Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

18. juni 2025 Nr. 110

Kunngerð um kommunalar ferðavinnuætlanir, avtalur um handilsliga ferðavinnu o.a., sum broytt við kunngerð nr. 112 frá 24. juni 2025

Við heimild í § 5, stk. 4, § 6, stk. 2, § 11, stk. 4, og § 15, stk. 4, í løgtingslóg nr. 66 frá 30. mai 2024 um burðardygga ferðavinnu (Ferðavinnulógin) verður ásett:

Kommunalar ferðavinnuætlanir

§ 1 Kommunala ferðavinnuætlanin skal hava til endamáls at menna og fyriskipa ferðavinnuna á staðnum…

Kommunala ferðavinnuætlanin skal hava til endamáls at menna og fyriskipa ferðavinnuna á staðnum soleiðis, at hon í minst møguliga mun ger seg inn á náttúru, djóralív, heimafólkið, mentan og mentanararv samsvarandi endamáli løgtingslógarinnar. Stk. 2. Ferðavinnuætlanin skal tryggja fyrilit fyri náttúruligum, jarðfrøðiligum, mentanarligum og søguligum virðum og tilfeingi, menna trivnað, mentan og vinnumøguleikar á staðnum og órógva landbúnað og annað virksemi sum minst.

§ 2 Allar kommunur skulu í seinasta lagi 31. desember 2025 gera eina ferðavinnuætlan, sum fevnir um…

Allar kommunur skulu í seinasta lagi 31. desember 2025 gera eina ferðavinnuætlan, sum fevnir um alla kommununa. Kommunan kann, har tað er skynsamt, gera ferðavinnuætlanir fyri natúrliga avmarkað øki, t.d. eina bygd ella eina oyggj. Stk. 2. Kommunur kunnu ganga saman um at gera ferðavinnuætlanir fyri natúrliga avmarkað øki. Stk. 3. Ferðavinnuætlanin skal gerast saman við heimafólki, festarum og hagastýrum. Stk. 4. Ferðavinnuætlanir skulu gerast á serligum oyðublaði á heimasíðuni www.uvmr.fo. Farleiðir

§ 3 Kommunur skulu merkja upp verandi farleiðir og, har tað er viðkomandi, gera og merkja nýggjar…

Kommunur skulu merkja upp verandi farleiðir og, har tað er viðkomandi, gera og merkja nýggjar farleiðir.

§ 4 Í kommunalu ferðavinnuætlanin skulu allar almennar farleiðir, undir hesum bygdagøtur og aðrar…

Í kommunalu ferðavinnuætlanin skulu allar almennar farleiðir, undir hesum bygdagøtur og aðrar gøtur og onnur øki, sum eru opin fyri almenninginum uttan gjald, vísast á korti. Stk. 2. Visit Faroe Islands almannakunnger og merkir leiðirnar, nevndar í stk. 1, við torleikastigi, so merkingarnar kring landið eru sambæriligar. Stk. 3. Verður mett neyðugt at krevja ferðaleiðarar á ávísum leiðum, annaðhvørt av náttúrverndarávum ella trygdarávum, skal ferðaleiðarin lúka treytirnar, ásettar í § 8.

§ 5 Er atgongdin at eini farleið avmarkað av náttúrverndarávum, mentanarverndarávum ella trygdarávum,…

Er atgongdin at eini farleið avmarkað av náttúrverndarávum, mentanarverndarávum ella trygdarávum, skal kommunala ferðavinnuætlanin gjølliga greiða frá, hví avmarkingin er neyðug. Stk. 2. Er talan um avmarking av náttúruverndarávum til tess at verja viðbreki lendi, plantulív o.tíl., skal serkøn meting fáast til vegar frá Umhvørvisstovuni ella tí myndugleika, sum Umhvørvisstovan vísir á. Stk. 3. Er talan um avmarking av mentanarverndarávum til tess at verja mentanarlig og søgulig virði ella fornminni o.tíl., skal serkøn meting fáast til vegar frá Tjóðsavninum ella tí myndugleika, sum Tjóðsavnið vísir á. Stk. 4. Er talan um avmarking av trygdarávum, skal serkøn meting fáast til vegar frá eitt nú heimafólki, royndum gongufólki ella fjallabjargarum. Stk. 5. Kommunur kunnu avmarkað atgongd at økjum, nevnd í hesi grein, í upp í seks mánaðir, meðan serkøn meting verður fingin til vegar.

§ 6 Kommunur kunnu, sbrt. § 8 í løgtingslógini og sbr. § 7 í kunngerðini, saman við bóndum og…

Kommunur kunnu, sbrt. § 8 í løgtingslógini og sbr. § 7 í kunngerðini, saman við bóndum og heimafólki, gera skilhaldsreglur til tess at skipa gongdina í økjum, har nógv fólk ferðast. Stk. 2. Skilhaldsreglur, sbr. stk. 1,skulu góðkennast av landsstýrisfólkinum og verða kunngjørdar í kunngerð. Avmarkingar

§ 7 Hevur ferðavinnuætlanin avmarkingar fyri, nær handilslig ferðavinna kann útinnast, skal kunnast…

Hevur ferðavinnuætlanin avmarkingar fyri, nær handilslig ferðavinna kann útinnast, skal kunnast um hetta á viðkomandi heimasíðum, t.d. hjá kommununi ella kunningarstovuni, og á sjónligum stað, tá ið komið verður økið. Stk. 2. Avmarkingar, nevndar í stk. 1, kunnu t.d. vera mest loyvda ferðafólkatal, mesta tal av bilum og bussum, ásetingar um parkering, forboð fyri handilsligari ferðavinnu ávísar dagar ella ávísa tíð á samdøgrinum o.tíl. Stk. 3. Avmarkingarnar, nevndar í stk. 2, skulu vera so avmarkaðar sum gjørligt. Ferðaleiðarar

§ 8 Ferðaleiðarar, sum eru kravdir eftir § 4, stk. 3, ella § 5, skulu vera staðkendir, hava hollan…

Ferðaleiðarar, sum eru kravdir eftir § 4, stk. 3, ella § 5, skulu vera staðkendir, hava hollan kunnleika til økið og skulu hava prógv í fyrstuhjálp. Fyribils stongsil

§ 9 1) Fyribils stongsil í ávísum øki vegna landbúnaðarvirksemi, t.d. fjallgongu, kann…

1) Fyribils stongsil í ávísum øki vegna landbúnaðarvirksemi, t.d. fjallgongu, kann almannakunngerast við uppsløgum á viðkomandi støðum. Stk. 2. Stongsil og almannakunngerð eftir stk. 1 er sjálvboðin. Stk. 3. Er øki stongt eftir stk. 1, hava øll skyldu at akta hesi boð. Avtalur um handilsliga ferðavinnu

§ 10 Ein og hvør avtala um handilsliga ferðavinnu, sbr. § 2, nr. 2, og § 5, stk. 1 og 2, í…

Ein og hvør avtala um handilsliga ferðavinnu, sbr. § 2, nr. 2, og § 5, stk. 1 og 2, í løgtingslógini, skal tryggja, at ferðavinnuvirksemi í økinum, avtalan fevnir um, hevur fyrilit fyri náttúru og landbúnaðarvirksemi, so hesi verða órógvað sum minst. Stk. 2. Avtalan skal halda ásetingar og avmarkingar, ásettar í kommunalu ferðavinnuætlanini, sbr. §§ 4-5 og 7. Stk. 3. Avtalan skal sendast kommununi. Gjald fyri tænastu

§ 11 Tað er ikki loyvt at krevja, at ferðafólk, fyri at fáa atgongd at ávísum øki, skulu gjalda fyri…

Tað er ikki loyvt at krevja, at ferðafólk, fyri at fáa atgongd at ávísum øki, skulu gjalda fyri eina tænastuveiting, sbr. tó § 4, stk. 3. Stk. 2. Tað er bannað at taka gjald fyri atgongd at lendi, sbr. tó stk. 4. Stk. 3. Gjald fyri eina tænastu, sbr. § 5, stk. 3, í løgtingslógini, skal standa mát við ta tænastu, sum verður veitt. Hugtakið “gjald fyri tænastu” eftir hesi áseting verður skilmarkað sum ávikavist “gjald fyri atgongd at undirstøðukervi” og “gjald fyri tænastuveiting”, sbr. stk. 4 og 5. Stk. 4. Gjald fyri atgongd at undirstøðukervi, sbr. stk. 3, fevnir um gjald fyri t.d. atgongd at gjørdari gøtu, parkering, vesi o.tíl. Tað er ein treyt, at undirstøðukervi ikki er heilt ella partvíst fíggjað við almennum stuðli. Stk. 5. Gjald fyri tænastuveiting, sbr. stk. 3, fevnir um vørur og tænastur frá einum veitara, t.d. landbúnaðarferðavinnu og aðrar upplivingar, lokala framleiðslu o.tíl., og kann ikki einans fevna um atgongd at lendi. Revsing

§ 12 Er ikki hægri revsing ásett í aðrari lóggávu, verður við sekt revsaður tann, sum brýtur…

Er ikki hægri revsing ásett í aðrari lóggávu, verður við sekt revsaður tann, sum brýtur ásetingarnar í § 11, stk. 1 og 2. Gildiskoma

§ 13 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 18. juni 2025 Sirið Stenberg (sign.) landsstýriskvinna / Jóanna Djurhuus (sign.) 1) Broytt við kunngerð nr. 112 frá 24. juni 2025.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙