Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
31. august 2011 Nr. 111
Kunngerð um broyting í kunngerð um skiftisreglur fyri lesandi á Fróðskaparsetri Føroya, sum byrjað hava lesturin áðrenn 1. august 2008 og reglur um alment próvskeið í føroyskum
§ 1 Í kunngerð nr. 85 frá 9. juni 2009 um “skiftisreglur fyri lesandi á Fróðskaparsetri Føroya, sum…
Í kunngerð nr. 85 frá 9. juni 2009 um “skiftisreglur fyri lesandi á Fróðskaparsetri Føroya, sum byrjað hava lesturin áðrenn 1. august 2008, og reglur um alment próvskeið í føroyskum” verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í heitinum verður aftaná: “sum byrjað hava lesturin áðrenn 1. august 2008” sett: “ella seinni,” 2) Í § 52 stk. 1 verður aftaná: “sum eru farin undir lestur fyri 1. august 2008” sett: “ella seinni.” 3) Í § 52 verða stk. 3 og stk. 4 strikað.
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Mentamálaráðið, 31. august 2011 Helena Dam á Neystabø (sign.) landsstýriskvinna / Leivur Harryson (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.