Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

27. november 2024 Nr. 112

Kunngerð um ættleiðing

Kapittul 1 Inngangur

Kapittul 2 Umsókn um ættleiðing o.a.

Kapittul 3 Samtykki, váttan o.a.

Kapittul 4 Stjúkbarnaættleiðingar og familjuættleiðingar

Kapittul 5 Góðkenning sum ættleiðari

Kapittul 6 Altjóða fremmandaættleiðing

Kapittul 7 Innanlands ættleiðing

Kapittul 8 Uppihaldsloyvi til útlendsk børn við atliti at ættleiðing

Kapittul 9 Ættleiðingarloyvi

Kapittul 10 Broyting av rættarvirknaðinum í sambandi við eldri ættleiðingar

Kapittul 11 Kæra

Kapittul 12 Altjóða samstarv

Kapittul 13 Gildiskoma og úrgildisseting

Við heimild í § 4, stk. 2, § 9, stk. 1, 1. pkt., og stk. 5, § 25, § 27, stk. 3, § 28, stk. 3, § 29, § 32, stk. 2, § 33, stk. 2, § 34, stk. 2, § 35, stk. 2 og § 41, stk. 3 í løgtingslóg nr. 42 frá 30. apríl 2018 um ættleiðing (Ættleiðingarlógin), sum broytt við § 21 í løgtingslóg nr. 159 frá 10. desember 2021, verður ásett:

Kapittul 1

Inngangur

Kapittul 1 Inngangur

Í hesi kunngerð skulu hugtøkini, sum nevnd eru niðanfyri, skiljast soleiðis: 1) Samlivi: Ein persónur, ið hevur verið í einum samanhangandi samlívi í einum hjúnabandslíknandi parlagi, sum í útgangsstøðinum hevur varað í minsta lagi 2½ ár. 2) Stjúkbarnaættleiðing: Ættleiðing, har umsøkjarin ættleiðir barnið hjá sínum hjúnafelaga ella samliva, sbr. § 6 í løgtingslógini. 3) Familjuættleiðing, sbr. § 4, stk. 2 í løgtingslógini: a) Ættleiðing, har umsøkjarin ættleiðir eitt barnabarn, eitt systkinabarn ella eitt systkin. b) Ættleiðing av einum barni hjá foreldrum, sum umsøkjari gjøgnum tættan og drúgvan kennskap er serliga knýttur at, og barnið er yngri enn 18 ár. c) Ættleiðing av einum barni, sum umsøkjarin hevur eitt serligt tilknýti til. 4) Fremmandaættleiðing: Ættleiðing, har umsøkjari ættleiðir eitt barn undir 18 ár, og har tað er ein treyt fyri ættleiðingina, at umsøkjarin verður góðkendur sum ættleiðari sbrt. § 4, stk. 1 í løgtingslógini. 5) Innanlands ættleiðing: Ættleiðing, har umsøkjarin ættleiðir eitt barn, ið hevur bústað í Føroyum, Danmark ella í Grønlandi og ikki er komið til Føroyar, Danmark ella Grønland at verða ættleitt. 6) Altjóða ættleiðing: Ættleiðing, har umsøkjari ættleiðir eitt barn, ið hevur bústað uttanfyri Føroyar, Danmark og Grønland, ella eitt barn, ið er komið til Føroyar at verða ættleitt. 7) Góðkenningarkarmur: Lýsing av aldri og likamligari og sálarligari støðu hjá barninum, ið umsøkjarin verður góðkendur til at kunna ættleiða. 8) Gevaraland ella upprunaland: Landið, har barnið hevur bústað áðrenn ættleiðingina. 9) Útland: Lond uttanfyri Føroyar, Danmark og Grønland. 10) Útlendskur myndugleiki ella stovnur: Myndugleiki ella stovnur, ið ikki er føroyskur, danskur ella grønlendskur. 11) Adoptionsnævnet: Ein danskur almennur myndugleiki, ið greipar góðkendar umsøkjarar við bústaði í Føroyum ella í Danmark og børn, ið eru leysgivin til innanlands ættleiðing, og sum hava bústað í Føroyum ella í Danmark, sbr. §§ 29 og 35. 12) Greiping: Tá ið eitt barn verður leysgivið til ættleiðing, verður góðkendur ættleiðari á viðkomandi bíðilista útvaldur at ættleiða barnið. 13) Haagersáttmálin: Bekendtgørelse af konvention af 29. maj 1993 om beskyttelse af børn og om samarbejde med hensyn til internationale adoptioner. 14) Høvuðsmyndugleiki: Er tann myndugleiki, ið sbrt. Haagersáttmálanum er tilnevndur sum høvuðsmyndugleiki við atliti at røkja skyldurnar, ið eru álagdar sbrt. Haagersáttmálanum. Kapittul 2 Umsókn um ættleiðing o.a. Umsóknin

Kapittul 2 Umsókn um ættleiðing o.a.

Umsókn um ættleiðing ella um góðkenning sum ættleiðari skal latast Familjufyrisitingini. Stk. 2. Umsóknin skal latast inn á einum oyðublaði, sum landsstýrisfólkið hevur góðkent, og skal undirskrivast av umsøkjaranum persónliga. Stk. 3. Saman við umsókn um ættleiðing ella um góðkenning sum ættleiðari, skal umsøkjarin lata inn tær váttanir og tey skjøl o.a., ið nevnd eru í umsóknaroyðublaðnum. Skjøl, ið føroyskir myndugleikar hava útflýggjað, kunnu latast inn sum avrit. Útlendskar váttanir, dómsavrit o.a. og møguligar umsetingar av hesum skjølum, sbrt. § 4, skulu latast Familjufyrisitingini sum frumrit. Í sambandi við fremmandaættleiðing skal harumframt latast inn ein læknaváttan, ið kommunulæknin hjá umsøkjaranum hevur útflýggjað. Læknaváttanin skal verða á góðkendum oyðublaði. Um ein annar lækni hevur útflýggjað váttanina, skal umsøkjarin geva eina nøktandi orsøk til tess. Læknaváttanin kann ikki vera eldri enn 3 mánaðar, tá ið umsóknin verður latin inn. Stk. 4. Mett verður, at umsókn er latin inn, tá ið Familjufyrisitingin hevur móttikið tær váttanir og tey skjøl o.a., ið eru nevnd í umsóknaroyðublaðnum. Stk. 5. Hjún ella samlivandi lata inn umsókn í felag, uttan so, at søkt verður um stjúkbarnaættleiðing. Hetta er tó ikki galdandi, um hjúnafelagin ella samlivin eru í einari støðu, ið er nevnd í § 5, stk. 1 í løgtingslógini.

Umsókn um góðkenning sum ættleiðari til fremmandaættleiðing kann ikki latast inn fyrr enn aftan á, at tað barnið, sum kom síðst í familjuna, hevur verið i familjuni í minst 6 mánaðir, tó undantikið, um talan er um serligar umstøður. Umsetingar

Tann, ið søkir um ættleiðing ella um góðkenning sum ættleiðari, skal, tá ið viðkomandi verður biðin um tað, syrgja fyri, at váttanir, dómsavrit o.a. verður umsett til føroyskt ella danskt, tá ið talan er um skjøl, ið eru á øðrum máli enn føroyskum, donskum, grønlendskum, norskum, svenskum, finskum, íslendskum ella enskum. Umsetingin skal váttast av einum almennum myndugleika í viðkomandi landi ella av einum útbúnum týðara ella líknandi í Føroyum ella í Danmark. Kapittul 3 Samtykki, váttan o.a. Samtykki frá foreldrum ella verja

Kapittul 3 Samtykki, váttan o.a.

Samtykki frá foreldrum hjá barninum ella verjanum hjá barninum, sbrt. § 8 í løgtingslógini, skal latast í sambandi við persónliga uppmøting á Familjufyrisitingini, sbr. tó stk. 2 og 3. Stk. 2. Býr eitt foreldur ella ein verji í Danmark ella í Grønlandi, ella uppiheldur viðkomandi sær har, kann Familjufyrisitingin heita á Familieretshuset í Danmark ella Ríkisumboðið í Grønlandi um at innkalla viðkomandi til fund við atliti at at lata samtykki. Stk. 3. Býr eitt foreldur ella ein verji í longri tíð uttanfyri Føroyar, Danmark ella Grønland, ella uppiheldur viðkomandi sær har í longdi tíð, kann Familjufyrisitingin heita á eitt føroyskt ella eitt danskt umboð um at innkalla viðkomandi til fund at lata samtykki. Stk. 4. Áðrenn foreldrini ella verjin lata samtykki, skulu tey vegleiðast um rættarvirknaðin av ættleiðingini og samtykkinum, íroknað kapittul 2 og 3 í løgtingslógini og § 10, stk. 1 í løgtingslógini, tó ikki, tá søkt verður um stjúkbarnaættleiðing. Stk. 5. Samtykkið skal vera treytaleyst og latast Familjufyrisitingini á góðkendum oyðublaði.

Samtykki frá foreldrunum ella verjanum hjá barninum, sbrt. § 8 í løgtingslógini, til, at barnið verður burturættleitt við einari innanlands fremmandaættleiðing, kann latast til, at barnið verður ættleitt av tí, sum Adoptionsnævnet peikar út til at ættleiða barnið.

Við eini altjóða fremmandaættleiðing, ið verður miðlað gjøgnum Ankestyrelsen, og har foreldrini hjá barninum hava latið einum útlendskum myndugleika ella stovni samtykki til ættleiðingina, og tá ongin útlendsk ættleiðingaravgerð, ið verður viðurkend í Føroyum sbrt. § 32, stk. 2, er til, avger Familjufyrisitingin, um samtykki kann javnsetast við samtykkið, ið er latið einum føroyskum myndugleika. Váttan í sambandi við ættleiðing

Váttan frá foreldrum sbrt. § 14 í løgtingslógini og váttan frá verjanum hjá barninum sbrt. § 15 í løgtingslógini skal latast Familjufyrisitingini á oyðublaði, sum landsstýrisfólkið hevur góðkent, og skal undirskrivast persónliga. Stk. 2. Áðrenn foreldrini og verjin hjá barninum lata samtykki, skal Familjufyrisitingin tryggja sær, at foreldrini og verjin hjá barninum hava fingið vegleiðing um rættarvirknaðin av ættleiðingini, íroknað kapittul 2 og 3 í løgtingslógini. Stk. 3. Um umstøðurnar tala fyri tí, kann Familjufyrisitingin krevja, at váttanin verður latin í sambandi við persónliga uppmøting á Familjufyrisitingini. Stk. 4. Býr eitt foreldur ella ein verji í Danmark ella í Grønlandi, ella uppiheldur viðkomandi sær har, kann Familjufyrisitingin heita á Familieretshuset í Danmark ella Ríkisumboðið í Grønlandi um at biðja viðkomandi møta persónliga og lata váttanina. Stk. 5. Býr eitt foreldur ella verji í longri tíð uttanfyri Føroyar, Danmark ella Grønland, ella uppiheldur viðkomandi sær har í longri tíð, kann Familjufyrisitingin heita á eitt føroyskt ella eitt danskt umboð um at biðja viðkomandi møta persónliga og lata váttanina. Samtykki frá barninum og upplýsingar um sjónarmiðið hjá barninum í sambandi við ættleiðingina

Samtykki frá barninum, sbrt. § 7, stk. 1 í løgtingslógini, skal latast í sambandi við, at møtt verður persónliga á Familjufyrisitingini. Stk. 2. Býr barnið í Danmark ella í Grønlandi, ella uppiheldur barnið sær har, kann Familjufyrisitingin heita á Familieretshuset í Danmark ella Ríkisumboðið í Grønlandi, um at biðja barnið møta persónliga og lata váttanina. Stk. 3. Býr ella uppiheldur barnið sær í longri tíð uttanfyri Føroyar, Danmark ella Grønland, kann Familjufyrisitingin heita á eitt føroyskt ella eitt danskt umboð um at biðja barnið møta persónliga og lata váttanina. Stk. 4. Samtykki skal latast skrivliga ella munnliga. Verður samtykki latið skrivliga, skal eitt oyðublað, sum er góðkent av landsstýrisfólkinum, nýtast. Verður samtykki latið munnliga, skal ein váttan um, at samtykkið er latið, gerast. Stk. 5. Áðrenn barnið letur samtykkið, skal Familjufyrisitingin tryggja sær, at barnið hevur fingið vegleiðing um rættarvirknaðin av ættleiðingini, íroknað kapittul 2 og 3 í løgtingslógini. § 7 í kunngerðini verður nýtt samsvarandi.

Samtykki skal ikki krevjast, um barnið er undir 18 ár og mett verður, at útvegan av samtykki er til skaða fyri barnið. Kapittul 4 Stjúkbarnaættleiðingar og familjuættleiðingar Vanligar ásetingar

Kapittul 4 Stjúkbarnaættleiðingar og familjuættleiðingar

Familjufyrisitingin skal tryggja sær, at tann, ið søkir um stjúkbarnaættleiðing ella familjuættleiðing, fær ella hevur fingið nøktandi vegleiðing.

Í niðanfyri nevndu førum skal Familjufyrisitingin leggja eina umsókn um stjúkbarnaættleiðing ella familjuættleiðing fyri landsstýrisfólkið: 1) Samtykki til ættleiðing er latið einum útlendskum myndugleika ella stovni, og ongin útlendsk ættleiðingaravgerð, ið verður viðurkend í Føroyum sbrt. § 32, stk. 2, er til. Er talan um ættleiðing við hjálp frá Ankestyrelsen, skal málið tó ikki leggjast fyri. 2) Málið gevur orsøk til illgruna um brot á § 36, stk. 1 í løgtingslógini. 3) Málið annars gevur orsøk til tað. Serliga um familjuættleiðingar

Verður søkt um innanlands ættleiðing av einum barni, ið ikki er fylt 18 ár, skal Familjufyrisitingin innheinta eina váttan frá Fosturforeldraskipanini um, hvørt umsøkjarin lýkur krøvini fyri at hava eitt barn til fosturs sbrt. løgtingslóg um barnavernd. Stk. 2. Fosturforeldraskipanin skal upplýsa, hvørjar kanningar liggja til grund fyri váttanini, og um serligar umstøður hava gjørt seg galdandi, ið hava við sær, at tað er ivasamt, um ættleiðing er tað besta fyri barnið. Um so er, skal tilfarið, ið hevur verið til skjals hjá Fosturforeldraskipanini, sendast saman við váttanini til Familjufyrisitingina.

Verður søkt um altjóða ættleiðing, ið er fevnd av Haagersáttmálanum, og metir Familjufyrisitingin, at ættleiðing helst er tað besta fyri barnið, sendir Familjufyrisitingin umsóknina til tann myndugleikan, ið er vorðin tilnevndur høvuðsmyndugleiki í gevaralandinum ella til annan viðkomandi myndugleika. Saman við umsóknini skal leggjast ein frágreiðing um ættleiðingarumsøkjaran og eitt grundgivið tilmæli frá Familjufyrisitingini um, at umsøkjarin út frá upplýsingunum í málinum verður mettur at vera skikkaður til at ættleiða barnið. Stk. 2. Metir Familjufyrisitingin, út frá móttiknu upplýsingunum í málinum frá gevaralandinum um barnið, at ein ættleiðing kann fremjast, letur Familjufyrisitingin eina váttan í samsvari við grein 17 c í Haagersáttmálanum. Grein 17 c váttanin skal latast á góðkendum oyðublaði. Familjufyrisitingin skal senda grein 17 c váttanina til høvuðsmyndugleikan í gevaralandinum ella til tann myndugleikan, ið høvuðsmyndugleikin hevur givið heimild til at móttaka ella lata váttanina. Familjufyrisitingin skal tryggja sær, at gevaralandið somuleiðis sendir eina grein 17 c váttan til Familjufyrisitingina. Stk. 3. Verður søkt um altjóða familjuættleiðing, ið ikki er fevnd av Haagersáttmálanum, skal Familjufyrisitingin leggja ættleiðingamálið fyri myndugleikunum í gevaralandinum. Stk. 4. Í teimum førum, ið eru nevnd í stk. 1 og 3, kann Familjufyrisitingin krevja, at umsøkjarin skal senda eina umsókn til Ankestyrelsen, um lóggávan í gevaralandinum krevur, at umsóknin verður latin av einum felagsskapi, ella um tað annars verður mett at vera skynsamt við atliti at viðgerðini av málinum uttanlands.

Familjufyrisitingin biður umsøkjaran um at koma til eina samrøðu um ættleiðingina og um týdningin av ættleiðingini, um ikki umsøkjarin longu tá hevur fingið nøktandi vegleiðing frá øðrum myndugleika.

Familjufyrisitingin útvegar sær eina fullkomna revsiváttan um umsøkjara, beint áðrenn loyvið til familjuættleiðing verður skrivað, uttan so, at viðkomandi persónur, ið ynskist ættleiddur, er fyltur 18 ár. Stk. 2. Geva upplýsingarnar, sum Familjufyrisitingin hevur móttikið um kropsligu ella sálarligu heilsustøðuna hjá umsøkjaranum orsøk til at ivast í, hvørt ættleiðingin er tað besta fyri barnið, kann Familjufyrisitingin útvega sær eitt ummæli frá læknanum í Ættleiðingarsamráðnum ella frá landsstýrisfólkinum um upplýsingarnar hava við sær, at ættleiðingin, ið søkt er um, er ivasom. Kapittul 5 Góðkenning sum ættleiðari Góðkenningin

Kapittul 5 Góðkenning sum ættleiðari

Ein avgerð um góðkenning sum ættleiðari sbrt. § 4, stk. 1 í løgtingslógini, verður tikin av Familjufyrisitingini. Ættleiðingarsamráðið letur Familjufyrisitingini tilmæli at brúka í sambandi við til teirra avgerð um góðkenning sum ættleiðari. Stk. 2. Familjufyrisitingin veitir skrivstovuhjálp til Ættleiðingarsamráðið.

Góðkenning sum ættleiðari kann latast: 1) til at ættleiða eitt ítøkiligt barn t.e. ítøkilig góðkenning, ella 2) til at ættleiða eitt barn, ið danskur ella útlendskur ættleiðingarmiðlandi myndugleiki ella felagsskapur skjýtur upp, t.e. generell góðkenning. Stk. 2. Familjufyrisitingin ásetir ítøkiliga innihaldið av einari generellari góðkenning, t.e. góðkenningarkarmurin, eftir at hava fingið tilmæli frá Ættleiðingarsamráðnum.

Ein umsøkjari kann góðkennast sum ættleiðari, tá ið umsøkjarin lýkur treytirnar í §§ 20-23, og umsøkjarin annars verður mettur skikkaður til at fostra upp eitt ættleitt barn einsamallur ella saman við sínum hjúnafelaga ella samliva, um umsøkjarin er giftur ella samlivandi, sbr. stk. 2. Stk. 2. Ein umsøkjari, ið er giftur ella samlivandi kann bert góðkennast sum ættleiðari, um hjúnafelagin ella samlivin samstundis verður góðkendur sum ættleiðari, sbr. § 5, stk. 1 í løgtingslógini. Tó er hetta ikki galdandi, um hjúnafelagin ella samlivin eru í einari støðu, ið er nevnd í § 5, stk. 1 í løgtingslógini.

Hjún ella samlivandi kunnu bert góðkennast sum ættleiðarar, um tey hava livað saman í minst 2½ ár, tá ið umsókn um ættleiðing verður innlatin, sbr. tó stk. 2 og 3. Stk. 2. Samlivandi kunnu tó góðkennast sum ættleiðarar, um tey hava livað saman minst í 1½ ár, tá ið umsókn um ættleiðing verður latin inn, og um annar av umsøkjarunum longu er góðkendur sum ættleiðari, sbr. tó stk. 3. Stk. 3. Um serligar umstøður gera seg galdandi, kann víkjast frá stk. 1 og stk. 2.

Tað er ein treyt fyri at verða góðkendur sum ættleiðari, at umsøkjarin ikki er meira enn 42 ár eldri enn barnið, tá ið umsókn um góðkenning sum ættleiðari verður latin inn. Stk. 2. Tó kann víkjast frá treytini í stk. 1, um: 1) umsøkjarin áðrenn rímiliga tíð eftir at hava móttikið eitt ættleitt barn, søkir um góðkenning til ættleiðing av einum barni afturat, ella 2) um serligar umstøður gera seg galdandi.

Harumframt er tað ein treyt fyri at verða góðkendur sum ættleiðari, at: 1) kropsliga og sálarliga heilsustøðan hjá umsøkjaranum ikki minkar um møguleikan fyri, at ættleiðingargongdin verður tað besta fyri barnið, 2) umsøkjarin hevur ein bústað, ið er hóskandi til at fostra barnið upp í, 3) umsøkjarin hevur ráðilig fíggjarlig viðurskifti, og 4) umsøkjarin ikki er revsaður fyri viðurskifti, ið gevur orsøk til grundaðan iva um førleikan hjá umsøkjaranum til at ættleiða.

Tað er ein treyt fyri at góðkennast sum ættleiðari, at ein umsøkjari, ið ikki fyrr hevur ættleitt, luttekur á einum ættleiðingarfyrireikandi skeiði. Stk. 2. Familjufyrisitingin kann, inntil avgerð er tikin sbrt. § 29, gera av, at ein ættleiðari, ið áður hevur ættleitt eitt barn, skal luttaka á einum ættleiðingarfyrireikandi skeiði fyri at verða góðkendur av nýggjum.

Góðkenning sum ættleiðari er galdandi í 4 ár frá tí, at avgerð er tikin um, at umsøkjarin er góðkendur, sbr. tó stk. 3. Stk. 2. Familjufyrisitingin kann taka avgerð um at leingja eina góðkenning við 2 árum, um umsøkjarin lýkur krøvini í §§ 20-22, og umsøkjarin annars verður mettur skikkaður at fostra upp eitt ættleitt barn, sbr. tó stk. 3. Stk. 3. Ein góðkenning kann bert verða galdandi og leingjast fram til, at umsøkjarin í mesta lagi verður 47 ár eldri enn barnið, sbr. tó stk. 4. Stk. 4. Um umsøkjarin hevur fingið undantaksloyvi, orsakað av aldri sbrt. § 21, stk. 2, er góðkenningin galdandi í 4 ár. Góðkenningin kann leingjast fram til, at umsøkjarin verður í mesta lagi 47 ár eldri enn barnið.

Í §§ 21 og 24 skal aldurin hjá barninum skiljast sum lægst møguligi aldurin innan góðkenningarkarmin, um søkt verður um eina generella góðkenning sum ættleiðari, sbr. § 18, stk. 1, nr. 2. Kanningartilgongdin og góðkenningartilgongdin í Familjufyrisitingini

Ættleiðingarsamráðið ger eitt tilmæli til Familjufyrisitingina um, hvørt umsøkjarin kann góðkennast sum ættleiðari. Síðani tekur Familjufyrisitingin avgerð í málinum. Tilmælið verður gjørt út frá kanningum, ið Familjufyrisitingin hevur fingið til vega. Stk. 2. Í kanningartilgongdini og góðkenningartilgongdini verður fyrst kannað, um umsøkjarin lýkur góðkenningartreytirnar í §§ 20-22, sbrt. § 19, stk. 2. Harnæst verður kannað, um umsøkjarin annars kann metast at vera skikkaður at fostra upp eitt ættleitt barn, sbr. § 19, stk. 1. Stk. 3. Tað er Familjufyrisitingin, ið fær upplýsingarnar til vega, ið eru neyðugar fyri at støða kann takast til, hvørt umsøkjarin lýkur treytirnar í §§ 20-22, sbr. § 19, stk. 1, harumframt hvørt umsøkjarin annars kann metast at vera skikkaður til at fostra upp eitt ættleitt barn, sbr. § 19, stk. 1. Stk. 4. Serkunnleikin hjá Familjufyrisitingini verður tikin upp í málið alt eftir ítøkiligu viðurskiftini í málinum. Stk. 5. Familjufyrisitingin tekur avgerð um at seta í verk medisinska, sálarlæknaliga, sálarliga ella aðra serkanning. Ættleiðingarsamráðið letur Familjufyrisitingini eitt tilmæli at brúka í sambandi við teirra avgerð um, hvørt ein kanning, nevnd í 1. pkt., skal gerast. Hetta ger seg galdandi, hóast umsøkjarin játtar, at kanningin verður gjørd.

Metir Familjufyrisitingin, at umsøkjarin ikki lýkur treytirnar í §§ 20-22, kann Familjufyrisitingin taka avgerð um at sýta einari umsókn um góðkenning sum ættleiðari, uttan at kanna málið nærri. Ættleiðingarsamráðið letur Familjufyrisitingini tilmæli at brúka í sambandi við avgerð, nevnd í 1. pkt. Stk. 2. Metir Familjufyrisitingin, at umsøkjarin uttan iva lýkur treytirnar í §§ 20-22, verður hildið fram við kanningartilgongdini og góðkenningartilgongdini, uttan at málið verður lagt fyri Ættleiðingarsamráðið. Umsøkjarin skal luttaka á einum ættleiðingarfyrireikandi skeiði, um tað er kravt sbrt. § 23, til tess at kanningartilgongdin og góðkenningartilgongdin kann halda fram við atliti at, at ein meting verður gjørd, hvørt umsøkjarin annars kann metast skikkaður at fostra upp eitt ættleitt barn, sbrt. § 26, stk. 2. Stk. 3. Familjufyrisitingin ger eina einstaklingalýsing av umsøkjaranum, har førleikin at ættleiða verður lýstur, sum verður brúkt í sambandi við avgerðini hjá Familjufyrisitingini og tilmælið hjá Ættleiðingarsamráðnum.

Áðrenn farast kann undir at kanna førleikan hjá umsøkjaranum sum ættleiðari, skal umsøkjarin fáa váttan til vega um, at: 1) umsøkjarin hevur luttikið á einum ættleiðingarfyrireikandi skeiði, um krav er um hetta, og 2) umsøkjarin er skrásettur hjá Ankestyrelsen, sbr. § 44 ella at umsøkjarin hevur givið til kennar yvirfyri Adoptionsnævnet, at umsøkjarin ynskir at gjøgnumføra eina innanlands ættleiðing. Hetta er tó ikki galdandi, um søkt verður um at ættleiða eitt ítøkiligt barn innanlands. Stk. 2. Skal umsøkjarin luttaka á einum ættleiðingarfyrireikandi skeiði, skal umsøkjarin fáa váttan til vega um, at viðkomandi hevur luttikið á einum ættleiðingarfyrireikandi skeiði. Váttanin skal latast Familjufyrisitingini innan eitt ár aftan á, at Familjufyrisitingin hevur givið til kennar, at ættleiðingartilgongdin kann halda fram, sbr. § 27, stk. 2. Familjufyrisitingin kann í serligum førum víkja frá freistunum. Stk. 3. Familjufyrisitingin skal tryggja sær, at ein umsøkjari, ið kann góðkennast, uttan at skula luttaka í einum ættleiðingarfyrireikandi skeiði, fær nøktandi ráðgeving. Stk. 4. Um umsøkjarin ynskir at gjøgnumføra eina altjóða ættleiðing, uttan at vera skrásettur hjá Ankestyrelsen, skal umsøkjarin fáa til vega váttan um, at umsøkjarin hevur fingið loyvi frá landsstýrisfólkinum sbrt. § 44. Váttanin skal fyriliggja, áðrenn farið verður undir at kanna, um umsøkjarin er skikkaður at ættleiða.

Kanningartilgongdin og góðkenningartilgongdin endar við, at Familjufyrisitingin út frá upplýsingunum í málinum og einstaklingalýsingina tekur støðu til, um umsøkjarin lýkur treytirnar í §§ 20-22, og um umsøkjarin verður mettur skikkaður at fostra upp eitt ættleitt barn einsamallur ella saman við sínum hjúnafelaga ella samliva, um umsøkjarin er giftur ella samlivandi. Ættleiðingarsamráðið letur Familjufyrisitingini tilmælið at brúka í sambandi við støðutakanina sbrt. 1. pkt. Stk. 2. Um umsøkjarin verður mettur at lúka treytirnar í §§ 20-22 og harumframt mettur at vera skikkaður at fostra upp eitt ættleitt barn, verður avgerð tikin um at góðkenna umsøkjara sum ættleiðara. Ættleiðingarfyrireikandi skeiðið

Heilsutrygd, Gigni skipar og bjóðar nevnda ættleiðingarfyrireikandi skeiðið sbrt. § 23. Skeiðið er ein sjálvstøðugur partur av kanningartilgongdini og góðkenningartilgongdini. Skeiðið verður áðrenn kanningina sbrt. §§ 26-29 av, hvørt umsøkjarin er skikkaður sum ættleiðari. Stk. 2. Undirvísararnir skulu í minsta lagi hava eina miðallanga útbúgving innan heilsu ella sálarfrøði. Stk. 3. Undirvísararnir skulu luttaka á fakligum skeiðum, ið eru viðkomandi fyri fremmandaættleiðing.

Til ber ikki at luttaka á ættleiðingarfyrireikandi skeiðinum, fyrr enn Familjufyrisitingin hevur mett, at kanningartilgongdin og góðkenningartilgongdin kann halda fram, sbrt. § 27, stk. 2. Stk. 2. Umsøkjarin skal melda seg til skeiðið hjá Heilsutrygd, Gigni, tá ið treytin í stk. 1 er lokin.

Umsøkjarin verður mettur at hava luttikið á einum ættleiðingarfyrireikandi skeiði, tá ið umsøkjarin hevur gjøgnumført alt skeiðið. Stk. 2. Hjún og samlivandi skulu hava luttikið á skeiðinum samstundis.

Familjufyrisitingin kann ikkiinnheinta upplýsingar um umsøkjara, ið eru komnar fram í sambandi við luttøku á einum ættleiðingarfyrireikandi skeiði og brúka hesar í sambandi við avgerð um góðkenning sum ættleiðari. Skeiðsundirvísararnir ella onnur mugu heldur ikki geva slíkar upplýsingar víðari til Familjufyrisitingina ella Ættleiðingarsamráðið. Góðkenningin

Tað skal síggjast á góðkenningini, hvørt hon fevnir um: 1) eina ættleiðing, ið verður miðlað antin av einum góðkendum felagsskapi ella av Adoptionsnævnet, 2) eina innanlands ættleiðing av einum ítøkiligum barni, ella 3) eina ættleiðing, ið umsøkjarin hevur loyvi at gjøgnumføra uttan at vera skrásettur hjá Ankestyrelsen, sbr. § 44.

Ein umsøkjari við generellari góðkenning sum ættleiðari sbrt. § 18, stk. 1, nr. 2, kann velja at søkja um innanlands og altjóða fremmandaættleiðing samstundis ella annaðhvørt innanlands ella altjóða fremmandaættleiðing. Ein umsøkjari kann til eina og hvørja tíð broyta sítt val sbrt. 1. pkt. Stk. 2. Tá ein umsøkjari fær eina generella góðkenning sbrt. § 18, stk. 1, nr. 2, sendir Familjufyrisitingin málið til Adoptionsnævnet, sbrt. § 60, uttan so at umsøkjarin frammanundan hevur valt innanlands ættleiðing frá. Stk. 3. Søkir ein umsøkjari um innanlands og altjóða ættleiðing samstundis, verður innanlands ættleiðing mett sum vald frá, tá ið uppskot kemur um eitt ítøkiligt barn gjøgnum tann miðlandi felagsskapin, sbrt. § 45. Somuleiðis verður altjóða ættleiðing mett sum frávald, tá umsøkjarin hevur tikið av at ættleiða eitt barn, sum Adoptionsnævnet hevur skotið upp sbrt. § 60. Stk. 4. Adoptionsnævnet og Ankestyrelsen kunna hvønn annan um val og frával hjá umsøkjaranum sbrt. stk. 1-3. Frágreiðing til gevaraland

Fyri umsøkjara við einari ítøkiligari ella generellari góðkenning, sbrt. § 18, stk. 1, ið ynskir at ættleiða eitt útlendskt barn, ger Familjufyrisitingin við støði í einstaklingalýsingini av umsøkjaranum eina frágreiðing um viðurskiftini hjá umsøkjaranum til útlendsku ættleiðingarmyndugleikunum. Familjufyrisitingin sendir frágreiðingina til Ankestyrelsen ella til útlendska ættleiðingarmiðlandi myndugleikan ella felagsskapin, sbrt. § 44. Góðkenning sum ættleiðari fellur burtur

Familjufyrisitingin kann, eftir at Ættleiðingarsamráðið hevur latið tilmælið til Familjufyrisitingina, taka avgerð um, at ein góðkenning sum ættleiðari fellur burtur, um: 1) treytirnar fyri at verða góðkendur sum ættleiðari ikki longur eru til staðar, og 2) umsøkjarin annars ikki verður mettur at vera skikkaður sum ættleiðari, sbr. § 26, stk. 2 í løgtingslógini. Stk. 2. Umsøkjarin hevur skyldu at boða Familjufyrisitingini frá, um tað eru viðkomandi broytingar í viðurskiftunum hjá umsøkjaranum. Framhaldsviðgerð av ættleiðingini og ættleiðingarráðgevingini

Komandi ættleiðarar skulu hava ættleiðingarráðgeving sbrt. § 28 í løgtingslógini, beint áðrenn barnið kemur til nýggju familjuna og stutt eftir, at barnið er komið til familjuna. Stk. 2. Familjufyrisitingin kunnar Heilsutrygd, Gigni, um, nær ættleiðari eftir ætlan skal heinta barnið, og nær ættleiðari eftir ætlan kemur heim við barninum. Stk. 3. Um tað, orsakað av at eitt mál hevur skund og tað við atliti at barninum, ikki er møguligt at veita ráðgeving, áðrenn barnið kemur til sína nýggju familju, kann Heilsutrygd, Gigni, taka avgerð um, at víkjast kann frá kravinum í stk. 1, um ættleiðingarráðgeving beint áðrenn ættleiðingina.

Ættleiðingarráðgeving sbrt. § 28, stk. 2, í løgtingslógini verður í útgangsstøðinum avmarkað til tvær ráðgevingargongdir. Onnur av hesum ráðgevingargongdum skal í útgangsstøðinum veitast innan 5 ár eftir, at ættleiðari er komin heim við barninum. Hin ráðgevingargongdin kann veitast inntil barnið er fylt 18 ár.

Ættleiðingarráðgeving sbrt. §§ 38 og 39 fevnir um innanlands og altjóða fremmandaættleiðing. Stk. 2. Heilsutrygd, Gigni skipar og veitir ráðgevingina gjøgnum ráðgevarar, ið eru knýttir at Gigni. Stk. 3. Ráðgevararnir skulu í minsta lagi hava eina miðallanga útbúgving innan heilsu ella sálarfrøði. Stk. 4. Ráðgevarar skulu luttaka á viðkomandi fakligum skeiðum innan fremmandaættleiðing.

Familjufyrisitingin skal bjóða ættleiðarunum vegleiðing og heimavitjan aftan á, at ættleiðarin er komin heim við barninum.

Familjufyrisitingin skal viðvirka til at gera váttanir og uppfylgjandi frágreiðingar, tá ið myndugleikarnir í Føroyum ella í Danmark ella í útlandinum seta fram krav um hetta. Stk. 2. Ankestyrelsen skal senda uppfylgjandi frágreiðingar sbrt. galdandi leiðreglum í gevaralandinum.

Ankestyrelsen veitir ættleiddum, ættleiðarum og uppruna skyldfólk hjá tí ættleidda hjálp til tess at stuðla rættinum hjá ættleidda at kenna sína egnu søgu. Stk. 2. Hjálpin sbrt. stk. 1 fevnir serliga um: 1) Innlit í egið mál. 2) Almenna vegleiðing um at finna upplýsingar uttanlands. 3) Samband millum ættleidda og uppruna skyldfólk. 4) Almenna vegleiðing um at koma aftur til gevaralandið og at fáa samband við røttu viðkomandi í gevaralandinum. Kapittul 6 Altjóða fremmandaættleiðing Miðling av børnum gjøgnum altjóða ættleiðing

Kapittul 6 Altjóða fremmandaættleiðing

Ankestyrelsen kann sum ættleiðingarmiðlandi felagsskapur veita ættleiðingarhjálp viðvíkjandi børnum, sum ikki hava bústað í Danmark, um umsøkjarin til at ættleiða stóð á bíðilista hjá fyrrverandi miðlandi felagsskapinum Danish International Adoption, DIA, 16. januar 2024. Stk. 2. Ein umsøkjari, ið er góðkendur sum ættleiðari, og sum ynskir at ættleiða barn gjøgnum altjóða ættleiðing, skal vera skrásettur hjá Ankestyrelsen, sbr. tó § 45. Stk. 3. Umsøkjarin skal vera skrásettur hjá Ankestyrelsen, áðrenn Familjufyrisitingin fer undir at kanna, um umsøkjarin er skikkaður at ættleiða, sbr. § 28.

Landsstýrisfólkið kann loyva, at ein umsøkjari ikki er skrásettur hjá Ankestyrelsen, um umsøkjarin hevur serligan forkunnleika til barnið ella avvarðandi hjá barninum, ella um talan er um serligar umstøður. Loyvi sbrt. 1. pkt. er treytað av, at Ankestyrelsen ikki samstarvar við útlendska ættleiðingarmiðlandi myndugleikan ella felagsskapin, sum barnið verður miðlað av. Stk. 2. Ein umsøkjari, ið er fevndur av stk. 1, skal sanna: 1) at sambandið við barnið ella við tey avvarðandi er íkomið á lógligan hátt, bæði sbrt. galdandi lóggávu í Føroyum og í heimlandinum hjá barninum, 2) at sambandið ikki er íkomið við atliti at ættleiðing, 3) at ættleiðingin má metast at kunna gjøgnumførast á lógligan og etiskan fullgóðan hátt, og 4) at Ankestyrelsen ikki samstarvar ella er í samráðingum um samstarv við tann útlendska ættleiðingarmiðlandi myndugleikan. Stk. 3. Ein váttan frá tí útlendska ættleiðingarmiðlandi felagsskapinum ella myndugleikanum skal vera til skjals í málinum um, at hesin miðlarin sendir tær upplýsingar, sum føroysku ættleiðingarmyndugleikarnir biðja um, beinleiðis til teirra. Stk. 4. Umsøkjarin skal eftir áheitan bera møguligan kostnað fyri umseting og legalisering av skjølum, lóggávu o.a. Umsetingin skal váttast av einum almennum myndugleika ella einum útbúnum týðara ella líknandi. Uppskot um útlendskt barn greipingaruppskot

Tá tann útlendski ættleiðingarmiðlandi myndugleikin ella felagsskapurin kemur við einum ítøkiligum greipingaruppskoti, er tað Ankestyrelsen, sum metir um barnið í mun til góðkenningina hjá umsøkjaranum og ger eina meting av greipingaruppskotinum sbrt. grein 17 c í Haagersáttmálanum. Stk. 2. Ankestyrelsen kann fáa hjálp frá Adoptionsnævnet í sambandi við metingina sbrt. stk. 1. Stk. 3. Metir Ankestyrelsen, at barnið, sum er í uppskoti, eyðsæð er fevnt av góðkenningini hjá umsøkjaranum, og at ættleiðingartilgongdin kann halda fram, biður Ankestyrelsen umsøkjaran um at boða frá, um hann ynskir at ættleiða barnið, sum er í uppskoti. Stk. 4. Metingin hjá Ankestyrelsen sbrt. stk. 1 skal gerast skjótast gjørligt.

Metir Ankestyrelsen, at barnið, ið er í uppskoti, ikki er fevnt av góðkenningini hjá umsøkjaranum, biður Ankestyrelsen umsøkjaran um at boða frá, um umsøkjarin tekur undir við at ættleiða barnið, sum er í uppskoti. Beinanvegin eftir hetta sendir Ankestyrelsen greipingaruppskotið til Familjufyrisitingina. Stk. 2. Ankestyrelsen sendir Familjufyrisitingini upplýsingarnar um barnið, ið eru móttiknar frá upprunalandinum hjá barninum, umframt ta barnasjúkulæknaligu metingina, sum Ankestyrelsen hevur gjørt. Stk. 3. Familjufyrisitingin tekur støðu til barnið við atliti at góðkenningini hjá umsøkjaranum, og tekur støðu til, um ættleiðingartilgongdin kann halda fram. Ættleiðingarsamráðið ger eitt tilmæli til Familjufyrisitingina, um barnið kann metast at vera fevnt av góðkenningini hjá umsøkjaranum. Stk. 4. Um barnið er fevnt av góðkenningini hjá umsøkjaranum, og ættleiðingartilgongdin kann halda fram, boðar Familjufyrisitingin tí miðlandi felagsskapinum frá hesum. Hereftir biðir felagsskapurin umsøkjaran um at boða frá, um umsøkjarin ynskir at ættleiða barnið, ið er í uppskoti. Stk. 5. Um Familjufyrisitingin metir, at barnið ikki er fevnt av góðkenningini hjá umsøkjaranum, men onki annars er í vegin fyri, at ættleiðingartilgongdin kann halda fram, kunnar Familjufyrisitingin umsøkjaran um tað, og um møguleikan fyri at søkja um at víðka góðkenningina til at fevna um ítøkiliga barnið. Um umsøkjarin ynskir at søkja um, at góðkenningin verður víðkað til at fevna um ítøkiliga barnið, skal Familjufyrisitingin taka støðu til hesa umsókn. Ættleiðingarsamráðið ger eitt tilmæli til Familjufyrisitingina, um góðkenningin skal víðkast til at fevna um ítøkiliga barnið ella ikki. Stk. 6. Um upplýsingarnar í málinum, í sambandi við viðgerðina av ættleiðingarmálinum í upprunalandinum hjá barninum, geva orsøk til iva, leggur Familjufyrisitingin málið fyri Ankestyrelsen.

Víkjast kann frá freistini fyri, nær umsøkjarin skal kunnast, sbr. §§ 46 og 47, í teimum førum, har tað er neyðugt, orsakað av einari freist, ið er ásett av upprunalandinum hjá barninum ella orsakað av serligum umstøðum.

Tá ið myndugleikarnir í gevaralandinum ikki hava eitt barn upp í uppskoti til ein ítøkiligan umsøkjara, skjýtur Ankestyrelsen barnið upp til ein ítøkiligan umsøkjara. Eftir hetta tekur Familjufyrisitingin støðu til, um barnið er fevnt av góðkenningini hjá umsøkjara ella ikki, sbr. tó stk. 2. Ættleiðingarsamráðið ger eitt tilmæli til Familjufyrisitingina, um, hvørt tað metir, at barnið er fevnt av góðkenningini ella ikki. Stk. 2. Um Ankestyrelsen hevur bjóðað barnið, ið er skotið upp til tann umsøkjaran við aldursviðkomandi góðkenning, ið stendur ovast á bíðilistanum, viðger Ankestyrelsen greipingaruppskotið, um so er, at barnið annars verður mett at verða fevnt av góðkenningini hjá umsøkjaranum. Stk. 3. §§ 46-48 verða samsvarandi nýttar í sambandi við viðger av málum sbrt. stk. 1 og 2.

Tá ið tað mótvegis Familjufyrisitingini verður skotið eitt barn upp frá einum øðrum landi til umsøkjaran, sbr. § 45, metir Familjufyrisitingin um barnið, ið er í uppskoti, er fevnt av góðkenningini hjá umsøkjaranum, og um ættleiðingartilgongdin kann halda fram. Ættleiðingarsamráðið ger eitt tilmæli til Familjufyrisitingina, um barnið verður mett at vera fevnt av góðkenningini. Familjufyrisitingin kunnar umsøkjaran um metingina og sendir samstundis upplýsingarnar um barnið til umsøkjaran. § 47 verður nýtt samsvarandi.

Familjufyrisitingin kann áseta eina rímiliga freist fyri, nær umsøkjarin skal boða frá sbrt. §§ 47, 49 ella 50. Stk. 2. Sýtir ein umsøkjari at ættleiða eitt barn, ið er fevnt av góðkenningini hjá umsøkjaranum, ger Familjufyrisitingin av, eftir at hava fingið tilmælið frá Ættleiðingarsamráðnum, um góðkenningin hjá umsøkjaranum skal fella burtur ella ikki. Stk. 3. Sýtir ein umsøkjari at ættleiða eitt barn, ið er fevnt av góðkenningini hjá umsøkjaranum, skal umsøkjarin skrivliga grundgeva fyri, hví umsøkjarin sýtir fyri at ættleiða barnið, sum er í uppskoti.

Tá eitt barn verður skotið upp til ættleiðing, har ættleiðingin er fevnd av Haagersáttmálanum, og barnið er fevnt av góðkenningini hjá umsøkjaranum, sbrt. § 46 og § 49, stk. 2, og umsøkjarin ynskir at ættleiða barnið, ið er í uppskoti, er tað Ankestyrelsen, ið letur eina váttan samsvarandi grein 17 c í sáttmálanum til útlendska myndugleikan, um at ættleiðingartilgongdin kann halda fram. Stk. 2. Í teimum førum, har greipingaruppskotið skal leggjast fyri Familjufyrisitingina, sbr. §§ 47, 49 og 50, og umsøkjarin tekur undir við at ættleiða barnið, er tað Familjufyrisitingin, ið letur grein 17 c váttanina sbrt. Haagersáttmálanum. Stk. 3. Váttanin sbrt. stk. 2 verður latin á einum oyðublaði, ið Anskestyrelsen hevur góðkent.

Familjufyrisitingin útvegar sær eina fullkomna revsiváttan um umsøkjaran, beint áðrenn barnið verður latið honum. Um barnið longu uppiheldur sær hjá umsøkjaranum, útvegar Familjufyrisitingin sær eina fullkomna revsiváttan, beint áðrenn ættleiðingarloyvið verður skrivað.

Um málið gevur orsøk til iva um brot á § 36, stk. 1 í løgtingslógini, t.e. ólóglig ættleiðingarhjálp, skal málið leggjast fyri Ankestyrelsen. Kapittul 7 Innanlands ættleiðing Umbøn um leysgeving av barni til ættleiðing

Kapittul 7 Innanlands ættleiðing

Familjufyrisitingin viðger mál í sambandi við leysgeving av einum barni, ið býr í Føroyum, til innanlands ættleiðing. Stk. 2. Um upplýsingar eru, ið geva orsøk til iva um brot á § 36, stk. 1 í løgtingslógini, t.e. ólóglig ættleiðingarhjálp, leggur Familjufyrisitingin málið fyri landsstýrisfólkið.

Fær ein barnaverndartænasta eina áheitan um sjálvbodna leysgeving av einum barni til innanlands ættleiðing, verða foreldrini vegleidd um møguleikan fyri at fáa stuðul sbrt. almennu lóggávuni, um tey lata vera við at burturættleiða barnið. Um ynski um burturættleiðing stendur við, verður málið sent Familjufyrisitingini skjótast gjørligt og í seinasta lagi, tá ið barnið verður føtt. Stk. 2. Familjufyrisitingin vegleiðir foreldrini á sama hátt, ið nevnd eru í stk. 1, um barnaverndartænastan ikki longu hevur veitt vegleiðing. Stk. 3. Standa foreldrini við ynskið um burturættleiðing, syrgir Familjufyrisitingin fyri, at neyðugu kanningarnar av viðurskiftunum hjá barninum og foreldrunum verða framdar.

Ein umsøkjari, ið býr uttan fyri danska ríkið í einum landi, sum hevur tikið undir við Haagersáttmálanum, kann venda sær til Familjufyrisitingina viðvíkjandi ættleiðing av einum barni, ið býr í Føroyum. Stk. 2. Familjufyrisitingin leggur málið fyri landsstýrisfólkið. Innanlands fremmandaættleiðing

Tá ið eitt barn verður leysgivið til innanlands ættleiðing við ella uttan samtykki frá foreldrunum, sendir Familjufyrisitingin málið til Adoptionsnævnet. Um samtykki til burturættleiðing er latið við atliti at, at barnið skal ættleiðast av einum ávísum umsøkjara, viðger Familjufyrisitingin tó málið.

Verður eitt barn skotið upp av Adoptionsnævnet, sbrt. § 58, 1. pkt., velur Adoptionsnævnet millum teir umsøkjarar, hvørs mál eru send til Adoptionsnævnet, tann umsøkjaran, ið verður mettur at vera best skikkaður til at ættleiða tað ítøkiliga barnið. Stk. 2. Um barnið, ið Adoptionsnævnet hevur skotið upp, ikki er fevnt av góðkenningarkarminum hjá umsøkjaranum og umsøkjarin hevur bústað í Føroyum, tekur Familjufyrisitingin støðu til, um ein umsókn um víðkan av góðkenningarkarminum til at fevna um barnið, ið er skotið upp, kann gangast á møti ella ikki.

Familjufyrisitingin útvegar sær eina fullfíggjaða revsiváttan um umsøkjarar, ið hava eina generella góðkenning, sbrt. § 18, stk. 1, nr. 2, beint áðrenn loyvið til ættleiðing verður skrivað. Somuleiðis útvegar Familjufyrisitingin sær eina fullkomna revsiváttan um umsøkjarar við einari ítøkiligari góðkenning, sbrt. § 18, stk. 1, nr. 1, beint áðrenn ættleiðingarloyvið verður skrivað.

Tá ið Familjufyrisitingin, eftir tilmæli frá Ættleiðingarsamráðnum, góðkennir ein umsøkjara til innanlands ættleiðing av einum ítøkiligum barni, sbrt. § 18, stk. 1, nr. 1, skal málið fráboðast landsstýrisfólkinum. Fráboðan av málum um ættleiðing uttan samtykki

Familjufyrisitingin kunnar avvarðandi barnaverndartænastu, Føroya Kærustovn og landsstýrisfólkið um avgerðir í málum, ið eru tikin upp sbrt. § 10, stk. 2 og § 11 í løgtingslógini. Kapittul 8 Uppihaldsloyvi til útlendsk børn við atliti at ættleiðing

Kapittul 8 Uppihaldsloyvi til útlendsk børn við atliti at ættleiðing

Eitt barn, ið ikki er ríkisborgari í Danmark, Finnlandi, Íslandi, Norra ella Svøríki kann ikki førast til Føroyar við atliti at ættleiðing, fyrr enn barnið hevur fingið uppihaldsloyvi. Stk. 2. Er barnið føtt í Føroyum og var mamman, tá ið barnið varð føtt, ikki búsett í Føroyum, kann barnið ikki uppihalda sær í Føroyum uttan uppihaldsloyvi við atliti at ættleiðing, uttan so, at barnið er ríkisborgari í Danmark, Finnlandi, Íslandi, Norra ella í Svøríki. Kapittul 9 Ættleiðingarloyvi

Kapittul 9 Ættleiðingarloyvi

Familjufyrisitingin skrivar ættleiðingarloyvi á eitt oyðiblað, sum er góðkent av landsstýrisfólkinum. Familjufyrisitingin varðveitir eitt avrit av loyvinum. Stk. 2. Tá ið Familjufyrisitingin skrivar eitt ættleiðingarloyvi, ið er fevnt av Haagersáttmálanum, skal Familjufyrisitingin vátta, at ættleiðingin er í samsvar við sáttmálan, sbr. § 23 í sáttmálanum. Váttanin skal skrivast á eitt oyðublað, ið Ankestyrelsen hevur góðkent og skal útflýggjast til ættleiðaran. Avrit av váttanini skal sendast til gevaralandið.

Um ættleiðingin er framd við einari útlendskari ættleiðingaravgerð, ið verður viðurkend í Føroyum, sbr. § 32, stk. 1 í løgtingslógini, verður onki ættleiðingarloyvi útskrivað, men Familjufyrisitingin skal vátta skrivliga, at tann útlendska ættleiðingaravgerðin verður viðurkend í Føroyum.

Familjufyrisitingin kunnar landsstýrisfólkið um ættleiðingarloyvini, sum eru skrivað út og um tær útlendsku ættleiðingaravgerðirnar, ið verða viðurkendar sbrt. § 32, stk. 2 í løgtingslógini.

Um barnið fær danskan ríkisborgararætt við ættleiðingini, skal hetta viðmerkjast í loyvinum ella í váttanini sbrt. § 65.

Familjufyrisitingin skal boða niðanfyri standandi frá um ættleiðingina: 1) sóknarprestinum, ið førir kirkjubókina í tí sóknini, har barnið býr, og 2) Landsfólkayvirlitinum. Stk. 2. Um umstøðurnar tala fyri tí, skal fráboðan harumframt latast niðanfyri standandi: 1) Teimum persónum, sum samtykki ella váttan er innheintað frá sbrt. §§ 7, 8, 14 og 15 í løgtingslógini, uttan so, at viðkomandi er samlivandi við umsøkjara, livir í hjúnabandi við umsøkjara, talan er um eina fremmandaættleiðing, ella at samtykki er latið til, at barnið verður ættleitt av tí, sum Adoptionævnet hevur tilnevnt. 2) Tí felagsskapi, ið hevur miðlað ættleiðingina. 3) Tí myndugleika, ið hevur givið barninum uppihaldsloyvi. 4) Økisbarnaverndartænastuni í tí kommunu, har barnið býr. 5) Adoptionsnævnet, um so er, at Adoptionsnævnet hevur greipað barnið við umsøkjaran. Stk. 3. Avrit av navnabrævi og føðibrævi hjá ættleiðarum og vígslubrævi, um ættleiðararnir eru giftir, skal leggjast við fráboðanini til sóknarprestin, ið førir kirkjubókina, sbr. stk. 1, nr. 1.

Um barnagjald til at uppihalda barninum varð ásett, áðrenn ættleiðingin varð framd, skal Familjufyrisitingin syrgja fyri, at tað verður áteknað barnagjaldsskjalið, at ættleiðingin er framd, og at uppihaldsskyldan er fallin burtur. Kapittul 10 Broyting av rættarvirknaðinum í sambandi við eldri ættleiðingar

Kapittul 10 Broyting av rættarvirknaðinum í sambandi við eldri ættleiðingar

Umsókn, sbrt. § 45, stk. 2 í løgtingslógini, verður latin landstýrisfólkinum.

Umsóknin skal undirskrivast persónliga av umsøkjara og skal innihalda upplýsingar, um sambandið millum barnið og upprunaforeldrini er varðveitt aftan á ættleiðingina. Stk. 2. Niðanfyri nevnda skal sendast inn saman við umsóknini: 1) Frumættleiðingarloyvið ella, um tað er vorðið burtur og ikki er skrivað av tí danska Løgmálaráðnum, eitt váttað avrit av loyvinum. 2) Eina váttan frá foreldrunum um, at sambandið millum barnið og upprunaforeldrini er varðveitt aftan á ættleiðingina. 3) Samtykkið frá barninum til umsóknina. 4) Skjalprógv fyri andláti, um ein av ættleiðarunum er deyður. 5) Skalprógv fyri andláti, um annað av upprunaforeldrunum hjá barninum er deytt, og sambandið millum barnið og upprunaforeldrini varð varðveitt aftan á ættleiðingina. Kapittul 11 Kæra

Kapittul 11 Kæra

Føroya Kærustovnur viðger kærur um avgerðir hjá Familjufyrisitingini, ið eru fevndar av § 41, stk. 1 og 2 í løgtingslógini. Kæra verður latin Familjufyrisitingini, ið sendir kæruna og skjølini í málinum til Føroya Kærustovn. Stk. 2. Kæra um avgerðir hjá Familjufyrisitingini um ættleiðing uttan samtykki sbrt. §§ 10 og 11 í løgtingslógini, kann leggjast fyri Føroya Rætt sbr. § 12 í løgtingslógini.

Avgerð, ið er kærd sbrt. § 72, stk. 1, kann Familjufyrisitingin taka uppaftur til viðgerðar, um: 1) kæran inniheldur eina umsókn, ið Familjufyrisitingin ikki hevur tikið støðu til, 2) kæran inniheldur munandi nýggjar upplýsingar, 3) munandi upplýsingar fyriliggja, ið Familjufyrisitingin ikki hevur tikið støðu til, ella 4) málsviðgerðarmistøk eru framd, ið hava týdning fyri avgerðina. Stk. 2. Kærarin kann kæra til Føroya Kærustovn um avgerðina hjá Familjufyrisitingini um at taka málið uppaftur. Kapittul 12 Altjóða samstarv

Kapittul 12 Altjóða samstarv

Ankestyrelsen er høvuðsmyndugleiki fyri Føroyar sbrt. Haagersáttmálanum.

Ein og hvør myndugleiki ella felagsskapur, ið tekur lut í fremjan av ættleiðingarmálum, og sum kunnu staðfesta, at ein áseting í Haagersáttmálanum ikki er hildin, ella at stórur vandi er fyri, at hon ikki verður hildin, skal beinanvegin boða Høvuðsmyndugleikanum frá hesum. Kapittul 13 Gildiskoma og úrgildisseting

Kapittul 13 Gildiskoma og úrgildisseting

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 117 frá 25. juli 2018 um ættleiðing. Løgmálaráðið, 27. november 2024 Bjarni K. Petersen (sign.) landsstýrismaður / Nella Festirstein (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Tengdar rættarkeldur

(2)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙