Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
20. november 2003 Nr. 113
Kunngerð um jarðfrøðilig viðurskifti í sambandi við góðkenning av dýpdarboringum
Við heimild í § 30, § 32 og § 45, stk. 3 í løgtingslóg nr. 31 frá 16. mars 1998 um kolvetnisvirksemi, hevur landsstýrismaðurin ásett:
Góðkenning av bori- og brunnvirksemi
§ 1 Umsókn um góðkenning av bori- og brunnvirksemi, sí § 15, stk. 1 í lógini um kolvetnisvirksemi og…
Umsókn um góðkenning av bori- og brunnvirksemi, sí § 15, stk. 1 í lógini um kolvetnisvirksemi og § 103 í kunngerð nr. 35 frá 8. mars 2001 um heilsu, trygd og umhvørvi í sambandi við leitivirksemi, skal innihalda eina jarðfrøðiliga ætlan, sum nágreiniliga ásetir, hvussu kanningarnar og royndartøkurnar, ið eru knýttar at virkseminum verða gjørdar.
§ 2 Umsóknin við jarðfrøðiligu ætlanini skal í minsta lagi lýsa
Umsóknin við jarðfrøðiligu ætlanini skal í minsta lagi lýsa: 1) fulla dýpið á brunninum og upplýsingar um útgangsstøði og stratigrafiska dýpd, 2) væntaðu fláasúluna eins og aldurin á og dýpi niður á ymisku jarðløgini, 3) hvar hvørji fóringsrør ætlandi verða sett, 4) tulkaðar seismiskar skurðir gjøgnum fláasúluna á boristaðnum og upplýsingar um tulkingina, 5) viðkomandi samband við aðrar brunnar, 6) leitimið, íroknað tíðar- og dýpdarkort og kort, sum vísa ymiskar eginleikar, yvir allar týðandi fláir í hóskandi máti til endamálið, 7) framferðarhátt, virkishættir fyri seismiska bylgjuferð og grundarlagið annars, ið nýtt er til dýpdarumrokningar, saman við óvissum í mettum dýpi, 8) hvørjar mátingar (logg) verða gjørdar á hvørjum dýpdarstrekkjum í brunninum, herundir myndanarmátingar, 9) hvørjar grótroyndir verða tiknar, herundir vanligir kjarnar og síðukjarnar, 10) meting um vandar fyri at bera við fláir við óvanligum trýsti, 11) vandar og sannlíkindi fyri vandum á boristaðnum fyri eitt nú fláum við ervagassi ella eitrandi gassi, leysum gróti og øðrum lutum og viðurskiftum á havbotninum, umframt øðrum jarðtøkniligum trupulleikum og 12) um loyvishavarin í sambandi við boringina ætlar at royndarframleiða møgulig kolvetni.
§ 3 Áðrenn royndarframleiðsla kann setast í verk, skal serstøk umsókn latast Oljumálaráðnum til…
Áðrenn royndarframleiðsla kann setast í verk, skal serstøk umsókn latast Oljumálaráðnum til góðkenningar. Stk. 2. Í umsóknini skal vera nágreinilig lýsing av royndarframleiðsluætlanini, t.d. hvørjum fláum, framleiðast skal úr, útgerð, arbeiðsgongdum, mátingum, arbeiðstilgongdum og royndartøkum, umframt øðrum viðurskiftum av týdningi fyri málsviðgerðina. Mátingar og royndartøkur
§ 4 Meðan borað verður, skulu borispønir frá øllum grótsløgum úr øllum jarðløgum í gjøgnumboraðu…
Meðan borað verður, skulu borispønir frá øllum grótsløgum úr øllum jarðløgum í gjøgnumboraðu fláasúluni takast úr boriløginum og goymast. Stk. 2. Borispønir skulu í minsta lagi takast fyri hvørjar 10 metrar. Í kolvetnisberandi fláum skulu borispønir í minsta lagi takast fyri hvørjar 3 metrar, har kjarnar ikki verða tiknir.
§ 5 Grótslag og aldur skulu staðfestast í øllum jarðløgum, um neyðugt við síðukjarnum
Grótslag og aldur skulu staðfestast í øllum jarðløgum, um neyðugt við síðukjarnum. Stk. 2. Goymslu- ella móðurgrýtiseginleikar skulu staðfestast í øllum viðkomandi jarðløgum, um neyðugt við kjarnatøku. Stk. 3. Í minsta lagi ein vanligur borikjarni skal takast í hvørji leitiboring.
§ 6 Í øllum brunnrásum skulu mátingar gerast, ið geva upplýsingar um
Í øllum brunnrásum skulu mátingar gerast, ið geva upplýsingar um: 1) jarðfrøðilig viðurskifti, so sum grýtiseginleikar og fláabygnað 2) jarðalisfrøðilig viðurskifti, so sum akkustiskar eginleikar og seismiskt aftursvar og 3) kolvetnisfrøðilig viðurskifti, so sum poknurúmd og vatnlutfall. Stk. 2. Møguligt skal verða neyvt at dýpdarsamskipa mátingarnar.
§ 7 Í fláum, har metast skal um kolvetnis- og framleiðsluvánir, skulu myndanarmátingar gerast við…
Í fláum, har metast skal um kolvetnis- og framleiðsluvánir, skulu myndanarmátingar gerast við atliti at trýstfalli og slag av løgi, og royndarløgir skulu takast til greiningar og avlopsløgur skal goymast.
§ 8 Royndarløgir skulu takast og goymast í sambandi við royndarframleiðslu
Royndarløgir skulu takast og goymast í sambandi við royndarframleiðslu.
§ 9 Neyvar kanningar skulu gerast av seismisku bylgjuferðini í gjøgnumboraðu fláasúluni, og…
Neyvar kanningar skulu gerast av seismisku bylgjuferðini í gjøgnumboraðu fláasúluni, og harumframt skal ein loddrættur seismiskur skurður (VSP) mátast, tá fulla dýpið er nátt. Eftirlit, revsing v.m.
§ 10 Oljumálaráðið hevur sambært § 32 í lógini eftirlit við, at reglur í og treytir sambært hesi…
Oljumálaráðið hevur sambært § 32 í lógini eftirlit við, at reglur í og treytir sambært hesi kunngerð verða hildnar.
§ 11 Tann, ið brýtur reglurnar í §§ 2-9 í hesi kunngerð verður revsaður við bót
Tann, ið brýtur reglurnar í §§ 2-9 í hesi kunngerð verður revsaður við bót. Stk. 2. Verður brotið framt av partafelagi, smápartafelagi, lutafelagi ella tílíkum feløgum, kann bótin sambært § 45, stk. 4 í lógini verða kravd av felagnum sjálvum.
§ 12 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Oljumálaráðið, 20. november 2003 Eyðun Elttør (sign.) landsstýrismaður / Herálvur Joensen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.