Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
13. desember 2006 Nr. 111
Løgtingslóg um broyting í ymiskum løgtings- og ríkislógum í sambandi við kærunevndina í lendismálum
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við…
Í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 57 frá 13. mai 1997, verður aftaná § 10 sett: “Kæra
§ 10 a Avgerð, sum ein kommuna hevur tikið sambært hesi lóg ella sambært byggisamtykt, kann verða kærd…
Avgerð, sum ein kommuna hevur tikið sambært hesi lóg ella sambært byggisamtykt, kann verða kærd til landsstýrismannin. Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann leggja kærumyndugleikan eftir stk. 1 til kærunevndina í lendismálum, hvørs avgerðir eru endaligar innan fyrisitingina.”
§ 2 Í løgtingslóg nr. 64 frá 11. desember 1962 um matrikulering og sundurbýti v.m., verður aftaná §…
Í løgtingslóg nr. 64 frá 11. desember 1962 um matrikulering og sundurbýti v.m., verður aftaná § 39 sett: “Kapitul 3 a Kæra
§ 39 a Landsstýrismaðurin kann leggja kærumyndugleikan í avgerðum, sum sambært hesi lóg kunnu kærast til…
Landsstýrismaðurin kann leggja kærumyndugleikan í avgerðum, sum sambært hesi lóg kunnu kærast til landsstýrismannin, til kærunevndina í lendismálum, hvørs avgerðir eru endaligar innan fyrisitingina.”
§ 3 Í løgtingslóg nr. 55 frá 16. august 1962 um tinglýsing, sum seinast broytt við løgtingslóg nr.…
Í løgtingslóg nr. 55 frá 16. august 1962 um tinglýsing, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 164 frá 22 desember 2005, verður í § 36 sum stk. 2 sett: “Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann leggja kærumyndugleikan eftir stk. 1 til kærunevndina í lendismálum, hvørs avgerðir eru endaligar innan fyrisitingina.”
§ 4 Í lóg nr. 69 frá 7. mai 1881 “om forpligtelse til jords afgivelse til offentlige veje, havne og…
Í lóg nr. 69 frá 7. mai 1881 “om forpligtelse til jords afgivelse til offentlige veje, havne og landingssteder, samt til offentlige skoler på Færøerne”, sum seinast broytt við midlertidig bestemmelse nr. 17 frá 20 januar 1944, verður aftaná § 7 sett: “§ 8. Landsstýrismaðurin kann leggja kærumyndugleikan í avgerðum, sum sambært hesi lóg kunnu kærast til landsstýrismannin, til kærunevndina í lendismálum, hvørs avgerðir eru endaligar innan fyrisitingina.”
§ 5 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 13. desember 2006 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður / Jacob Vestergaard (sign.) Lm. nr. 29/2006
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(4)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
4 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.