Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
18. juli 2017 Nr. 111
Kunngerð um góðkenning og treytir í sambandi við keyp av tænastum til heimatænastu, eldrarøkt o.a.
Við heimild í § 3, stk. 3 í løgtingslóg nr. 19 frá 7. apríl 2014 um heimatænastu, eldrarøkt v.m., verður ásett:
Allýsing
§ 1 Kommuna í hesi kunngerð er at skilja, sum
Kommuna í hesi kunngerð er at skilja, sum: 1) kommunalt samstarv sbrt. løgtingslóg um kommunalt samstarv um heimatænastu, eldrarøkt o.a. ella 2) einstøk kommuna, sum umsitur heimatænastu, eldrarøkt o.a. sbrt. somu lóg. Góðkenning av veitara
§ 2 Kommunurnar góðkenna veitara av tænastum. Umframt neyðug loyvi og góðkenningar frá øðrum…
Kommunurnar góðkenna veitara av tænastum. Umframt neyðug loyvi og góðkenningar frá øðrum myndugleikum, skal góðkenningin, í minsta lagi, fevna um: 1) innihaldið í tænastuni í mun til lógarásett krøv og tænastustøðið í kommununum, 2) fakliga dygd og 3) hølisviðurskifti.
§ 3 Viðurkend tænasta frá almennum myndugleikum krevur ikki góðkenning frá kommununum
Viðurkend tænasta frá almennum myndugleikum krevur ikki góðkenning frá kommununum. Treytir í sambandi við keyp av tænastum
§ 4 Áðrenn kommunurnar keypa tænastu frá privatum ella almennum veitara, skal skrivlig avtala gerast…
Áðrenn kommunurnar keypa tænastu frá privatum ella almennum veitara, skal skrivlig avtala gerast millum kommunurnar og tænastuveitaran. Stk. 2. Avtalan skal í minsta lagi fevna um: 1) innihaldið í tænastuni, 2) treytir fyri tænastuni, 3) tíðarskeið, 4) gjaldstreytir og 5) uppsøgn og broyting av avtalu. Gildiskoma
§ 5 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Almannamálaráðið, 18. juli 2017 Eyðgunn Samuelsen (sign.) landsstýrismaður / Eyðun Mohr Hansen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 av 2 keldum eru tøkar í Lógarinnliti.