Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

25. oktober 2023 Nr. 112

Kunngerð um skipan og rakstur av Rúsdrekkasølu Landsins

Við heimild í § 6, stk. 2 í løgtingslóg nr. 111 frá 20. oktober 2023 um innflutning, framleiðslu og sølu av rúsdrekka (Rúsdrekkalógin), verður ásett:

§ 1 Rúsdrekkasøla Landsins er stovnur undir Føroya landsstýri og hevur einkarrætt til innflutning og…

Rúsdrekkasøla Landsins er stovnur undir Føroya landsstýri og hevur einkarrætt til innflutning og sølu av rúsdrekka. Stk. 2. Rúsdrekkasøla Landsins verður skipað við sølustøðum um landið.

§ 2 Rúsdrekkasøla Landsins hevur egið rakstrarstað á fíggjarlógini, har ásett verður, hvussu stórt…

Rúsdrekkasøla Landsins hevur egið rakstrarstað á fíggjarlógini, har ásett verður, hvussu stórt rakstraravlopið skal vera. Stk. 2. Stovnurin eigur í so stóran mun sum gjørligt at verða rikin út frá handilsligum sjónarmiðum tó við neyðugum atliti til heilsuligu sjónarmiðini, sum eru ásett í endamálsgreinini í løgtingslógini. Stk. 3. Einkarsølan eigur at vera við í upplýsandi tiltøkum um rúsdrekka og vanda við rúsdrekka.

§ 3 Rúsdrekkasølan hevur sín egna roknskap, sum verður grannskoðaður av Grannskoðaradeild…

Rúsdrekkasølan hevur sín egna roknskap, sum verður grannskoðaður av Grannskoðaradeild Landskassans og síðani góðkendur eftir reglunum fyri almennar roknskapir. Stk. 2. Rúsdrekkasølan kunnar hvønn mánað landsstýrið um roknskaparligu gongdina. Stk. 3. Roknskaparárið er fíggjarárið. Stk. 4. Grannskoðaður ársroknskapur við ársfrágreiðing og hagtølum um virksemi stovnsins skal latast landsstýrinum í seinasta lagi 5 mánaðir aftaná, at fíggjarárið er lokið.

§ 4 Landsstýrið setir leiðaran á rúsdrekkasøluni. Øll onnur størv setir stovnsleiðarin

Landsstýrið setir leiðaran á rúsdrekkasøluni. Øll onnur størv setir stovnsleiðarin. Stk. 2. Landsstýrið ásetir starvsfólkatalið. Leiðari og starvsfólk verða sett og starvast eftir reglum, sum landsstýrið ásetir.

§ 5 Starvsfólk á Rúsdrekkasølu Landsins hava tagnarskyldu eftir § 152 í revsilógini

Starvsfólk á Rúsdrekkasølu Landsins hava tagnarskyldu eftir § 152 í revsilógini.

§ 6 Prísásetingin hjá rúsdrekkasøluni er undir eftirliti landsstýrisins

Prísásetingin hjá rúsdrekkasøluni er undir eftirliti landsstýrisins. Stk. 2. Ikki er loyvt at geva avsláttur í prísinum, eitt nú mongdaravsláttur. Somuleiðis er ikki loyvt at selja uppá borg. Tó er loyvt at selja uppá borg til skeinkiloyvishavarar. Eisini er loyvt at geva avsláttur í prísinum, eitt nú mongdaravsláttur til skeinkiloyvishavarar, tá tað snýr seg um at selja vín og hvítvín. Stk. 3. Leiðarin skal í samráð við landsstýrið gera uppskot um fíggjarætlan fyri stovnin, har miðað verður ímóti einum árligum rakstaravlopi, sum ásett verður á fíggjarlógini sambært § 2, stk. 1.

§ 7 Rúsdrekkasølan skal hava fjølbroytt úrval av rúsdrekka á goymslu

Rúsdrekkasølan skal hava fjølbroytt úrval av rúsdrekka á goymslu. Stk. 2. Um biðið verður um tað, útflýggjar rúsdrekkasølan lista yvir vøruúrval og prísir.

§ 8 Um keypari ætlar at keypa serstakt slag av rúsdrekka, ið ikki vanliga er á goymslu, skal…

Um keypari ætlar at keypa serstakt slag av rúsdrekka, ið ikki vanliga er á goymslu, skal rúsdrekkasølan um gjørligt fáa tað til vega og kann krevja, at keyparin rindar eykakostnaðin, og setir hóskandi trygd fyri keypsprísin.

§ 9 Sølubúðirnar kunnu hava opið mánadag til fríggjadag millum kl. 10.00 og kl. 18.00, tó ein av…

Sølubúðirnar kunnu hava opið mánadag til fríggjadag millum kl. 10.00 og kl. 18.00, tó ein av døgunum til kl. 19.00. Stjórin ásetir hesar karmar, nær opið er. Stk. 2. Leygardag kunnu sølubúðirnar hava opið millum kl. 10.00 og kl. 16.00.

§ 10 Rúsdrekka kann umframt at verða keypt beinleiðis, verða bílagt skrivliga ella í telefon

Rúsdrekka kann umframt at verða keypt beinleiðis, verða bílagt skrivliga ella í telefon. Stk. 2. Rúsdrekkasølan avgreiðir bíleggingina, og vøran verður send næsta posthúsi ella postrutu til útflýggjan. Stk. 3. Móttakarin fær fráboðan og skal sjálvur heinta vøruna ella ein, ið hevur fingið skrivliga fulltrú til tess. Stk. 4. Vøran skal verða goldin, áðrenn hon verður útflýggjað. Stk. 5. Tá talan er um sølu av rúsdrekka til gistingarhús ella matstovur, ið hava loyvi at selja rúsdrekka, er keyparin at skilja sum eigarin ella leiðarin.

§ 11 Rúsdrekka kann bert verða útflýggjað í vanligu avgreiðslutíðini hjá sølustaðnum ella posthúsinum

Rúsdrekka kann bert verða útflýggjað í vanligu avgreiðslutíðini hjá sølustaðnum ella posthúsinum.

§ 12 Rúsdrekka má ikki verða útflýggjað fullum fólki

Rúsdrekka má ikki verða útflýggjað fullum fólki.

§ 13 Ikki er loyvt at útflýggja persóni yngri enn 18 ár rúsdrekka. Um orsøk er at halda, at keyparin…

Ikki er loyvt at útflýggja persóni yngri enn 18 ár rúsdrekka. Um orsøk er at halda, at keyparin ella móttakarin er yngri enn 18 ár, skal útsølan ella posthúsið krevja skjalprógv fyri aldurin.

§ 14 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Løgmálaráðið, 25. oktober 2023 Bjarni Kárason Petersen (sign.) landsstýrismaður / Nella Festirstein (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Heimildir
innflutning, framleiðslu og sølu av rúsdrekka · innanhýsis
Galdandi · 20. oktober 2023

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙