Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
10. desember 2014 Nr. 110
Kunngerð um broyting í kunngerð um felagsreglur í yrkisnámi fyri næmingar, sum byrja útbúgvingina skúlaárið 2013/2014 ella seinni
§ 1 Í kunngerð nr. 83 frá 4. juni 2013 um felagsreglur í yrkisnámi fyri næmingar, sum byrja…
Í kunngerð nr. 83 frá 4. juni 2013 um felagsreglur í yrkisnámi fyri næmingar, sum byrja útbúgvingina skúlaárið 2013/2014 ella seinni verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 1, stk. 1, nr. 4 verður sum litra c sett: “c) Tilvirkisatstøðingur.” 2. Í § 13, stk. 2 verður aftaná 1. pkt. sum nýtt pkt. sett: “Mentamálaráðið tekur út tvær av trimum almennum lærugreinum í 1. skúlaskeiði á tøkniligum útbúgvingum sbrt. § 1, stk. 1, nr. 1, litra a-f.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Mentamálaráðið, 10. desember 2014 Bjørn Kalsø (sign.) landsstýrismaður / Poul Geert Hansen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.