Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
1. august 2022 Nr. 113
Kunngerð um prístalsjavning av lestrarstuðli í tíðarskeiðnum 1. august 2022 til 1. august 2023
Við heimild í § 19, stk. 2 í løgtingslóg nr. 36 frá 3. mai 2007 um lestrarstuðul, sum broytt við løgtingslóg nr. 76 frá 25. mai 2009, verður ásett:
§ 1 Prosentvísa broytingin í miðalprístalinum fyri undanfarna ár 2021 í mun til miðalprístalið fyri…
Prosentvísa broytingin í miðalprístalinum fyri undanfarna ár 2021 í mun til miðalprístalið fyri árið frammanundan 2020 er 2,7%.
§ 2 Studningurin til teirra, ið taka hægri lestur ella førleikagevandi útbúgving er kr. 4.605…
Studningurin til teirra, ið taka hægri lestur ella førleikagevandi útbúgving er kr. 4.605 mánaðarliga, sbr. § 7, stk. 2 í løgtingslógini. Stk. 2. Studningurin til teirra, ið lesa á miðnámi ella í fólkaskúla er kr. 4.073 mánaðarliga, um tann lesandi er forsyrgjari ella kann skjalprógva útreiðslur av egnum bústaði, sbr. § 7, stk. 3 í løgtingslógini. Stk. 3. Studningurin til teirra, ið ikki eru fevnd av § 7, stk. 2 ella 3 í løgtingslógini, og annars lúka treytirnar fyri at fáa lestrarstuðul, er kr. 1.962 mánaðarliga, sbr. § 7, stk. 4 í løgtingslógini.
§ 3 Lestrarlán sbrt. § 8 í løgtingslógini kann í mesta lagi vera kr. 2.583 um mánaðin
Lestrarlán sbrt. § 8 í løgtingslógini kann í mesta lagi vera kr. 2.583 um mánaðin.
§ 4 Bókastudningur sbrt. § 10 í løgtingslógini er kr. 3.887
Bókastudningur sbrt. § 10 í løgtingslógini er kr. 3.887.
§ 5 Vistarhaldsstudningur sbrt. § 11 í løgtingslógini er kr. 2.716
Vistarhaldsstudningur sbrt. § 11 í løgtingslógini er kr. 2.716.
§ 6 Barnastudningurin sbrt. § 12, stk. 2 í løgtingslógini er mánaðarliga kr. 1.067 fyri hvørt barnið…
Barnastudningurin sbrt. § 12, stk. 2 í løgtingslógini er mánaðarliga kr. 1.067 fyri hvørt barnið undir 18 ár. Stk. 2. Studningurin til einsamallar uppihaldarar sbrt. § 12, stk. 4 í løgtinglógini er kr. 1.636 um mánaðin.
§ 7 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. august 2022
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. august 2022. Uttanríkis- og mentamálaráðið, 1. august 2022 Jenis av Rana (sign.) landsstýrismaður / Poul Geert Hansen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.