Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
30. juni 2025 Nr. 114
Kunngerð um broyting í kunngerð um koyrikort og koyrifrálæru (Koyrikortkunngerðin)
(Viðurkenning av donskum talgildum koyrikorti, hækkað tímatalið á RRF-skeiði, tøkniligar broytingar)
§ 1 Í kunngerð nr. 129 frá 26. september 2018 um koyrikort og koyrifrálæru (Koyrikortkunngerðin), sum…
Í kunngerð nr. 129 frá 26. september 2018 um koyrikort og koyrifrálæru (Koyrikortkunngerðin), sum broytt við kunngerð nr. 50 frá 17. apríl 2020, kunngerð nr. 128 frá 4. august 2020, kunngerð nr. 16 frá 16. februar 2021 og kunngerð nr. 26 frá 3. mars 2022, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Aftan á § 3 c, men áðrenn yvirskriftina yvir § 4, verður sett: “§ 3 d. Talgilt koyrikort útgivið av donskum koyrikortmyndugleika kann verða brúkt sum prógv fyri, at handhavin hevur galdandi danskt koyrikort, tá koyrt verður í Føroyum.” 2. Yvirskriftin yvir § 32 d verður orðað soleiðis: “Skeið í rúsdrekka, rúsevni og ferðslu, RRF-skeið” 3. Í § 32 d, stk. 1 og § 32 d, stk. 4 verður “R/F-skeiði” broytt til: “RRF-skeiði”. 4. § 32 d, stk. 3 verður orðað soleiðis: “Stk. 3. RRF-skeiðið hevur 4 undirvísingareindir á 3 tímar spjatt yvir í minsta lagi 4 vikur. Møtiskylda er til allar undirvísingareindirnar. Reglurnar fyri luttøku í skeiðnum síggjast í frálæruætlan fyri skeið í rúsdrekka, rúsevni og ferðslu. Skeiðsluttakari, ið ikki fylgir hesum reglum, kann vísast burtur.” 5. Í § 32 d, stk. 5, 1. pkt. verður “R/F-skeiðið” broytt til: “RRF-skeiðið”. 6. Í § 32 d, stk. 5, 2. pkt. verður “R/F-skeiði” broytt til: “RRF-skeiði”. 7. Í § 32 d, stk. 6 verður “R/F-skeið” broytt til: “RRF-skeið”. 8. Í § 32 e verður “skeið í rúsdrekka og ferðslu” broytt til: “skeið í rúsdrekka, rúsevni og ferðslu”. 9. Í § 79, stk. 1 verður sum nr. 6 sett: “6) Talgilt danskt koyrikort, sbrt. § 3 d.” 10. Í § 82, stk. 1 verður aftan á “Eitt danskt koyrikort” sett: “ella eitt talgilt danskt koyrikort, sbrt. § 3 d.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi 1. juli 2025
Henda kunngerð kemur í gildi 1. juli 2025. Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið, 30. juni 2025 Jóhan Christiansen (sign.) landsstýrismaður / Elin Mortensen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.