Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

20. desember 1991 Nr. 112

Kunngerð um gjald til arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn

Við heimild í § 2, stk. 3 í løgtingslóg nr. 39 frá 7. mai 1991 um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn hevur landsstýrið fyrisett:

§ 1 Skyldu at rinda í grunnin hava allir persónar, sum eru undir skattskyldu í Føroyum, og allir…

Skyldu at rinda í grunnin hava allir persónar, sum eru undir skattskyldu í Føroyum, og allir arbeiðsgevarar, sum gjalda út A-inntøku.

§ 2 Arbeiðsgevarin rindar ½% av tí samlaðu útgoldnu A-inntøkuni. Árliga gjaldið verður kravt inn við…

Arbeiðsgevarin rindar ½% av tí samlaðu útgoldnu A-inntøkuni. Árliga gjaldið verður kravt inn við rokning árið eftir, fyrstu ferð í 1992, og skal vera goldið í seinasta lagi 1. apríl.

§ 3 Persónligir skattgjaldarar rinda ½% av skattskyldugu inntøkuni. Gjaldið verður kravt inn fyrstu…

Persónligir skattgjaldarar rinda ½% av skattskyldugu inntøkuni. Gjaldið verður kravt inn fyrstu ferð í 1992 saman við fyribilsskattinum, og verður endaliga gjørt upp árið eftir í skattauppgerðini. Stk. 2. Persónligir skattgjaldarar, sum eru 67 ár ella eldri, skulu ikki rinda inn í grunnin, og heldur ikki skulu teir rinda inn í tí árinum, sum teir fylla 67 ár.

§ 4 Gjøld sambært § 2, sum eru minni enn 50 kr. um árið, verða ikki kravd

Gjøld sambært § 2, sum eru minni enn 50 kr. um árið, verða ikki kravd.

§ 5 Verður útrokningargrundarlagið sambært § 2 broytt aftaná at gjaldið er kravt, verður munurin bert…

Verður útrokningargrundarlagið sambært § 2 broytt aftaná at gjaldið er kravt, verður munurin bert kravdur/útgoldin, um hann er størri enn 50 kr. Stk. 2. Verður inntøkugrundarlagið sambært § 3 broytt aftaná at gjaldið er kravt, verður munurin bert kravdur/útgoldin, um hann er størri enn 200 kr.

§ 6 Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 1992

Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 1992.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
gjald til arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn · innanhýsis
Áður galdandi · 25. mars 2002

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙