Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Innihald

§ 1Kunngerðin fevnir um§ 2Kunngerðin fevnir um øll flutningsfør§ 3Kunngerðin fevnir um hesi dýrasløg§ 4Í hesi kunngerð merkir§ 5Útlendsk flutningsfør, sum verða nýtt til dýraflutning í Føroyum, skulu vera innrættað…§ 6Flutningur av dýrum skal fara fram soleiðis, at dýrini ikki líða óneyðugt. Tey skulu hava nóg…§ 7Áðrenn flutningur byrjar, skal sendarin gera avtalu við flutningsføraran ella móttakaran av…§ 8Tað er bannað at flyta dýr í sekkum ella við samanbundnum beinum. Nýkálvað ur kálvur kann tó…§ 9Flutningsfør, kassar o.a., sum verða nýtt til flutning, skulu verða vaskað og sóttreinsað, áðrenn…§ 10Dýr, sum kunnu verða hvørjum øðrum at meini, t.d. tí stórur støddarmunur er á teimum, ella tey…§ 11Flogfenaður skal verða fluttur í kassa, búri ella kurv, sum hevur tættan botn og rúm, sum gevur…§ 12Flutningur av øðrum fuglasløgum eigur at fara fram eftir reglunum í § 11 við teim broytingum, sum…§ 13Smærri dýr, t.d. súggrísar, svín undir 40 kg., hundar, kettur, kaninir og loðdýr, kunnu verða…§ 14Vognflutningur av hestum, neytum, kálvum, svínum, sum eru yvir 40 kg., geitum og seyði skal fara…§ 15Í hvørjum vogni mugu hægst 30 dýr verða flutt. Um vognurin er skyldur upp í sterk skilarúm, kunnu…§ 16Er talan um flutning av hestum, vaksnum neytum og ungneytum er harumframt galdandi, at§ 17Er talan um flutning av svínum, sum viga 40 kg ella meir, er harafturat galdandi, at§ 18Flutningur av flogfenaði og súgdýrum skal lúka treytirnar í pkt. II (§§ 11-17) alt eftir slagi av…§ 19Embætisdjóralæknin skal góðkenna flutningsfør, sum flyta kleyvdýr, áðrenn tey verða tikin í nýtslu§ 20Síðurnar á lastini á vogninum skulu í minsta lagi vera 110 cm. høgar. Skal akfarið nýtast til…§ 21Um akfarið skal brúkast til hestaflutning og flutning av vaksnum neytum og ungneytum, og ætlanin…§ 22Innarasíðan á vognlastini og møgulig skilarúm skulu vera sløtt og ikki hava framstingandi kantar,…§ 23Síðurnar á lastini og dúrkið og samankomingarnar millum hesi skulu vera tættar og sterkar, so tær…§ 24Ein vognur kann bert verða brúktur til flutning av leysum vaksnum neytum og ungneytum, um hann…§ 25Um dýrini verða av- og áskipaði aftanverts á lastini, skal baklúkan í fullari breidd, ella so…§ 26Um baklúkan á vogninum er gjørd til at verða brúkt sum rampi, skal verða syrgt fyri, at dýrini…§ 27Akfør, sum eru bygd til serligan flutning av dýrum, t.d. sjúkraflutning e.a., kunnu fáa lastina…§ 28Leysavognar við páløbsbremsum eiga bert at verða nýttir, um páløbsbremsiskipanin hevur innbygdan…§ 29Embætisdjóralæknin kann góðkenna nýtslu av last, sum er øðrvísi háttað, um so er, at lastin á…§ 30Hann, sum ger avtalu um flutning av dýrum, skal í verki syrgja fyri, at dýrið ikki líður undir…§ 31Áðrenn dýr kunnu verða flutt til altjóða flutning, skulu tey verða skoðað av…§ 32Dýr, roknast kann við eiga undir flutninginum, ella sum hava átt seinastu 48 tímarnar áðrenn…§ 33Embætisdjóralæknin kann áseta dýrunum hvíld og neyðuga umsorgan§ 34Dýrini skulu hava nóg mikið av plássi, eisini pláss til at liggja, undir flutninginum§ 35Tá dýr av ymsum slag verða flutt í sama flutningsfari, skal hvørt dýraslagið verða sett fyri seg.…§ 36Tá dýr verða av- og áskipað, eigur nýtilig útgerð at verða nýtt. Eitt nú brýr, rampar og…§ 37Dúrkið í flutningsførum, kassum og búrum skal vera so sterkt, at tað ber dýrini, ið flutt verða.…§ 38Fyri at tryggja, at dýrini verða munagott eftiransaði undir flutninginum, eigur fylgisveinur at…§ 39Fylgissveinur dýranna, ella umboðsmaður fyri avskiparan, skal ansa eftir dýrunum. Hann skal geva…§ 40Dýr, sum blíva sjúk ella fáa skaða undir flutninginum, skulu skjótast gjørligt fáa…§ 41Dýr mugu bert verða koyrd í flutningsfør, kassar ella búður, sum eru nýggj ella vaskað og…§ 42Flutningurin skal vera so skjótur, sum gjørligt§ 43Dýraflutningur skal verða fráboðaður eftirlitsstøðum skjótast gjørligt; hetta at tryggja, at út-…§ 44Har heilsueftirlit verður gjørt, og har nógv og reglulig ferðsla er við dýrum, skulu møguleikar…§ 45Skip skulu vera innrættað soleiðis, at dýr kunnu verða flutt við teimum uttan at líða óneyðugt§ 46Dýr mugu ikki verða flutt á opnum dekki. Hetta kann tó verða gjørt, um so er, at tey verða sett í…§ 47Dýr skulu verða bundin ella sett í fullgóðan bás, kassa ella búr§ 48Hóskandi gongd skal vera til allar básar, kassar ella búr, har dýr eru í. Nóg mikið av ljósi skal…§ 49Talið á fylgisveinum skal vera nøktandi í mun til talið á fluttum dýrum og longdina á túrinum§ 50Reint skal vera allastaðni, har dýr skulu vera umborð. Eisini skal frárensl vera§ 51Eitt av embætisdjóralækna góðkent tól at drepa dýrini við, um tað gerst neyðugt, skal vera umborð§ 52Áðrenn dýraflutning skal skipið ferma so mikið av hóskandi fóðri og vatni, sum embætisdjóralæknin…§ 53Sjúk ella skadd dýr skulu verða skild frá frískum dýrum undir flutninginum. Um neyðugt skal…§ 54Reglurnar í 45-53 eru ikki galdandi fyri dýraflutning, har dýrini verða flutt í lastbili umborð á…§ 55Reglurnar í § 56 og § 60 eru eisini galdandi fyri loftvegis flutning§ 56Syrgt eigur at vera fyri, at hitaviðurskiftini, har dýrini eru, eru hóskandi til viðkomandi…§ 57Hesar reglur í kapitli 2, pkt.I eru eisini galdandi fyri flutning av flogfenaði og kaninum, sum…§ 58Sjúk ella skadd dýr eru ikki egnað til flutning. Dýr, sum blíva sjúk ella fáa skaða skulu hava…§ 59Reglurnar í hesum punkti eru galdandi fyri flutning av hundum og kettum, sum verða hildin sum…§ 60Dýr, sum verða flutt, skulu verða fóðraði í minsta lagi 24. hvønn tíma og hava vatn í minsta lagi…§ 61Reglurnar í hesum punkti eru galdandi fyri flutning av súgdýrum og fuglum, sum ikki eru fevnd av…§ 62Dýr mugu bert verða flutt við hóskandi flutningsfari, kassa ella búri. Uttaná flutningsfarinum,…§ 63Hjørtur kann ikki verða fluttur, tá taggarnir vaksa út, uttan so at serstøk atlit eru tikin§ 64Dýr, sum eru fevnd av hesum punkti, skulu verða passaði samsvarandi reglunum í § 62§ 65Dýr við køldum blóði skulu verða flutt í kassa ella búri undir umstøðum, sum serliga tá talan er…§ 66Brot á §§ 5-9, 10, stk. 1 og 3, §§ 11-18, 19, stk. 1-2, §§ 20-28, 30-32, 34-53 og §§ 55-65 verða…§ 67Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Lógtekstur

15. august 2001 Nr. 112

Kunngerð um dýraverndarlig viðurskifti í sambandi við innanoyggja- og millumlanda flutning av dýrum

Kap. 1 Innanoyggja flutningur

Kap. 2 Millumlanda flutningur

Kap. 3 Revsiásetingar og gildiskoma

Við heimild í §§ 17 og 19, stk. 2 í løgtingslóg nr. 9 frá 14. mars 1985 um vernd av dýrum og § 9, §§ 13-14, 16-17, 38a og § 48, stk. 2 í løgtingslóg nr. 16 frá 23. februar 2001 um djórasjúkur (um fyribyrging og niðurberjing av sjúkum hjá djórum og um marknaeftirlit við djórum og djóraúrdráttum verður ásett:

Øki og allýsingar

§ 1 Kunngerðin fevnir um

Kunngerðin fevnir um: 1. innanoyggja flutning í Føroyum, 2. gjøgnumflutning (transit) í Føroyum, 3. flutning millum Føroya og ES-land, 4. flutning millum Føroya og triðjaland

§ 2 Kunngerðin fevnir um øll flutningsfør

Kunngerðin fevnir um øll flutningsfør.

§ 3 Kunngerðin fevnir um hesi dýrasløg

Kunngerðin fevnir um hesi dýrasløg: 1) innanoyggja flutning av øllum sløgum av livandi súgdýrum og fuglum (kap. 1) 2) millumlanda flutning av: hóvdýrum, sum eru húdýr, og húsdýrum av neyta-, seyða-, geita- ella svínafamiljunum (kap. 2, pkt. I) flogfenaði og kaninum, ið verða hildin sum húsdýr (kap. 2, pkt. II) hundum og kettum, ið verða hildin sum húsdýr (kap. 2, pkt. III) øðrum súgdýrum og fuglum (kap. 2, pkt. IV) dýr við køldum blóði (kap. 2, pkt. V).

§ 4 Í hesi kunngerð merkir

Í hesi kunngerð merkir: 1) flutningsfar: motorakfar, leysavognur (påhænger) og flogfar, sum er ætlað til flutning av farmi og fenaði og bingjur til land-, loft- og sjóvegis flutning, 2) flutningur: tað at dýr verða førd umborð, flutt og tikin úr aftur flutningsfari, 3) fráferðarstaður: stað har dýr upprunaliga verða koyrd í eitt flutningsfar. Tó er hetta ikki galdandi, um talan er um eina millumstøð ella umskipingarstøð ella stað, har dýrini verða sett av og sett á bás í minst 24 tímar, fáa vatn, fóður og umsorgan, 4) endastaður: stað, har dýr endaliga verða tikin úr flutningsfari. Tó ikki ein millumstøð ella umskipingarstøð, 5) hvílitíð: eitt samanhangandi tíðarskeið undir flutningi, tá dýr ikki verða flutt við flutningsfari, 6) flutningsfyritøka: ein likamligur ella løgfrøðiligur persónur, sum, um talan er um handilsligan flutning við vinningi fyri eyga, antin flytur dýr við egnum ella triðjamans flutningsfari, 7) millumlanda flutningur: allur flutningur úr Føroyum til onnur lond ella úr øðrum londum til Føroya, 8) embætisdjóralæknin: landsdjóralæknin ella ein djóralækni, sum landsdjóralæknin hevur útnevnt til at hava eftirlit ella loysa uppgávur sambært hesi kunngerð, 9) útvegari: leverandørur, 10) ”sling”: flutningur í ”slingi” merkir, at dýrini verða sett í kassa e.t., sum so verður festur í eina tyrlu. Kap. 1 Innanoyggja flutningur I. Almennar reglur Útlendsk flutningsfør

§ 5 Útlendsk flutningsfør, sum verða nýtt til dýraflutning í Føroyum, skulu vera innrættað…

Útlendsk flutningsfør, sum verða nýtt til dýraflutning í Føroyum, skulu vera innrættað samsvarandi reglunum í hesi kunngerð. Góðkenning av flutningsfarinum, sum viðkomandi myndugleiki í sendaralandinum hevur váttað, skal verða send embætisdjóralæknanum. Dýravinarligur flutningur

§ 6 Flutningur av dýrum skal fara fram soleiðis, at dýrini ikki líða óneyðugt. Tey skulu hava nóg…

Flutningur av dýrum skal fara fram soleiðis, at dýrini ikki líða óneyðugt. Tey skulu hava nóg mikið av plássi, neyðuga útlufting og vernd móti veður og vindi. Eisini skulu tey fáa nóg mikið av drekkavatni og fóðri. Ansni og umhugsni eigur at vera tikið undir av- og áskipan og tá koyrt verður á ósløttum vegi, har vegurin snarar, tá farið verður avstað, og tá bremsað verður. Samband millum sendara og móttakara

§ 7 Áðrenn flutningur byrjar, skal sendarin gera avtalu við flutningsføraran ella móttakaran av…

Áðrenn flutningur byrjar, skal sendarin gera avtalu við flutningsføraran ella móttakaran av førninginum ella á annan hátt syrgja fyri, at dýrini fáa eina fullgóða móttøku, tá ferðin endar. Móttakarin skal taka sær av dýrunum, tá tey koma til endastaðið. Flutningur við samanbundnum beinum og við nýføddum dýrum

§ 8 Tað er bannað at flyta dýr í sekkum ella við samanbundnum beinum. Nýkálvað ur kálvur kann tó…

Tað er bannað at flyta dýr í sekkum ella við samanbundnum beinum. Nýkálvað ur kálvur kann tó verða lagdur í ein posa við høvdinum fríum, um so er, at flutningurin ikki varir meiri enn tríggjar tímar. Høvdið á kálvinum má ikki stinga fram um undirlagið, har hann liggur. Annars skal ansast eftir, at dýrið ikki verður løstað. Stk. 2. Nýfødd dýr, sum ikki eru turr enn, t.d. nýkálvaðir kálvar, skulu verða væl turkaði, áðrenn flutningurin byrjar. Reinføriskrøv o.a. undir flutninginum

§ 9 Flutningsfør, kassar o.a., sum verða nýtt til flutning, skulu verða vaskað og sóttreinsað, áðrenn…

Flutningsfør, kassar o.a., sum verða nýtt til flutning, skulu verða vaskað og sóttreinsað, áðrenn lastað verður og ikki hava framstandandi kantar, boltar, jarnleggingar, seymar, metaltráð ella tílíkt, sum kann løsta dýrið.

§ 10 Dýr, sum kunnu verða hvørjum øðrum at meini, t.d. tí stórur støddarmunur er á teimum, ella tey…

Dýr, sum kunnu verða hvørjum øðrum at meini, t.d. tí stórur støddarmunur er á teimum, ella tey eru av ymiskum slag, skulu verða væl og virðiliga atskild hvørt frá øðrum við skilarúmi ella verða flutt í kassum. Ikki er nóg mikið at halda dýrini atskild við reipi ella tílíkum. Stk. 2. Stórur støddarmunur er á hestum og neytum um vektin á minna dýrinum er undir 40 % av vektini á størra dýrinum. Stk. 3. Um dýr verða flutt saman við farmi, skulu tey verða munagott vard móti hesum. II. Serreglur um flutning á vegi (galda saman við reglunum frammanfyri í kap. 1) a. Flogfenaður og annar fuglur

§ 11 Flogfenaður skal verða fluttur í kassa, búri ella kurv, sum hevur tættan botn og rúm, sum gevur…

Flogfenaður skal verða fluttur í kassa, búri ella kurv, sum hevur tættan botn og rúm, sum gevur dýrunum møguleika at røra seg millum hvørt annað og standa uppreist uttan at taka í lokið við rygginum. Um flutningurin er longri enn 12 tímar, skal dýrið tó kunna standa uppreist uttan at taka í loftið við høvdinum. Í minsta lagi tvær síður á kassanum, lokið íroknað, skulu hava net, hegn, rimar ella útluftingsop, soleiðis at dýrinum er tryggjað ríkiligt av luft undir flutninginum, uttan at høvdið á tí ella beinini kunnu fara niður ímillum rimarnar ella netið. Kassarnir ella kurvarnar mugu ikki verða stáplað soleiðis, at luftrenslið verður tarnað. Stk. 2. Ríkiligt av væturíkum fóðri, vanliga ráar avskornar rótfruktir, ella eitt fast vatnílat við vatni í, og eitt fast trog við fóðri skal vera í flutningskassanum ella búrinum. Hetta er tó ikki galdandi tá talan er um: 1) flutning, sum er styttri enn 12 tímar, 2) flutning, sum er styttri enn 24 tímar, við daggomlum høsnar-, kalkun-, gásar- og dunnungum, um so er, at flutningurin endar í seinasta lagi 72 tímar eftir kleking.

§ 12 Flutningur av øðrum fuglasløgum eigur at fara fram eftir reglunum í § 11 við teim broytingum, sum…

Flutningur av øðrum fuglasløgum eigur at fara fram eftir reglunum í § 11 við teim broytingum, sum viðkomandi fuglaslag krevur. b. Smærri dýr

§ 13 Smærri dýr, t.d. súggrísar, svín undir 40 kg., hundar, kettur, kaninir og loðdýr, kunnu verða…

Smærri dýr, t.d. súggrísar, svín undir 40 kg., hundar, kettur, kaninir og loðdýr, kunnu verða flutt í vogni ella rúmligum kassa, búri ella kurv, har dýrini kunnu standa frítt. Kassarnir v.m. skulu hava luftop, sum tryggjar nóg góða luftútskifting, báshólm, saguspønir e.l. Kassarnir v.m. skulu vera nóg sterkir og væl afturlatnir. Fleiri enn 30 dýr mugu ikki verða flutt í hvørjum tippi (kassa, vogni v.m.). c. Størri dýr

§ 14 Vognflutningur av hestum, neytum, kálvum, svínum, sum eru yvir 40 kg., geitum og seyði skal fara…

Vognflutningur av hestum, neytum, kálvum, svínum, sum eru yvir 40 kg., geitum og seyði skal fara fram eftir reglunum í § 15. Harumframt eru reglurnar í § 16 galdandi fyri flutning av hestum, vaksnum- og ungneytum. Er talan um flutning av svínum, sum viga meir enn 40 kg., eru harumframt reglurnar í § 17 galdandi. Um tey nevndu dýrini verða flutt í kassa ella búri eru eisini reglurnar í §§ 13, 15, stk. 4, §§ 16-17 galdandi. Stk. 2. Er talan um flutning av øðrum størri dýrum, er líka mikið, um tey verða flutt í vogni ella kassa. Tá eru bert vanligu viðtøkurnar galdandi.

§ 15 Í hvørjum vogni mugu hægst 30 dýr verða flutt. Um vognurin er skyldur upp í sterk skilarúm, kunnu…

Í hvørjum vogni mugu hægst 30 dýr verða flutt. Um vognurin er skyldur upp í sterk skilarúm, kunnu tó upp til 30 dýr verða flutt í hvørjum rúmi. Talið á dýrum í hvørjum vogni ella skilarúmi skal lagast soleiðis, at leys dýr, undantikin leys dýr úr leysahaldsflokkum, sum nevnd eru í § 16 litra 4, kunnu ganga ímillum hvørt annað. Stk. 2. Vognar, sum ikki hava fast tak, skulu hava presending e.l. breidda omaná. Í tíðarskeiðinum 1. mai til 1. november nýtist vognurin tó ikki at verða tektur, er talan um flutning av øðrum enn svínum. Stk. 3. Dúrkið á vogninum skal hava eitt, í mun til hvat slag av flutningi talan er um, og hvussu langur teinurin er, ráðiligt lag av báshólmi, t.d. grúsi, sandi ella saguspønum. Stk. 4. Tøming og lasting av sjúkum, meiddum ella veikum dýrum skal fara fram fyri seg, og við fyriliti fyri tí støðu, dýrini eru í. Sjúku, meiddu ella veiku dýrini mugu ikki verða rikin saman við frískum dýrum. Tílík dýr, eins og órólig, óstýrilig, órein e.t. dýr, sum hildið verður kunnu verða øðrum dýrum til bága undir flutninginum, skulu harafturat verða hildin atskild frá hesum á fullgóðan hátt. Tá sjúk, meidd ella veik dýr verða flutt, skal dúrkið á flutningsfarinum hava serliga nógvan báshólm.

§ 16 Er talan um flutning av hestum, vaksnum neytum og ungneytum er harumframt galdandi, at

Er talan um flutning av hestum, vaksnum neytum og ungneytum er harumframt galdandi, at: 1. bert bleyt gríma má verða nýtt at binda dýrini við. Ikki er loyvt at binda tey við einum reipi um hálsin. Nýtsla av jarngrímu, hornbandi, rossasnaru, næsaklemmu, næsatong o.t. er ikki loyvd. Verða dýrini tjórað, mugu tey ikki verða noydd í eina, fyri tey, ónatúrliga støðu, 2. tarvar, sum viga 450 kg. ella meira, og sum verða fluttir bundnir, og allir tarvar eldri enn tvey ár skulu hava heilan næsaring úr jarni. Ringurin skal vera settur í í minsta lagi tríggjar vikur áðrenn flutningin, soleiðis at sárið er grógvið. Tað er ikki loyvt at binda dýrini í næsaringin, 3. vaksin neyt og ungneyt, sum verða flutt bundin, skulu verða lastað og bundin soleiðis, at tey stiðja hvørt annað uttan at verða kleimd. Um flutningurin verður gjørdur við einum av flutningsførunum, sum eru nevnd í 4. broti, eigur eitt sterkt skilarúm at verða sett upp fyri hvørji 7 dýr. Tílík skilarúm eiga eisini at verða sett upp, um flutningsfarið ikki er fult lastað, 4. vaksin neyt og ungneyt kunnu verða flutt leys, um so er, at útvegarin hevur eina girðing ella rampa, og móttøkuumstøðurnar eru lagaðar til leys dýr. Undir flutninginum skal hvørt dýrið hava 1,0–1,5 m² at standa á. Í minsta lagi eitt skilarúm eigur at verða sett upp fyri hvørt tíggjunda dýr. Er flutningsfarið ikki fult lastað, eigur skilarúm at verða sett upp, so plássið verður í mun til talið og støddina á dýrunum og samsvarandi treytunum í 2. punktumi. Leys og bundin dýr skulu verða hildin hvørt frá øðrum við girðing. Dýr, sum verða flutt leys, skulu vera kollut ella hava fingið hornini sagað av, 5. er talan um flutning av kviðnum dýri, eigur serliga væl at verða hugt eftir, at dýrið ikki verður kleimt. Er talan um flutning av ryssum og neytum við ávíkavist súgvandi fyli ella kálvi, skal gyrðing verða sett uttanum hvørja ryssu ella kúgv og avkom teirra. Plássið skal verða so mikið gott, at dýrini liggja væl, 6. dýrini skulu verða sett soleiðis, at tey ikki fáa mein á halarót ella dintilsbeinsrunnar. Verða dýrini sett tvørtur um í flutningsfarinum, mugu tey ikki stinga út um kantin á flutningsfarinum, 7 skulu fleiri leysir hestar verða fluttir saman, skulu skógvarnir á bakbeinunum verða tiknir av áðrenn, 8 mjólkineyt skulu verða mjólkað beint áðrenn fráferð og síðani í minsta lagi 12. hvønn tíma eftir hetta, 9 dýrini skulu hava møguleika at fáa vatn í minsta lagi 12. hvønn tíma eftir fráferð.

§ 17 Er talan um flutning av svínum, sum viga 40 kg ella meir, er harafturat galdandi, at

Er talan um flutning av svínum, sum viga 40 kg ella meir, er harafturat galdandi, at: 1. svín, sum viga millum 80 og 100 kg livandi vekt, skulu hava 0,35 m² sum minstapláss fyri dýrið, 2. dýrini mugu ikki verða bundin á nakran hátt - heldur ikki til flutningsfarið.Nýtsla av rossasnaru, næsaklemmu, næsatong, flutningsringi o.t. er forboðið, 3. gøltrar, sýr og sjónliga kvidnar gyltrar skulu verða hildin atskild frá øðrum svínum soleiðis, at sterk girðing verður sett upp at skila dýrini at, ella soleiðis, at tey verða flutt í kassum. Størri gøltrar skulu verða fluttir hvør sær í kassa. III. Serreglur um loftvegis flutning av dýrum (galdandi saman við vanligu treytunum frammanfyri)

§ 18 Flutningur av flogfenaði og súgdýrum skal lúka treytirnar í pkt. II (§§ 11-17) alt eftir slagi av…

Flutningur av flogfenaði og súgdýrum skal lúka treytirnar í pkt. II (§§ 11-17) alt eftir slagi av flutningsfari, talan er um. Verða dýrini flutt í kassum, skulu hesir vera væl festir í gólvið og/ella síðirnar á tyrluni. Stk. 2. Uttan mun til stk. 1 er flutningur í ”slingi” loyvdur, um so er, at talan er um dýraflutning, sum ikki kann fara fram inni í tyrluni og um flutningurin annars er dýraverndarliga ráðiligur. IV. Serreglur um motorakfør og leysavognar, sum verða nýtt til flutning av størri dýrum Góðkenning av motorakfari

§ 19 Embætisdjóralæknin skal góðkenna flutningsfør, sum flyta kleyvdýr, áðrenn tey verða tikin í nýtslu

Embætisdjóralæknin skal góðkenna flutningsfør, sum flyta kleyvdýr, áðrenn tey verða tikin í nýtslu. Stk. 2. Við umsókn um góðkenning av flutingsfari skulu hesar upplýsingar latast: 1) navn, bústað, telefon-, faks- og teldupostnummar flutningsfyritøkunar, 2) navnið á honum, sum hevur ábyrgdina av rakstrinum á flutningsfyritøkuni, 3) samleika og innrætting av flutningsfarinum: a.skrásetingarnummar. b.tøkniliga lýsing av innrætting av flutningsfarinum, 4) lýsing av mannagongdum (eftirkanningarlista) fyri: a.reingerð og sóttreinsing av flutningsfarinum áðrenn og eftir hvønn flutning, b.reingerð og sóttreinsing av fótbúna og arbeiðsklæðum hjá arbeiðsfólki áðrenn og eftir hvønn flutning. Stk. 3. Góðkenning av einum flutningsfari kann fevna um skerjingar viðvíkjandi: 1) hvat slag av flutningi flutningsfarið kann verða nýtt til, 2) landafrøðiligu nýtsluna av flutningsfarinum - heruppií at flutningsfarið bert skal verða nýtt ávísar flutningsvegir. Stk. 4. Góðkenningin av flutningsfarinum er galdandi í 1 ár. Stk. 5. Góðkenningin av flutningsfarinum kann verða tikin aftur, um treytirnar í góðkenningini ikki verða hildnar. Innrætting av motorakfari

§ 20 Síðurnar á lastini á vogninum skulu í minsta lagi vera 110 cm. høgar. Skal akfarið nýtast til…

Síðurnar á lastini á vogninum skulu í minsta lagi vera 110 cm. høgar. Skal akfarið nýtast til hestaflutning, flutning av vaksnum neytum ella ungneytum, skal lastahæddin kunna økjast til í minsta lagi 140 cm. Síðurnar á lastini skulu vera heilt tættar. Er talan um flutning av svínum, skal, og er talan um flutning av hestum, vaksnum neytum ella ungneytum, kann luftop vera 10 - 20 cm. yvir lastadúrkinum. Opini kunnu vera lufthol, sum eru 4 - 5 cm. í tvørmát og gjørd við 5 - 7 cm. millumrúmi ella ein 5 - 10 cm. breið flís kann verða tikin úr lastasíðunum. Um vognurin hevur góða motorrikna útluftingsskipan, sum eisini virkar tá vognurin stendur stillur, eru luftop tó óneyðug. Stk. 2. Fyri at verja dýrini móti veður og vindi skal verða møguligt at breiða oman yvir lastina samsvarandi reglunum í § 15, stk. 2. Fyri at gera útluftingina so góða sum gjørligt skal eitt 10 – 15 cm. breitt op vera millum ovara kantin á lastini og takið, sum breitt verður oman yvir. Møguligt skal vera at regulera takið bæði framman og aftan, soleiðis at útluftingarviðurskiftini kunnu tillagast veður og vindi. Tekjan skal vera so høg, at størri dýr, bundin í vanligari støðu, ikki nerta hana við høvdinum. Stk. 3. Fyri at økja um útluftingina í góðveðri kann - er talan um flutning av svínum, skal - akfarið hava ein vindfangara framman. Vindfangarin kann vera ein 50 cm. breið fjøl, sum verður sett skrátt yvir vognkassan o.u. 40 cm. aftanfyri fremra endan á hesum og við einum o.u. 45° halli framyvir móti førarahúsinum.

§ 21 Um akfarið skal brúkast til hestaflutning og flutning av vaksnum neytum og ungneytum, og ætlanin…

Um akfarið skal brúkast til hestaflutning og flutning av vaksnum neytum og ungneytum, og ætlanin er at seta hesi eftir longdini á vogninum, skal longdin á innarusíðuni á lastini vera minst 250 cm. Um ætlanin er at seta tey tvørturum í vogninum, skal breiddin á innarusíðuni vera minst 240 cm.

§ 22 Innarasíðan á vognlastini og møgulig skilarúm skulu vera sløtt og ikki hava framstingandi kantar,…

Innarasíðan á vognlastini og møgulig skilarúm skulu vera sløtt og ikki hava framstingandi kantar, bóltar, jarnleggingar ella tílíkt. Tilfarið kann t.d. vera málaðar ella vatntættar høvlaðar fjalar og skal vera lætt at halda reint. Eru ringar at binda í í lastini, skulu teir vera feldir inn í hesa. Stk. 2. Dúrkið á vogninum skal vera vatnrætt og tætt. Uppúrstingandi hjólkassar ella tílíkt skal ikki vera. Dúrkið má ikki vera hált t.d. hava slættar metalplátur.

§ 23 Síðurnar á lastini og dúrkið og samankomingarnar millum hesi skulu vera tættar og sterkar, so tær…

Síðurnar á lastini og dúrkið og samankomingarnar millum hesi skulu vera tættar og sterkar, so tær kunnu halda til trýstið frá dýrunum, sjálvt um baklúkan er sligin niður. Er talan um last, sum skal kunna takast av, skal hendan vera gjørd soleiðis, at allir leysir partar kunna verða festir á munagóðan hátt.

§ 24 Ein vognur kann bert verða brúktur til flutning av leysum vaksnum neytum og ungneytum, um hann…

Ein vognur kann bert verða brúktur til flutning av leysum vaksnum neytum og ungneytum, um hann hevur lastarampa ella lastabaklúku. Eisini skulu skilarúmini vera væl fest og sterk.

§ 25 Um dýrini verða av- og áskipaði aftanverts á lastini, skal baklúkan í fullari breidd, ella so…

Um dýrini verða av- og áskipaði aftanverts á lastini, skal baklúkan í fullari breidd, ella so mikið at av- og áskipanin ikki verður tarnað, antin kunna verða sligin niður sum rampi ella kunna takast av.

§ 26 Um baklúkan á vogninum er gjørd til at verða brúkt sum rampi, skal verða syrgt fyri, at dýrini…

Um baklúkan á vogninum er gjørd til at verða brúkt sum rampi, skal verða syrgt fyri, at dýrini undir av- og áskipan ikki kunnu stíga uttanfyri rampan. Stk. 2. Um baklúkan á vogninum er gjørd til at verða sligin niður sum rampi, skal hon eisini niðursligin falla tætt saman við dúrkið á vogninum. Hon skal hava rundaðar, hølvaðar listar, sum ikki mugu vera meiri enn 3 cm. høgir. Stk. 3. Lodrætta fjarstøðan frá kantinum á vogndúrkinum til baklúkuna, tá hon er sligin niður, og frá baklúkuni til jørðina má ikki vera meir enn ávíkavist 15 cm og 25 cm. Stk. 4. Hevur akfarið baklúku at lasta við, skal akfarið og lyftin vera gjørd soleiðis, at av- og áskipanarviðurskiftini eru eins trygg sum víst í stk. 1–3 og soleiðis, at eingin møguleiki er fyri, at dýrini verða kleimd undir lossing og lasting.

§ 27 Akfør, sum eru bygd til serligan flutning av dýrum, t.d. sjúkraflutning e.a., kunnu fáa lastina…

Akfør, sum eru bygd til serligan flutning av dýrum, t.d. sjúkraflutning e.a., kunnu fáa lastina góðkenda, um so er, at rúmið, har dýrini skulu vera, og rampin til av- og áskipan verða mett at vera egnað til endamálið og annars lúka vanligu treytirnar í kunngerðini.

§ 28 Leysavognar við páløbsbremsum eiga bert at verða nýttir, um páløbsbremsiskipanin hevur innbygdan…

Leysavognar við páløbsbremsum eiga bert at verða nýttir, um páløbsbremsiskipanin hevur innbygdan gastrykkstoytdoyvara til at doyva rørsluna á trykktanganum.

§ 29 Embætisdjóralæknin kann góðkenna nýtslu av last, sum er øðrvísi háttað, um so er, at lastin á…

Embætisdjóralæknin kann góðkenna nýtslu av last, sum er øðrvísi háttað, um so er, at lastin á nøktandi hátt lýkur vanligu krøvini í kun ngerðini. Góðkenning kann verða givin fyri eina last í senn ella fyri eitt ávíst lastaslag. Kap. 2 Millumlanda flutningur I. Hóvdýr, sum eru húsdýr og húsdýr av neyta-, seyða-, geita- og svínafamiljunum a. Vanligar viðtøkur Dýravinarligur flutningur

§ 30 Hann, sum ger avtalu um flutning av dýrum, skal í verki syrgja fyri, at dýrið ikki líður undir…

Hann, sum ger avtalu um flutning av dýrum, skal í verki syrgja fyri, at dýrið ikki líður undir flutninginum ella, at líðingin verður avmarkað mest møguligt, um so er, at verkfall ella force majeure í Føroyum gera tað trupult at halda reglurnar í hesi kunngerð. Djóralæknaeftirlit

§ 31 Áðrenn dýr kunnu verða flutt til altjóða flutning, skulu tey verða skoðað av…

Áðrenn dýr kunnu verða flutt til altjóða flutning, skulu tey verða skoðað av embætisdjóralæknanum. Hesin skal tryggja sær, at dýrini eru skikkaði til flutning. Stk. 2. Embætisdjóralæknin skal geva eina váttan, sum staðfestur samleikan á dýrunum og váttar, at tey eru egnaði til flutning. So vítt gjørligt eigur eisini skrásetingarnummar á akfarinum, og hvat slag av akfari, talan er um, at verða nevnt. Stk. 3. Fermingin skal fara fram undir umstøðum, sum eru góðkendar av embætisdjóralæknanum.

§ 32 Dýr, roknast kann við eiga undir flutninginum, ella sum hava átt seinastu 48 tímarnar áðrenn…

Dýr, roknast kann við eiga undir flutninginum, ella sum hava átt seinastu 48 tímarnar áðrenn fráferðina, kunnu ikki verða flutt.

§ 33 Embætisdjóralæknin kann áseta dýrunum hvíld og neyðuga umsorgan

Embætisdjóralæknin kann áseta dýrunum hvíld og neyðuga umsorgan. Flutningsumstøður

§ 34 Dýrini skulu hava nóg mikið av plássi, eisini pláss til at liggja, undir flutninginum

Dýrini skulu hava nóg mikið av plássi, eisini pláss til at liggja, undir flutninginum. Stk. 2. Flutningsfør, kassar og búr skulu vera soleiðis gjørd, at tey verja dýrini móti veður og vindi. Luftútskiftingin skal lagast eftir flutningsumstøðunum og eftir hvørji dýr verða flutt. Stk. 3. Kassar og búr til flutning av dýrum skulu vera merkt við merki, ið vísir dýrið, sum flutt verður, standandi. Kassar og búr skulu vera løtt at vaska, skulu kunna tryggja at dýrini ikki sleppa leys og annars tryggja dýrunum góðar og tryggar umstøður. Kassar og búr skulu vera gjørd soleiðis, at møguligt er at halda eyga við og ansa dýrunum, og skulu verða sett soleiðis, at luftútskiftingin ikki verður tarnað. Tey skulu altíð verða hildin upp og niður, tá flutt verður, og ansast skal eftir, at tey ikki fáa harðar stoytir ella ristingar. Stk. 4. Undir flutninginum skulu dýrini hava vatn og hóskandi fóður við hóskandi millumbilum. Dýrini mugu ikki verða uttan vatn og fóður í meiri enn 24 tímar. Hetta tíðarskeið kann tó verða longt, um ferðin til endastaðið, har dýrini skulu lossast, er rímiliga skjót. Stk. 5. Hógdýr skulu hava grímu undir flutninginum. Stk. 6. Eru dýrini bundin, skal tjóðrið vera so sterkt, at tað ikki slitnar undir vanligum flutningsumstøðum og so langt, at dýrini kunnu leggja seg niður, eta og drekka. Neyt mugu ikki verða bundin eftir hornunum. Stk. 7. Skógvar eiga at verða tiknir av bakbeinunum á hóvdýrum, um so er, at tey ikki eru sett í bás einsamøll. Stk. 8. Tarvar eldri enn 18 mánaðir skulu helst verða bundnir. Teir skulu hava næsaring, sum bert má verða nýttur til at leiða við. Ymisk dýrasløg skulu verða sett hvørt sær

§ 35 Tá dýr av ymsum slag verða flutt í sama flutningsfari, skal hvørt dýraslagið verða sett fyri seg.…

Tá dýr av ymsum slag verða flutt í sama flutningsfari, skal hvørt dýraslagið verða sett fyri seg. Serliga eigur at verða havt í huga at sleppa undan óhepnum fylgjum av, at dýr, sum eru natúrligir fíggindar í náttúruni verða flutt í somu sending. Tá dýr á ymsum aldri verða flutt við sama flutningsfari, skulu vaksin og ung dýr verða hildin atskild. Hetta er tó ikki galdandi fyri kvenndýr, sum hava súgvandi unga hjá sær. Er talan um neyt, hógdýr og svín, skulu fullvaksin ikki geld kalldýr, verða hildin atskild frá kvenndýrum. Vaksnir gøltar og greðingar mugu heldur ikki standa saman. Stk. 2. Góðs, sum kann verða dýrunum at meini, má ikki verða sett millum dýrini. Lasting og lossing

§ 36 Tá dýr verða av- og áskipað, eigur nýtilig útgerð at verða nýtt. Eitt nú brýr, rampar og…

Tá dýr verða av- og áskipað, eigur nýtilig útgerð at verða nýtt. Eitt nú brýr, rampar og landgangir skulu verða gjørd, so dýrini ikki glíða á teimum. Dýr mugu ikki verða lyft eftir hornunum ella beinunum undir av- og áskipan. Gólvið á flutningsfarinum o.ø.

§ 37 Dúrkið í flutningsførum, kassum og búrum skal vera so sterkt, at tað ber dýrini, ið flutt verða.…

Dúrkið í flutningsførum, kassum og búrum skal vera so sterkt, at tað ber dýrini, ið flutt verða. Tað skal vera gjørt uttan millumrúm, og dýrini mugu ikki glíða á tí. Um ikki aðrar loysnir er funnar, skal eitt nøktandi lag av báshólmi vera á dúrkinum til at súgva afførning til sín. Møguligur fylgisveinur

§ 38 Fyri at tryggja, at dýrini verða munagott eftiransaði undir flutninginum, eigur fylgisveinur at…

Fyri at tryggja, at dýrini verða munagott eftiransaði undir flutninginum, eigur fylgisveinur at fylgja við teimum uttan so at: 1) dýrini verða flutt í afturlatnum kassum ella búrum, 2) flutningsmaðurin átekur sær skyldur fylgisveinsins, 3) sendarin hevur útnevnt ein umboðsmann at ansa eftir dýrunum undir flutninginum.

§ 39 Fylgissveinur dýranna, ella umboðsmaður fyri avskiparan, skal ansa eftir dýrunum. Hann skal geva…

Fylgissveinur dýranna, ella umboðsmaður fyri avskiparan, skal ansa eftir dýrunum. Hann skal geva teimum fóður, vatn og, um neyðugt, mjólka teimum. Stk. 2. Mjólkineyt skulu verða mjólkað við í mesta lagi 12 tímars millumbilum. Stk. 3. Fyri at kunna fara um dýrini á besta hátt, skulu ljósviðurskiftini vera nøktandi. Djóralæknahjálp

§ 40 Dýr, sum blíva sjúk ella fáa skaða undir flutninginum, skulu skjótast gjørligt fáa…

Dýr, sum blíva sjúk ella fáa skaða undir flutninginum, skulu skjótast gjørligt fáa djóralæknahjálp og, um neyðugt fyri at tey ikki skulu líða óneyðugt, avlívast. Reingerð av flutningsfari

§ 41 Dýr mugu bert verða koyrd í flutningsfør, kassar ella búður, sum eru nýggj ella vaskað og…

Dýr mugu bert verða koyrd í flutningsfør, kassar ella búður, sum eru nýggj ella vaskað og sóttreinsað. Deyð dýr, báshólmur, mykja og annar lortur skulu verða burturbeind skjótast gjørligt. Skjótur flutningur

§ 42 Flutningurin skal vera so skjótur, sum gjørligt

Flutningurin skal vera so skjótur, sum gjørligt. Fráboðan til eftirlitsstøð

§ 43 Dýraflutningur skal verða fráboðaður eftirlitsstøðum skjótast gjørligt; hetta at tryggja, at út-…

Dýraflutningur skal verða fráboðaður eftirlitsstøðum skjótast gjørligt; hetta at tryggja, at út- og gjøgnumflutningsformleikarnir kunnu avgreiðast skjótt. Formleikar í sambandi við djóraflutning skulu hava framíhjárætt. Hvíld og møguleiki at geva dýrunum

§ 44 Har heilsueftirlit verður gjørt, og har nógv og reglulig ferðsla er við dýrum, skulu møguleikar…

Har heilsueftirlit verður gjørt, og har nógv og reglulig ferðsla er við dýrum, skulu møguleikar vera fyri at geva dýrunum hvíld, fóður og vatn. b. Serreglur um sjóvegis flutning

§ 45 Skip skulu vera innrættað soleiðis, at dýr kunnu verða flutt við teimum uttan at líða óneyðugt

Skip skulu vera innrættað soleiðis, at dýr kunnu verða flutt við teimum uttan at líða óneyðugt.

§ 46 Dýr mugu ikki verða flutt á opnum dekki. Hetta kann tó verða gjørt, um so er, at tey verða sett í…

Dýr mugu ikki verða flutt á opnum dekki. Hetta kann tó verða gjørt, um so er, at tey verða sett í fullgott tryggjaðar kassar ella búr ella í bygna, sum er góðkendur av embætisdjóralækna, og sum á fullgóðan hátt tryggja dýrini móti veðri og vindi.

§ 47 Dýr skulu verða bundin ella sett í fullgóðan bás, kassa ella búr

Dýr skulu verða bundin ella sett í fullgóðan bás, kassa ella búr.

§ 48 Hóskandi gongd skal vera til allar básar, kassar ella búr, har dýr eru í. Nóg mikið av ljósi skal…

Hóskandi gongd skal vera til allar básar, kassar ella búr, har dýr eru í. Nóg mikið av ljósi skal vera.

§ 49 Talið á fylgisveinum skal vera nøktandi í mun til talið á fluttum dýrum og longdina á túrinum

Talið á fylgisveinum skal vera nøktandi í mun til talið á fluttum dýrum og longdina á túrinum.

§ 50 Reint skal vera allastaðni, har dýr skulu vera umborð. Eisini skal frárensl vera

Reint skal vera allastaðni, har dýr skulu vera umborð. Eisini skal frárensl vera.

§ 51 Eitt av embætisdjóralækna góðkent tól at drepa dýrini við, um tað gerst neyðugt, skal vera umborð

Eitt av embætisdjóralækna góðkent tól at drepa dýrini við, um tað gerst neyðugt, skal vera umborð.

§ 52 Áðrenn dýraflutning skal skipið ferma so mikið av hóskandi fóðri og vatni, sum embætisdjóralæknin…

Áðrenn dýraflutning skal skipið ferma so mikið av hóskandi fóðri og vatni, sum embætisdjóralæknin krevur. Nøgdin skal verða í mun til talið á dýrum og longdina á túrinum.

§ 53 Sjúk ella skadd dýr skulu verða skild frá frískum dýrum undir flutninginum. Um neyðugt skal…

Sjúk ella skadd dýr skulu verða skild frá frískum dýrum undir flutninginum. Um neyðugt skal fyrstahjálp verða givin.

§ 54 Reglurnar í 45-53 eru ikki galdandi fyri dýraflutning, har dýrini verða flutt í lastbili umborð á…

Reglurnar í 45-53 eru ikki galdandi fyri dýraflutning, har dýrini verða flutt í lastbili umborð á ferju ella tílík skipi. c. Serreglur um loftvegis flutning

§ 55 Reglurnar í § 56 og § 60 eru eisini galdandi fyri loftvegis flutning

Reglurnar í § 56 og § 60 eru eisini galdandi fyri loftvegis flutning.

§ 56 Syrgt eigur at vera fyri, at hitaviðurskiftini, har dýrini eru, eru hóskandi til viðkomandi…

Syrgt eigur at vera fyri, at hitaviðurskiftini, har dýrini eru, eru hóskandi til viðkomandi dýraslag. Sama er galdandi fyri lufttrykkið. II. Flogfenaður og kaninir, sum verða hildin sum húsdýr

§ 57 Hesar reglur í kapitli 2, pkt.I eru eisini galdandi fyri flutning av flogfenaði og kaninum, sum…

Hesar reglur í kapitli 2, pkt.I eru eisini galdandi fyri flutning av flogfenaði og kaninum, sum verða hildin sum húsdýr: § 34, stk. 1-3, § 35, §§ 41-44, 52, 54 og § 56.

§ 58 Sjúk ella skadd dýr eru ikki egnað til flutning. Dýr, sum blíva sjúk ella fáa skaða skulu hava…

Sjúk ella skadd dýr eru ikki egnað til flutning. Dýr, sum blíva sjúk ella fáa skaða skulu hava fyrstuhjálp skjótast gjørligt og, um neyðugt, verða kannað av djóralækna. Stk. 2. Verða dýrini flutt í kassum ella búrum, sum verða stáplaði omaná hvørjum øðrum, ella í flutningsfari í meiri enn einari hædd, skulu neyðug tiltøk tryggja, at mykja og annar lortur ikki dettur niður á dýrini niðri undir. Stk. 3. Hóskandi fóður og, um neyðugt, vatn skal vera til taks. Hetta er tó ikki galdandi tá: 1) ferðin er styttri enn 12 tímar, 2) talan er flutning av høsnarungum, og ferðin er styttri enn 24 tímar, um so er, at ferðin endar áðrenn 72 tímar eftir kleking. III. Hundar og kettur, sum verða hildin sum húsdýr

§ 59 Reglurnar í hesum punkti eru galdandi fyri flutning av hundum og kettum, sum verða hildin sum…

Reglurnar í hesum punkti eru galdandi fyri flutning av hundum og kettum, sum verða hildin sum húsdýr. Hetta er tó ikki galdandi, um so er, at eigarin ella ein, sum umboðar hendan, fylgir við dýrunum. Stk. 2. Hesar reglur í kapitli 2, pkt. I eru eisini galdandi fyri flutning av hundum og kettum, sum verða hildin sum húsdýr: §§ 32, 34, stk. 1-3, §§ 35, 37, 39, stk. 1-3, §§ 40-49, 51-56.

§ 60 Dýr, sum verða flutt, skulu verða fóðraði í minsta lagi 24. hvønn tíma og hava vatn í minsta lagi…

Dýr, sum verða flutt, skulu verða fóðraði í minsta lagi 24. hvønn tíma og hava vatn í minsta lagi 12. hvønn tíma. Greiðar skrivligar reglur skulu vera um fóðring og geving av vatni. Tíkir, sum ganga í illum, skulu verða hildnar atskildar frá hundum. IV. Onnur súgdýr og fuglar

§ 61 Reglurnar í hesum punkti eru galdandi fyri flutning av súgdýrum og fuglum, sum ikki eru fevnd av…

Reglurnar í hesum punkti eru galdandi fyri flutning av súgdýrum og fuglum, sum ikki eru fevnd av reglunum í punktunum frammanfyri. Stk. 2. Hesar reglur í kapitli 2, pkt. I eru eisini galdandi fyri tey dýrasløg, sum eru fevnd av hesum broti: §§ 32-33, 34, stk. 1-3, §§ 35-38, 39, stk. 1-3, §§ 40-56.

§ 62 Dýr mugu bert verða flutt við hóskandi flutningsfari, kassa ella búri. Uttaná flutningsfarinum,…

Dýr mugu bert verða flutt við hóskandi flutningsfari, kassa ella búri. Uttaná flutningsfarinum, kassanum ella búrinum skal skriv verða fest, sum vísir, hvat slag av dýri talan er um, og um tey eru bangin, vandamikil e.t. Eisini skal skrivið vísa, hvussu dýrini skulu verða fóðraði, fáa vatn og, møguliga, serstaka umsorgan. Hjørtur

§ 63 Hjørtur kann ikki verða fluttur, tá taggarnir vaksa út, uttan so at serstøk atlit eru tikin

Hjørtur kann ikki verða fluttur, tá taggarnir vaksa út, uttan so at serstøk atlit eru tikin.

§ 64 Dýr, sum eru fevnd av hesum punkti, skulu verða passaði samsvarandi reglunum í § 62

Dýr, sum eru fevnd av hesum punkti, skulu verða passaði samsvarandi reglunum í § 62. V. Dýr við køldum blóði

§ 65 Dýr við køldum blóði skulu verða flutt í kassa ella búri undir umstøðum, sum serliga tá talan er…

Dýr við køldum blóði skulu verða flutt í kassa ella búri undir umstøðum, sum serliga tá talan er um pláss, luftútskifting, hitaviðurskifti, vatn o.a., verða hildin at vera hóskandi fyri viðkomandi dýraslag. Tey skulu verða flutt til móttøkustaði skjótast gjørligt. Kap. 3 Revsiásetingar og gildiskoma

§ 66 Brot á §§ 5-9, 10, stk. 1 og 3, §§ 11-18, 19, stk. 1-2, §§ 20-28, 30-32, 34-53 og §§ 55-65 verða…

Brot á §§ 5-9, 10, stk. 1 og 3, §§ 11-18, 19, stk. 1-2, §§ 20-28, 30-32, 34-53 og §§ 55-65 verða revsað við bót. Stk. 2. Fyri brot, sum verða framd av løgfrøðiligum persóni, sum t.d. partafelag ella lutafelag, kann tann løgfrøðiligi persónurin verða sektaður sum slíkur.

§ 67 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Vinnumálastýrið, 15. august 2001 Bjarni Djurholm (sign.) landsstýrismaður / Arne Poulsen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
vernd av djórum undir flutningi · innanhýsis
Galdandi · 31. mai 2007

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙