Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
9. oktober 2015 Nr. 112
Kunngerð um skjøl og upplýsingar, sum skjalprógva upprunavirðið á innfluttum, brúktum motorakfari
Við heimild í § 22, stk. 5 í løgtingslóg nr. 33 frá 19. mai 2008 um avgjøld við skráseting av motorakførum, sum broytt við løgtingslóg nr. 57 frá 18. mai 2015, verður ásett:
§ 1 Bilasøla, innflytari ella eigari hevur skyldu at útvega Akstovuni skjalprógv fyri upprunavirðinum…
Bilasøla, innflytari ella eigari hevur skyldu at útvega Akstovuni skjalprógv fyri upprunavirðinum á motorakfarinum upp á skrokknummar við upprunaligum faktura ella líknandi váttan frá framleiðara.
§ 2 Kann bilasøla, innflytari ella eigari ikki útvega Akstovuni upprunavirðið frá framleiðara, skal…
Kann bilasøla, innflytari ella eigari ikki útvega Akstovuni upprunavirðið frá framleiðara, skal upprunavirðið ístaðin gerast upp, grundað á listaprís uttan avgjøld, við allari eykaútgerð frá einum av framleiðaranum góðkendum umboði.
§ 3 Góðkend umboð sambært § 2 eru søluumboð, sum hava sáttmála við framleiðaran ella høvuðsumboð av…
Góðkend umboð sambært § 2 eru søluumboð, sum hava sáttmála við framleiðaran ella høvuðsumboð av viðkomandi merki, ella góðkendur serviceverkstaður, sum hevur garantiskyldur og serviceskyldur fyri viðkomandi merki mótvegis framleiðaranum ella einum av framleiðaranum góðkendum høvuðsumboði.
§ 4 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Fíggjarmálaráðið, 9. oktober 2015 Kristina Háfoss (sign.) landsstýriskvinna / Bjarni Askham Bjarnason (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.