Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
15. august 2001 Nr. 113
Kunngerð um sølu, inn- og útflutning av akvakulturdýrum og –úrdráttum 1)
Við heimild í §§ 9, 12-15, 17-18, 21, stk. 1, 47 og § 48, stk. 2 í løgtingslóg nr. 16 frá 23. februar 2001 um djórasjúkur, (um fyribyrging og niðurberjing av sjúkum hjá djórum og um marknaeftirlit við djórum og djóraúrdráttum), verður ásett:
Allýsingar
§ 1 Í hesi kunngerð merkir
Í hesi kunngerð merkir: 1. Akvakulturdýr: livandi fiskur, krabbadýr og lindýr, uttan mun til vakstrarstig, frá akvakulturbrúkum, og upprunaliga vill dýr ætlað til akvakulturbrúk. 2. Akvakulturúrdráttir: úrdráttir úr akvakulturdýrum til aling t.d. rogn ella sil, ella til matna. 3. Akvakulturbrúk: smoltstøðir, alistøðir og onnur virki ella landafrøðiliga avmarkað akvakulturbrúk, har akvakulturdýr verða hildin við sølu fyri eyga. 4. Góðkent øki: øki, sum er góðkent av ES-Kommissiónini sambært treytunum í fylgisskjali 2. 5. Góðkent akvakulturbrúk: akvakulturbrúk, sum er góðkent av ES-Kommissiónini sambært treytunum í fylgisskjali 3. 6. Søla: marknaðarføring, útflýggjan, flutningur, goymsla ella framsýning við sølu fyri eyga, ella ein og hvør søla í ES - smásøla tó undantikin. 7. Embætisdjóralæknin: Landsdjóralæknin ella tann djóralæknin, sum Landsdjóralæknin hevur útnevnt til at hava eftirlit ella loysa uppgávur sambært hesi kunngerð. 8. Aling á landi: aling í feskum vatni í einum kontinentaløki. 9. Kontinentaløki: frárenningarøkið frá áarkelduni og allan vegin oman á sjógv. 10. Aling á sjógvi: aling í saltvatni í ella frá einum strandaøki. 11. Strandaøki: landafrøðiligt og hydrologiskt avmarkaður partur av einum havøki. Søla av akvakulturdýrum og -úrdráttum í ES
§ 2 Í sambandi við sølu av akvakulturdýrum skulu hesar almennu reglur verða hildnar
Í sambandi við sølu av akvakulturdýrum skulu hesar almennu reglur verða hildnar: 1. dýrini mugu ikki hava klinisk sjúkutekin, dagin tey verða send, 2. ætlanin við dýrunum má ikki hava verið, at tey skuldu verða send til týningar ella sláturs við tí í hyggju at týna smittandi sjúku, sbr. fylgisskjal 1, og 3. dýrini mugu ikki koma frá akvakulturbrúkum ella hava verið í samband við dýr frá akvakulturbrúkum, har djóraheilsufrøðiligar orsøkir forða fyri sølu. Í hesum sambandi verður eisini hugsað um akvakulturbrúk, sum Embætisdjóralæknin hevur eftirlit við í sambandi við smittu ella illgruna um smittu av teimum í fylgiskjali 1, lista 1 og 2 nevndu sjúkum. Stk. 2. Akvakulturúrdráttir, ætlaðir til aling, mugu bert verða seldir, um dýrini, úrdráttirnir koma frá, lúka treytirnar í stk. 1. Stk. 3. Akvakulturúrdráttir til matna mugu bert verða seldir, um dýrini, úrdráttirnir koma frá, ikki hava klinisk sjúkutekin, og koma frá akvakulturbrúkum, sum lúka treytirnar í stk. 1, nr. 3. Stk. 4. Embætisdjóralæknin kann loyva flutningi av livandi fiski, rognum og sili frá sjúkuraktum akvakulturbrúkum til onnur akvakulturbrúk, sum eru rakt av somu sjúku. Eisini kann hann loyva flutningi við slakti til matna fyri eyga.
§ 3 Er talan um sølu av livandi fiski av tí viðkvæma slagnum, sum er nevnt í fylgisskjali 1, lista 2,…
Er talan um sølu av livandi fiski av tí viðkvæma slagnum, sum er nevnt í fylgisskjali 1, lista 2, teigi 2 og aðrar úrdráttir, herundir rogn og sil, frá hesum fiskasløgum til góðkend øki ella góðkend akvakulturbrúk í ikki-góðkendum øki, skulu, umframt treytirnar í § 2, eisini hesar treytir lúkast: 1. tá fiskur verður latin góðkendum øki, skal flutningsskjal sambært fylgiskjali 6 ella 7, sbr. § 9, verða sent við, ið váttar, at hann kemur frá góðkendum øki ella góðkendum akvakulturbrúki, og at hann í aðramáta lýkur tær treytir, ES setir, 2. tá fiskur verður latin góðkendum akvakulturbrúki í einum ikki-góðkendum øki, skal flutningsskjal sambært fylgiskjali 6 ella 7, sbr. § 9, verða sent við, ið váttar, at hann kemur frá góðkendum øki ella akvakulturbrúki, har heilsufrøðiliga støðan er hin sama sum á móttøkuakvakulturbrúkinum.
§ 4 Er talan um sendingar við livandi, aldum fiski og rognum og sili frá hesum í samhandlinum innan…
Er talan um sendingar við livandi, aldum fiski og rognum og sili frá hesum í samhandlinum innan ES millum ikki-góðkend øki, tá talan er um IHN og VHS, skal skjal samsvarandi fylgiskjali 8, sbr. § 9, fylgja við sendingini. Stk. 2. Er talan um sendingar við livandi, aldum fiski og rognum og sili frá hesum í samhandlinum innan ES frá akvakulturbrúki, sum er fongt við IHN ella VHS til onnur akvakulturbrúk, sum eru fongd við somu sjúku, skal skjal samsvarandi fylgiskjal 9, sbr. § 9, fylgja við sendingini.
§ 5 Søla av lindýrum, nevnd eru í fylgiskjal 1, lista 2, teigi 2, til góðkend sjóøki ella góðkend…
Søla av lindýrum, nevnd eru í fylgiskjal 1, lista 2, teigi 2, til góðkend sjóøki ella góðkend akvakulturbrúk, skal, umframt treytirnar í § 2, lúka hesar treytir: 1. tá lindýr verða latin góðkendum sjóøki, fyri at verða slept har, skal flutningsskjal sambært fylgiskjali 10 ella 11, sbr. § 9, har váttað verður, at tey koma frá góðkendum sjóøki ella góðkendum akvakulturbrúki í ikki-góðkendum sjóøki, verða sent við, 2. tá lindýr verða latin góðkendum akvakulturbrúki í ikki góðkendum sjóøki, skal flutningsskjal sambært fylgiskjali 10 ella 11, sbr. § 9, har váttað verður, at tey koma frá góðkendum sjóøki ella góðkendum akvakulturbrúki í ikki-góðkendum øki, har heilsufrøðiliga støðan er hin sama sum á móttøkubrúkinum, verða sent við.
§ 6 Fiskur, sum er viðkvæmur fyri sjúkunum í fylgiskjal 1, lista 2, teigi 1, skal verða avlívaður og…
Fiskur, sum er viðkvæmur fyri sjúkunum í fylgiskjal 1, lista 2, teigi 1, skal verða avlívaður og reinsaður, áðrenn hann verður sendur frá ikki-góðkendum øki til matna í góðkendum øki. Stk. 2. Fiskur frá góðkendum akvakulturbrúki í ikki-góðkendum øki nýtist tó ikki at verða reinsaður.
§ 7 Livandi lindýr, sum eru viðkvom fyri sjúkunum í fylgiskjal 1, lista 2, teigi 1, og sum verða send…
Livandi lindýr, sum eru viðkvom fyri sjúkunum í fylgiskjal 1, lista 2, teigi 1, og sum verða send frá ikki-góðkendum øki til matna í góðkendum øki, skulu verða latin beinleiðis til matna ella til niðursjóðingarvirkir. Stk. 2. Reglurnar í stk. 1 eru ikki galdandi fyri lindýr frá góðkendum akvakulturbrúki í ikki-góðkendum sjóøki ella fyri lindýr, sum fyribils eru løgd í goymslubrunn, sum er góðkendur sambært teimum reglum, ES setir til hetta endamál, og sum hevur viðgerðar- og reinsiútgerð til frárensluvatn.
§ 8 Við fyrivarni fyri ásetingum viðvíkjandi teimum sjúkum, nevndar eru í fylgiskjali 1, teigi 1,…
Við fyrivarni fyri ásetingum viðvíkjandi teimum sjúkum, nevndar eru í fylgiskjali 1, teigi 1, lista 3, skulu livandi fiskur, lindýr ella krabbadýr og sil og rogn teirra, sum ikki hoyra til viðkvomu sløgini, nevnd eru í fylgiskjali 1, teigi 2, lista 2 út yvir reglurnar í § 2, eisini lúka hesar treytir: 1. Fiskur, lindýr ella krabbadýr, sum verður latin góðkendum øki, skulu hava flutningsskjal sambært fylgiskjali 12 sbr. § 9, har víst verður á, at tey koma frá: a. góðkendum øki b. góðkendum akvakulturbrúki í ikki-góðkendum øki ella c. akvakulturbrúki í ikki-góðkendum øki ella frá akvakulturbrúki í ikki-góðkendum øki, sum ikki hevur fisk, lindýr ella krabbadýr, sum nevnd eru í fylgiskjali 1, lista 2, teigi 2, og sum ikki eru tengd at eini á, havøki ella áarósa. 2. Fiskur, lindýr ella krabbadýr, sum verða latin góðkendum akvakulturbrúki í ikki-góðkendum øki, skulu hava flutningsskjal sambært fylgiskjali 12 sbr. § 9, har víst verður á, at tey koma frá: a. góðkendum øki b. góðkendum akvakulturbrúki í ikki-góðkendum øki ella c. akvakulturbrúki í ikki góðkendum øki, sum ikki hevur fisk, lindýr ella krabbadýr, sum nevnd eru í fylgisskjali 1, lista 2, teigi 2, og sum ikki eru tengd at eini á, havøki ella einum áarósa. Stk. 2. Villur fiskur, lindýr ella krabbadýr og sil og rogn frá hesum skulu, umframt treytirnar í § 2, lúka hesar treytir: 1. Villur fiskur, lindýr og krabbadýr og rogn og sil teirra, sum verða latin góðkendum øki, skulu hava flutningsskjal sambært fylgiskjali 13, sbr. § 9, har víst verður á, at tey koma frá øki við somu heilsustøðu sum hetta. 2. Villur fiskur, lindýr og krabbadýr og rogn og sil teirra, sum verða latin góðkendum akvakulturbrúki í ikki-góðkendum øki, skulu hava flutningsskjal sambært fylgiskjali 13, sbr. § 9, har víst verður á, at tey koma frá góðkendum øki. Stk. 3. Um villur fiskur, sum ætlanin er at nýta til aling í góðkendum øki ella góðkendum akvakulturbrúki, er fingin á opnum havi, skal hann verða settur í sóttarhald. Embætisdjóralæknin skipar fyri og hevur eftirlit við sótthaldinum. Stk. 4. Reglarnar í stk. 1-3 eru ikki galdandi fyri tropiskar prýðisfiskar, sum bert verða hildnir í brunnbúrum (akvarium).
§ 9 Flutningsskjøl ella heilsuváttanir, sum nevnd í §§ 3-5 og § 8 eru galdandi í 10 dagar, og skulu…
Flutningsskjøl ella heilsuváttanir, sum nevnd í §§ 3-5 og § 8 eru galdandi í 10 dagar, og skulu lúka hesar treytir: 1. Skjalið skal vera givið og undirskrivað av embætisdjóralækna ella viðkomandi myndugleika í viðkomandi ES-landi í fyrsta lagi 48 tímar áðrenn ferming. 2. Skjalið skal vera skrivað á móðurmálinum ella einum av móðurmálunum í móttøkulandinum. 3. Skjalið skal bert vera eitt ark. 4. Tað skal bert vera ætlað einum móttakara.
§ 10 Akvakulturdýr skulu verða flutt til móttøkustaðið skjótast gjørligt við flutningsfari, sum…
Akvakulturdýr skulu verða flutt til móttøkustaðið skjótast gjørligt við flutningsfari, sum frammanundan er vaskað og sóttreinsað. Stk. 2. Flutningskør skulu verða gjørd soleiðis, at vatn ikki verður spilt undir flutninginum. Flutningurin skal fara fram á tann hátt, at heilsustøðan á akvakulturdýrunum verður vard best møguligt, t.d. í sambandi við skifting av vatni. Møguligt vatnskifti skal fara fram á teimum støðum, sum eru góðkend til endamálið. Innflutningur úr triðjalondum
§ 11 Innflutningur av akvakulturdýrum og -úrdráttum úr triðjalondum kann bert fara fram eftir treytum,…
Innflutningur av akvakulturdýrum og -úrdráttum úr triðjalondum kann bert fara fram eftir treytum, sum í minsta lagi svara til tær treytir, sum eru galdandi fyri útflutning av akvakulturdýrum og -úrdráttum í ES.
§ 12 Akvakulturdýr og -úrdráttir, sum verða innflutt úr triðjalondum, skulu hava eina váttan, sum skal…
Akvakulturdýr og -úrdráttir, sum verða innflutt úr triðjalondum, skulu hava eina váttan, sum skal vera undirskrivað av rætta myndugleika í útflutningslandinum. Stk. 2. Váttanin í stk. 1 er galdandi í 10 dagar og skal: 1. verða givin sama dag, sum fermt verður til ES, 2. vátta, at akvakulturdýrini ella -úrdráttirnir lúka tær treytir, sum ES setir í sambandi við innflutning úr triðjalondum, 3. bert vera eitt ark, 4. vera ætla einum móttakara og 5. sum frumrit fylgja við flutninginum. Revsing og gildiskoma
§ 13 Bót verður givin tí, sum
Bót verður givin tí, sum: 1. brýtur §§ 2, stk. 1-3, 3-6, 7, stk. 1, 8, stk. 1-3, 9-12 ella 2. ikki fylgir boðunum í § 8, stk. 3. Stk. 2. Fyri brot, sum verða framd av løgfrøðiligum persóni, sum t.d. partafelag ella lutafelag, kann tann løgfrøðiligi persónurin verða sektaður sum slíkur.
§ 14 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Vinnumálastýrið, 15. august 2001 Bjarni Djurholm (sign.) landsstýrismaður / Arni Poulsen (sign.) 1) Fylgiskjølini eru ikki løgd út á logir.fo, men eru at finna í Kunngerðarblaði 21 A frá 17. august 2001. Kunngerðablaðið er tøkt á vinstra bredda.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.