20. desember 2002 verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 3 verður orðað soleiðis: ”§ 3. Fyri at fáa vaktarhaldsprógv til brúgvatænastu krevst, at umsøkjarin: 1) hevur heilsuváttan, sum er gild fyri ta tænastu, sum sjóvinnubrævið gevur rætt til, 2) er fyltur 16 ár, og annaðhvørt a) hevur staðið góðkent grundskeið á sjóvinnuskúla og hevur havt 2 mánaða dekstænastu umborð á havfarandi skipum, til støddar 20 bruttotons ella meira, og í hesi tíð, undir eftirliti av vakthavandi brúgvayvirmanni, er upplærdur til allar uppgávur viðvíkjandi brúgvatænastu samsvarandi ásetingunum í kunngerð um vaktarhald á skipum, ella b) hevur havt 6 mánaða dekstænastu umborð á havfarandi skipum, til støddar 20 bruttotons ella meiri, og í hesi tíð, undir eftirliti av vakthavandi brúgvayvirmanni, er upplærdur til allar uppgávur viðvíkjandi brúgvatænastu samsvarandi ásetingum í kunngerð um vaktarhald á skipum.” 2) Aftaná § 3 verður sett inn: ”§ 3 a. Fyri at fáa vaktarhaldsprógv til maskintænastu krevst, at umsøkjarin: 1) hevur heilsuváttan, sum er gild fyri ta tænastu, sum sjóvinnubrævið gevur rætt til, 2) er fyltur 16 ár, og annaðhvørt a) hevur staðið góðkent grundskeið á sjóvinnuskúla og hevur havt 2 mánaða maskintænastu umborð á havfarandi skipum, til støddar 20 bruttotons ella meira, og í hesi tíð, undir eftirliti av vakthavandi maskinyvirmanni, er upplærdur til allar uppgávur viðvíkjandi maskintænastu samsvarandi ásetingunum í kunngerð um vaktarhald á skipum, ella b) hevur havt 6 mánaða maskintænastu umborð á havfarandi skipum, til støddar 20 bruttotons ella meiri, og í hesi tíð, undir eftirliti av vakthavandi maskinyvirmanni, er upplærdur til allar uppgávur viðvíkjandi maskintænastu samsvarandi ásetingum í kunngerð um vaktarhald á skipum.” 3) Í § 35, stk. 1 verður orðingin: ”ókeypis og” strikað. 4) Aftaná § 41 verður sett inn: ”§ 42. Gild sjóvinnubrøv, útgivin áðrenn ´´13. mai 1999, skulu fyri at verða verandi í gildi, verða umbýtt við sjóvinnubrøv, útgivin eftir hesi kunngerð, áðrenn 1. juli 2011.”

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Vinnumálaráðið, 7. september 2009 Johan Dahl (sign.) landsstýrismaður / Arne Poulsen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙