Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
25. oktober 2023 Nr. 114
Kunngerð um handil við ethanoli til tekniska nýtslu
Við heimild í § 4, stk. 2 og § 13, stk. 4 í løgtingslóg nr. 111 frá 20. oktober 2023 um innflutning, framleiðslu og sølu av rúsdrekka (Rúsdrekkalógin) verður ásett:
§ 1 Apoteksverkinum er loyvt at innflyta og selja ethanol til tekniska nýtslu og heilivágsframleiðslu
Apoteksverkinum er loyvt at innflyta og selja ethanol til tekniska nýtslu og heilivágsframleiðslu.
§ 2 Sølan kann bert fara fram, tá ið keyparin leggur fram skrivliga váttan frá Arbeiðs- og…
Sølan kann bert fara fram, tá ið keyparin leggur fram skrivliga váttan frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, ið sigur, at neyðugt er at nýta ethanol til ta í § 1 nevndu nýtslu og hvørja nøgd.
§ 3 Niðanfyri nevndu stovnum nýtist ikki at leggja fram ta í § 2 nevndu váttan, um so er, at eitt…
Niðanfyri nevndu stovnum nýtist ikki at leggja fram ta í § 2 nevndu váttan, um so er, at eitt starvsfólk á stovninum við leiðsluábyrgd biður um ávísa nøgd frá apoteksverkinum við skrivligari váttan um, at stovnurin skal nýta ethanolið til ta í § 1 nevndu nýtslu: 1) Apoteksverkið. 2) Sjúkrahúsverkið. 3) Skúlar. 4) Heilsufrøðiliga starvsstovan. 5) Føroya Náttúrugripasavn. 6) BIO-FAR verkætlanin.
§ 4 Stovnar sambært § 3 skulu skráseta, hvussu ethanolið er nýtt
Stovnar sambært § 3 skulu skráseta, hvussu ethanolið er nýtt.
§ 5 Tær í §§ 2 og 3 nevndu váttanir skal apoteksverkið skjalgoyma í 2 ár
Tær í §§ 2 og 3 nevndu váttanir skal apoteksverkið skjalgoyma í 2 ár.
§ 6 TAKS hevur eftirlit við, at ethanolið verður nýtt til ætlaða endamálið
TAKS hevur eftirlit við, at ethanolið verður nýtt til ætlaða endamálið.
§ 7 Brot á hesa kunngerð verður revsað við sekt
Brot á hesa kunngerð verður revsað við sekt.
§ 8 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Løgmálaráðið, 25. oktober 2023 Bjarni Kárason Petersen (sign.) landsstýrismaður / Nella Festirstein (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.